Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 142 - 26. juli 2007 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Petur var føddur 31. august 1914 og fer til dópin í Havnar kirkju 1. sunnudag í advent, 29. november. For­ eldrini hjá honum eru Poli Joensen, skómakari, og Malla, sum var systir Onnu, gumma Petur. Tað stuttliga er, at Petur í dópinum eisini fær navnið William, eftir William G Sloan, sum var deyður beint frammaundan. Hann var giftur við mostur Mallu, Elspu, og William Sloan stóð annars barna­ dópi sera fjart! Tað var eisini meira pápin enn mamman, sum vildi hava Petur doyptan. Anna doyr longu seks ár seinni. Vit hava funnið gravsteinin hjá henni og halda søguna vera so mikið áhugaverda, at hon verður tikin við í hesa røð. Anna var dóttir Isalinu, ættað úr Geil, og Knút Petersen, skómakara, ætt­ aður úr Funningi. Anna var fødd í 1888, og hon var tvíburi við Magdalenu. Tær báðar vóru nummar 3 og 4 í røðini av teimum átta systkjunum. Anna hevði lært til jarðarmóður og hevði starv í Vestmanna. Men so hendir tað, at Anna fær tuberklar verður innløgd á sanatoriið, og nú greiðir Petur Háberg í bók­ linginum »Gumma mín og eg«, sum hann gav út í 1976: »Tá ið hon skilti, at hetta bar móti … deyðanum, tá ynskti hon at sleppa heim at doyggja. Hetta varð játtað henni, og Hoydal man hava koyrt hana við tí serstaka hestavogninum, sum sjúkrahúsið hevði, oman í tey smáu fittu húsini við Vaktarhúsbrekku – heim hennara. Men nú hendir tað, at hon kemur í sálarneyð.. Men hin sanni gleðiboð­ skapurin um frelsu.. gav henni frið við Gud. Og yndisskriftstaðið í Bíbliuni hjá henni var hetta, sum Jóhannes apostul skrivar: »Jesu blóð reinsar frá allari synd.« Hon gleddist í frelsuni, men kærdi seg um, at hon fekk ikki høvi til at vitna um Kristus og hansara endurloysandi mátt. Men hon vildi tó bera sín vitnis­ burð fram á ein serstakan hátt. Áður vóru kistur svart­ ar, síðan var mest nýtt at klæða tær við pappíri, so tær sóu út eins og tær vóru eikimálaðar. Hvítar kistur vóru um ikki ókendar, so í hvussu er sjáldsamar. Men hon segði við tey, ið stóðu henni næst, at tey skuldu lata hana hava hvíta kistu: »Og tá ið eg so verði borin gjøgnum Havnina út á Svínarygg, og fólk spyrja, hví kistan er hvít, so skulu tit siga, at eg vildi so fegin vitna um, at Jesusar blóð reinsar frá allari synd.« Hetta orðið úr Bíbliuni kom eisini at standa á grav­ steini hennara. Hon gjørd­ ist 32 ára gomul og varð jarðað 6. september 1920. Petur skrivaði eina aðra ferð i Lív og Læra um ommu sína Isalinu í sam­ band við Onnu: »Ein dagin sigur Anna við onkran sum er inni: »Eg føli ikki Jesus at vera hjá mær í dag. Far eftir mammu at koma at biðja fyri mær.« Mamman sat og mjólkaði, men fór beinan­ vegin upp á kamarið og legði seg á knæ hjá doyggj­ andi dóttir síni og bað til Gud. Tá legði sjúka gentan tuberklatærdu hond sína á høvdið á biðjandi mam­ muni, og vælsignaði hana fyri, hvat hon hevði at týða fyri seg, og hon kendu aftur friðin við Jesusar nær­ veru.« Anna var ommusystir mín. Søguna um hana hoyrdi eg allar dagar frá mammu míni. Spurdi Helga í Brekkunum ein dagin hann var til arbeiðis í kirkjugarðinum, um hann kendist við gravstein við navninum Anna Petersen. Nei, hetta segði honum einki. So fór Helgi at skava í illa lesandi bókstavirnar á einum tilvildarligum steini, og tá kemur júst hetta navn fram. Hetta var sum at hitta ommusystrina! Á steini­ num stendur eisini eitt ann­ að navn, nevniliga Valborg Petersen, sum er grivin í somu grøv 21. november 1896, 1 ára gomul. Anna átti annars eina systir, sum kallaðist Valborg. Hon var fødd í 1898. Valborg giftist til Korsør og gjørdist gom­ ul. Men nú sæst, at tað hevur verið ein onnur Val­ borg, sum núlivandi ættin ikki hevur vitað nakað um, og henda Valborg og Anna eru farnar í somu grøv. Kelda: Petur Háberg Gumma Petur Háberg vildi jarðast í hvítari kistu he n d u r ið sl ep t u Tekning av Onnu, sum er gjørd av Hans Joensen Hetta er ein mynd frá 1917 av Onnu og hennara systrum. Frá vinstru standa Hedvig, Malla, Magdalena og Poulina. Sitandi Anna og Valborg. Smágentan er Elisa hjá Mallu. Hetta er gravsteinurin hjá Onnu Næst frásøgnin Næsta frásøgnin verður frá grøvini hjá Betti og Djóna í Geil. Her liggur eisini lítli Petur, sonur Jóhonnu og Petur Alberg, sum doyði sum smá­ drongur. Vit greiða frá hansara stutta lívi og jarðarferð. Petur Alberg var systkinabarn umrøddu Onnu og Valborg. Henda myndin av Isalinu og Knút saman við teirra átta børnum er tikin beint um aldarskifti. Myndin er tikin av Kristini í Geil, sum var bróðursonur Isalinu. Summi av børnunum kunnu staðfestast við vissu: Tann stóra gentan í hvítari blusu í aftasta rað er Malla (1884-1970), mamma Petur Háberg. Drongurin er Petur (1885-1914), sum gekk burtur í 1914 við enskum trolara. Petur Háberg, sum er føddur sama ár, man vera uppkallaður eftir honum. Isalina situr undir Knúti (1900-1968), skómakaran, meðan Valborg (1898-1986) situr vinstrumegin mammuna. Hedvig (1893-1971) heldur um hálsin á pápa sínum. Tann sum situr fremst tv er helst Poulina (1891-1933). Fremst t.h er helst Anna (1888-1932) og Magdalena (1888-1969) er helst aftast uttast tv. Tær báðar vóru tvíburar.