hósdagur 26. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 142 - 26. juli 2007 ]
Jón Rói er fastur maður
Jón Rói Jacobsen spældi allar 90 minuttirnar, tá AaB í
gjárkvøldið spældi 1-1 javnleik móti meistarunum úr FCK.
Føroyski miðverjin fekk nakrar dystir móti kappingarenda
í vár, og nú tykist hann veruliga hava bitið seg fastan
millum teir fyrstu 11 hjá venjaranum. AaB levði seg á odda
tíðliga í seinna hálvleiki vi máli frá Siyabonga Nomvethe,
men eitt korter fyri leiklok javnaði Brede Hageland fyri
FCK. Súni Olsen kom á vøllin seinasta lítla korterið.
Buffon spælir til 2018
Italski landsliðsmálverjin hevur í fleiri ár verið mettur sum ein tann
besti í heiminum. Og sambært Gianluigi Buffon sjálvum, so vil
hann halda sær á toppinum í nógv ár afturat. Í øllum førum sigur
hann nú, at eitt av hansara málum er, at hann eisini vil verja italska
málið í HM-kappingini í 2018. Megnar hann tað, so ger hann eisini
Dino Zoff kynstrið eftir. Zoff var í nógv ár trúfastur móti Juventus,
har Buffon spælir, og hann var 40 ára gamal, tá hann var við til at
vinna HM í 1982. Og hagtølini siga, at Italia er við í HM-finaluni
hvørt 12. ár, so ætlanin hjá Buffon tykist ikki ógjørlig.
Spenningur var
ongan tíð um samlaða
útfallið. Men við
javnleikinum vann
HB fyrsta altjóða
stigið í ár til Føroyar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Setningarnir hjá HB vóru
tvinnir
undan
dystinum
móti FH. Fyrst og fremst,
so skuldu føroyameistararnir
prógva
fyri
bæði
sær
sjálvum og viðhaldsfólkum
sínum, at dygga 4-1 tapið í
Íslandi ikki veruliga var
tað,
sum
var
munurin
millum HB og FH. Og hetta
skuldi gerast við at betra
um verjupartin, sum hevur
fingið dyggar ákoyringar í
ár.
Og sum so vórðu bæði
málini rokkin. Málleysi
javnleikurin var ongan tíð
nóg mikið til at skapa
nakran
spenning
um
úrslitið, men tað var nú
eisini nakað, sum HB-liðið
var avklárað um, áðrenn
dysturin byrjaði. Og tí
kundu teir sum so spæla
dystin uttan nervar av
nøkrum sum helst slag.
Uppreisn
Hóast talan ikki gjørdist um
sigur, so var avrikið iva-
leystað higartil besta í ár
hjá føroyskum liðum í
Evropa. Ikki bara tí HB við
hesum vann fyrsta føroyska
stigið á árinum til føroyskan
fótbólt.
Men
eisini
tí
havnarmenninir
við
eitt
sindur av hepni kundu
vunnið dystin.
Kanska vóru teir hjá FH
ikki so altráðir at vinna
dystin, sum teir vóru fyrstu
90 minuttirnar í Íslandi.
Men teir fingu so heldur
ikki serliga góðar sømdir.
Sum skilst, so var tað ein
trupulleiki hjá HB í fyrra
dystinum, at teir ikki fingu
stongt fyri á kantunum.
Men tann parturin eydnaðist
avbera væl á Tórsvølli, har
tað var rár hending, at teir
hjá FH komu at baklinjuni.
HB hevði sum heldur
ikki teir heilt opnu møgu-
leikarnar, men í tveimum
stóðu
ávikavist
Milan
Kuljic og Emil N. Leifsson
sera væl fyri, uttan at nakað
tó spurdist burtur úr teimum
royndunum heldur.
Evropa bíðar
Hvussu var og ikki, so var
talan um eitt slag av
uppreisn fyri HB. Teir fingu
í øllum førum prógvað, at
liðið er betri, enn tey 4-1 í
Íslandi vístu, og hóast næsta
milliónin frá UEFA ongan
tíð kom serliga nær, so man
avrikið á Tórsvølli hava
gitið stríðsviljan hjá liðnum
eitt skump rætta vegin.
Tí tað kann væl verða, at
talan ikki verður um nakran
Champions League undan-
kappingardyst
hjá
HB
komandi ár. Men tað skal
vera løgið, um teir reyð/
svørtu í Gundadali ikki
aftur medda eftir evrop-
iskum fótbólti av onkrum
slag. Fyrsta møguleikan til
hetta fáa teir í august
mánaði, tá steypafinalan
móti EB/Streymi verður á
skránni.
HB-FH 0-0:
Fyrsta stigið á árinum
Tað eydnaðist hesa ferð hjá HB-miðvøllinum at steingja kantarnar. Og við eitt lítið sindur av
hepni kundi eitt nú Milan Kuljic eisini havt avgjørt dystin til fyrimuns fyri føroyameistararnar
savnsmynd
Hóast teir hjá HB kundu
vera so hampuliga væl
nøgdir
um
avrikið
á
Tórsvølli mikukvøldið, so
kundi málverjin, Tróndur
Vatnhamar, tó ikki lata vera
við at iðra seg.
Hatta var nokk okey. Og
fyri meg er tað sjálvandi
gott, at nullið verður hildið
í einum evropiskum dysti.
Men út frá fyrra dystinum
hava vit alla orsøk at iðra
okkum. Hatta liðið var ikki
somikið gott, at vit skuldu
tapt 4-1 í Íslandi. Og var
støðan kanska 2-1 til teir,
áðrenn vit fóru á vøllin í
dag, so ivist eg ikki, at vit
høvdu kunna rokkið einum
samlaðum sigri. Sjálvandi
kann tað vera, at teir ikki
tóku sær ov stórar lutir fyri,
nú teir vunnu so trygt á
heimavølli. Men hjá okkum
vantaði
eisini
seinasta
tendringin, tí tú veitst jú
undan
dystinum,
at
møguleikin at koma víðari
er burtur, heldur Tróndur.
-mørk
Iðra okkum um
fyrra dystin
HB - FH 0-0 (0-0)
Dómari: Petter Kari (Finland)
HB: Tróndur Vatnhamar - Mortan úr Hørg, Hans á Lag,
Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen - Ólavur í Ólavsstovu
(Poul Thomas Dam, 82.), Kári Nielsen, Rógvi Jacobsen,
Milan Kulic, Rókur av Fløtum Jespersen (Emil Nolsøe Leifs-
son, 82.), Andrew av Fløtum (Páll M. Joensen, 76.)
Gult kort: Hans á Lag, Andrew av Fløtum
FH: Daði Lárusson - Guðmundur Sævarsson, Sverrir
Garðarsson, Tommy Fredsgaard Nielsen (Auðun Hel-
gason, 80.), Freyr Bjarnason - Matthías Guðmundsson,
Dennis Michael Siim, Davíð Viðarsson, Tryggvi Guð-
mundsson (Atli Guðnason, 79.) - Sigurvin Ólafsson (Ásgeir
Gunnar Ásgeirsson, 70.), Matthías Vilhjálmsson
Gult kort: Dennis Michael Siim
FAKTA