týsdagur 10. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 10. apríl 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 70 - 10. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Smyril Line í SMS
Tað verða bara bilar,
sum koma úr Het-
landi, sum verða
kravdir sóttreinsaðir,
tá Norrøna fer undir
summarsiglingina
um ein góðan mánað
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tað er einki krav um sótt-
reinsan av bilum, sum
koma úr londum, har
munn- og kleyvsóttin ikki
er staðfest. Hinvegin er
krav, at bilar, sum koma úr
Hetlandi, skulu sóttreins-
ast, áðrenn teir sleppa at
koyra í Føroyum.
Bilar, sum koma í land av
Norrønu, tá hon kemur úr
Hanstholm við farmi, verða
sum er sóttreinsaðir á
bryggjuni.
Men hetta er einki nakað
krav frá myndugleikunum,
sigur Bjørn Harlou, lands-
djóralækni. Hann sigur, at
hann varð spurdur, um tað
var skilagott at gera tað fyri
líkasum at binda um heilan
fingur, og tí kundi hann
bara viðmæla, sigur hann.
Hinvegin er tað krav, at
bilar, sum koma úr londum,
har munn- og kleyvsóttin er
staðfest, skulu sóttreinsast.
Tað vil siga bilar, sum
koma úr Bretlandi. Og har
er Hetland íroknað.
Summarsigling
Tann 19. mai fer Norrøna
undir regluligu summar-
siglingina og fer at sigla til
Lerwic einaferð um vikuna.
Tá skulu allir bilar, sum
koma í land í Føroyum,
sóttreinsast, sigur lands-
djóralæknin. Tað verður so
eisini galdandi fyri bilar,
sum komnir eru umborð í
Bergen, sigur Bjørn Har-
lou, hóast teir ikki hava
verið í landi í Lerwick.
Tað verður helst gjørt á
sama hátt, sum gjørt verður
nú, tá bilar úr Hanstholm
verða sóttreinsaðir. Tað
standa tveir tangar við
sitrónsýrublanding
á
bryggjuni, og so stendur
fólk við einum trýstspulara
og spular hjól og undirvogn
við hesi sitrónsýrubland-
ingini. Somu viðgerð skulu
»trailarar« og onnur akfør
eisini ígjøgnum. Eisini
skulu øll ferðafólk, sum
koma til gongu i land av
skipinum, ganga ígjøgnum
eitt fat við sitrónsýrubland-
ing og sóttreinsa skógvar-
nar, tey eru í.
Spurdur um hví hann ikki
krevur, at bilar og fólk
verða sóttreinsað í Ler-
wick, áðrenn tey koma um-
borð á Norrønu, svara
Bjørn Harlou, landssjóra-
lækni, at tað kann hann
ikki. Hann hevur stutt og
greitt ikki loyvi at seta krøv
til myndugleikarnar í ein-
um øðrum landi. Og vilja
bretar ikki av sínum ein-
tingum sóttreinsað tað, sum
fer út av landinum, noyðast
onnur at gera tað, við tað,
sum inn kemur hjá teimum
sjálvum.
Annars sigur landsdjóra-
læknin, at higartil er bara
ávíst, at smitta er borin
víðari við flutningi av
livandi djórum. Eingin av
teimum staðfestu tilburð-
unum av munn- og kleyv-
sóttini kann ávísast at vera
borin við bilum ella øðrum
slíkum flutningi.
Trong ferðaætlan
Tað kann fara at taka tíð at
reinsa eina heila skipslast
av bilum, tá Norrøna í
summar kemur fullsett á
Havnina. Og hvussu tað fer
at ávirka siglingina, vita tey
ikki at siga á Smyril Line.
Ferðaætlanin er trong
sum er, og har er einki út at
geva. Skal skipið so bíða,
meðan bilarnir verða sótt-
reinsaðir, so hvørt teir
koyra í land, kann tað lætt
fara at ávirka fráfaring-
artíðirnar til Íslands, verður
sagt av Smyril Line.
Men samstundis verður
sagt, at tey hava ongar regl-
ur fingið at ganga eftir,
hvussu hendan sóttreins-
ingin skal gerast. Um hon
skal gerast inni á dekkin-
um. Meðan koyrt verður í
land, ella um allir bilarnir
fyrst skulu inn á eitt av-
byrgt øki á havnarlagnum
og har reinsast, áðrenn teir
sleppa út at koyra.
Einasta tey vita á Smyril
Line er, at bilarnir skulu
sóttreinsast, tá teir koma úr
Lerwick, verður sagt av
skrivstovuni hjá Smyril
Line í Tórshavn.
Heldur ikki Tórshavnar
Havn hevur fingið nøkur
boð um serlig tiltøk í sam-
band við summarsiglingina
hjá Norrønu.
Sum er gongur tað væl at
sóttreinsa teir bilarnar, sum
koma í land, segði vakt-
havandi á Havnarskriv-
stovuni, tá vit høvdu hann í
telefonini í gjár. Og hann
visti einki um, at annar
arbeiðsháttur enn tann, at
bilarnir verða reinsaðir, so
hvørt teir rulla út av
dekkinum, fer at verða
nýttur.
FERÐAVINNA
Smyril Line hevur regluliga
framsýning
av
slíkum,
felagið hevur at bjóða
viðskiftafólki sínum. Og
ein slík framsýning plagar
at vera í SMS í Havn við
ávísum millumbilum.
Í ár verður hon nú í
páskavikuni, Latið varð
upp í gjár, og so verður
básurin opin nakrar dagar
fram.
Í básinum eru fólk, sum
kunnu siga frá tí, Smyril
Line hevur at bjóða við-
skiftafólki, av ferðum og
íbúðarmøguleikum. Nýggj-
ast príslistarnir, ferðaætlan-
ir og gistingarmøguleikar í
ymsum londum eru høv-
uðsparturin av tí, tann for-
vitni vitjandi fær at síggja á
básinum hjá Smyril Line í
SMS hesar dagarnar.
ej
Einki krav um sóttreinsan
Tveir tangar við sitrónsýrublanding á bryggjuni í Havn borga fyri, at munn- og kleyvsóttin ikki kemur við bilum úr Hetlandi og aðrastaðni til Føroya
Mynd: Edvard Joensen
Smyril Line hevur regluliga
framsýningar »uttan fyri
húsið«, sum tikið verður til.
Nú í páskavikuni er
framsýning á Torginum í
SMS
Mynd: 3’arin
STRANDFERÐSLU-
TÍÐINDI
Heini í Skorini
Nýggja
sandoyðarferjan
Teistin fer sum teimum
flestu kunnugt at sigla av
Gomlurætt til Skopun kom-
andi tíðina, men Strand-
ferðslan veit ikki at siga við
vissu, nær Teistin fer sín
fyrsta túr tvørtur um Sand-
oyarfjørð.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandfaraskip Landsins,
sigur, at teir royna at fáa
Teistan at sigla skjótast
gjørligt, men at tað er
ymiskt, sum skal uppá
pláss, áðrenn Teistin er til
reiðar. M.a. skulu royndar-
túrar gerast, skipið skal vís-
ast fram bæði á Sandoy og í
Havn, og ymiskt annað
praktiskt skal fella uppá
pláss, áðrenn Teistin fer at
sigla dagliga rutu millum
Gomlurætt og Skopun.
Vónandi verða tað ikki
eins nógvir trupulleikar við
Teistanum og við nógv um-
talaða Brimli, so sandoy-
ingar ikki noyðast at bíða
alt ov leingi.
Ritan farin at sigla
aftur
Seinastu tíðina hava Nóls-
oyingar siglt við Másanum
út til Nólsoyar, men nú er
Ritan aftur farin at sigla
hesa leið.
Orsøkin til, at Másin hev-
ur siglt um Nólsoyafjørð
seinastu tíðina, er hon, at
Ritan hevur verið til eftirlit,
sum øll skip av trygdaráð-
um skulu einaferð um árið.
Scania til landið
mikudagin
Eisini hevur Strandferðslan
leiga nýtt skip til siglingina
um Leirvíksfjørð, og er
navnið á skipinum Scania.
Stranferðslan upplýsir, at
Scania kemur til landið
longu mikudagin seinna-
part, og at farið verður í
gongd við siglingina so
skjótt hon er til reiðar, og
eru tað góð tíðindi fyri
klaksvíkingar.
Løgreglan í Havn
hevði nógv at gera um
vikuskiftið, og hóast
talan ikki var um
álvarsamar manna-
skaðar, kundu fleiri
tilburðir enda galið.
Annars hava hinar
politistøðirnar kring
landið ikki havt tað
stóra at gjørt
LØGREGLUTÍÐINDI
Heini í Skorini
Í mótsetning til hinar
starvsfelagarnar kring land-
ið høvdu løgreglumennirnir
í Havn nógv at gera
gjøgnum vikuskiftið. Flestu
tilburðirnir vóru ferðslutil-
burðir, og í summum av til-
burðunum kundi skaðin
verið nógv størri, enn hann
var.
Rúsdrekkakoyring
Fríggjadagin var ein maður
tikin fyri rúsdrekkakoyring
í Havn, og til alla lukku
hendi
einki
álvarsamt,
hóast maðurin var ávirkað-
ur. Harafturímóti kundi
skaðin væl verið størri
sunnumorgunin, tá talan
eisini var um ávirkaðan bil-
førara. Tá var eitt ferðslu-
óhapp meldað til løgregl-
una í Kollafjarðatunnlin-
um. Ein bilur á veg suður-
eftir kom knappliga at
liggja uppá tvørs av vegn-
um, hann rendi inn í veggin
í tunnlinum, og øll síðan á
bilinum fór sera illa. Bilur-
in helt á sum einki var hent,
og á veg suður til Havnar
varð bilurin steðgaður. Før-
arin var fullur, og var hann
eisini
sovnaður
meðan
hann koyrdi inni í tunnlin-
um. Skaðin kundi verið
størri, men hesaferð hendi
einki álvarsamt.
Onnur ferðsluóhapp
og bardagar
Umframt rúsdrekkakoyring
vóru eisini onnur óhapp í
ferðsluni, sum ikki vóru or-
sakað av brennivíni. Leyg-
ardagin fór ein bilur á rull
úti á Heiðavegnum á Argj-
um. Bilurin rullaði bæði
langt og leingi tvørtur um
vegin, áðrenn hann rakti ein
annan bil, sum fór sera illa.
Bilurin helt á oman eftir
Heiðavegnum, fór síðani
útav vegnum oman eftir
einum skráningi, og rendi
bilurin síðani á eitt hús.
Eingin mannaskaði var,
men bilurin fór sera illa.
Úti á Marknagilsvegnum
í Havn var ein førari eisini
tikin fyri at koyra væl
omanfyri loyvda mark.
Løgreglan upplýsir, at før-
arin koyrdi minst 130 km/t,
tá teir við nýggjum mátitól-
ið máldu ferðina hjá bilum
beint eftir midnátt leygar-
kvøldið. Førarin rýmdi,
áðrenn løgreglan kom, men
hann var tikin seinni.
Á Norðara Ringvegi í
Havn var ein samanstoytur
millum tveir bilar, tá annar
førarin, sum kom oman
eftir Villingadalsvegnum,
ikki yvirhelt víkiskyldu.
Eingin mannaskaði var,
men bert materiellur skaði.
Einasti tilburður, sum
ikki var tengdur at ferðslu,
var leygarmorgunin í mið-
býnum í Havn uttanfyri
Náttarravnin. Ein maður
framdi harðskap móti øðr-
um manni, og var hann
fluttur á sjúkrahúsið bein-
anvegin. Maðurin var kann-
aður, men var talan ikki um
meiri enn smáar skaðar,
sum høvdu brúk fyri eini
læknahond.
Maðurin, sum framdi
harðskapin, er kendur, og
hann hevur fleiri ferðir fyrr
verið íblandaður í slíkum
tilburðum.
Sostatt hevur nógv verið
at gjørt hjá løgregluni í
Havn gjøgnum vikuskiftið,
og hóast eingir álvarsamir
mannaskaðar vóru, kundi
talan lættliga verið um stór-
ar vanlukkur.
Friðarligt kring
landið
Annars hevur løgreglan
kring landið ikki havt tað
stóra at gjørt ígjøgnum
vikuskiftið. Í Eysturoynni
varð ein tikin fyri rús-
drekkakoyring
fríggja-
kvøldið, meðan eldur kom
á ein útróðrabát í Vági.
Stýrhúsið og partur av bát-
inum brendi, men eingin
mannaskaði
var.
Hóast
gulldansur var í Vestmanna,
við tað at VÍF er føroya-
meistari hjá bæði monnum
og kvinnum, gekk alt frið-
arliga fyri seg har.
Óvanliga friðarligt kring
landið, meðan nógv var at
gera í Havn.
Óvist um Teistan
Løgreglan í Havn úr at gera