Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið skrivaðu sunnukvøld- ið undir nýggjan sátt- mála, ið er galdandi til 1. oktober 2003. SÁTTMÁLA- VIÐURSKIFTI Dagfinn Olsen Einki verkfall hesaferð! Starvsmannafelagið er av størstu fakfeløgum í land- inum og setir seg vanliga fyrst við borðið, tá samráð- ingar á arbeiðsmarknað- inum standa fyri framman. So hevur eisini verið hesa- ferð. Verkfallið fyri tveim- um árum síðani stendur óivað enn í minninum á teimum flestu, men hesa- ferð slepst undan verkfall- ið, tí semja er fingin í lag. Partarnir hava undir- skrivað semju, dagfest 8. apríl 2001. Sáttmálin er galdandi til 1. oktober 2003, tað merkir, at hann er galdandi í 2 ár og 7 mán- aðir. Einfaldari Í nýggju semjuni verður m.a. sagt, at sáttmálin fevnir um nýggja og ein- faldari lønarskipan, sum tryggjar eina rættvísa løn, har samsvar er millum starvsinnihald, ábyrgd og hvar starvsfólkið er í bygn- aðinum – uttan mun til á hvørjum stovni tey eru sett. Nýggja lønarskipanin tryggjar somuleiðis javn- støðu millum kynini, tá ið lønin verður ásett. Lønar- skipanin gevur ávísar løn- arbetringar. Talan er um lønarhækk- ing uppá 7,5% í sáttmála- skeiðnum, stendur í semj- uni millum Starvsmanna- felagið og Fíggjarmálastýr- ið. Eftirlønargjaldið verður hækkað 2,5% í sáttmála- skeiðnum, so hon saman- lagt verður 8%. Avtala er um framhald- andi at gera sáttmálan greiðari. Tiltøk Víðari stendur í nýggju semjuni, at avtala er um til- tøk at styrkja førleikamenn- ing, eldrapolitikk, familju- politikk og javnstøðu. Her er dentur lagdur á ein aktiv- an starvsfólkapolitikk, ið skapar grundarlag fyri góð- um trivnaðar- og menning- ar møguleikum hjá almenn- um starvsfólki, og sum leggur dent á sambandið millum arbeiðslív og onnur lívsviðurskifti. Semja er eisini um avtalu um rættindir í sambandi við møguligar umleggingar í almennum virksemi. Her er ásett, at um virk- semi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur rættindir og skyldur, ið landið hevur mótvegis starvsfólkunum, óskerdar at verða lagdar á tann, sum yvirtekur virk- semið. Partarnir enda semjuna við hesum orðum: Partarnir fegnast um, at tað hevur eydnast at funnið eina nøktandi semju, ið eigur at skapa trygg og greið sáttmálaviðurskifiti og sum samtundis leggur dent á búskaparligan stabil- itet. Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafel- agsins, Karsten Hansen, landsstýrismaður og Thom- as Magnussen, deildar- stjóri, hava tann 8. apríl skrivað undir semjuna. Starvsmannafelagið nýggjan sáttmála Formaðurin í Starvs- mannafelagnum met- ir nýggja sáttmalan millum felagið og Fíggjarmálastýrið, sum eitt rímuligt úrslit. Endaliga hækkanin er 12,5%, umframt at sáttmálin er nýskapandi á mongum økjum SÁTTMÁLA- VIÐURSKIFTI Dagfinn Olsen Í tíðindaskrivi siga Starvs- mannafelagið og Fíggjar- málastýrið eftir samráðing- arnar, at samráðingarnar hava gingið væl og dentur hevur verið lagdur á djúp- tøknar broytingar, varðandi betringar og langtíðar- loysnir í sáttmálaviðurskift- unum. Lønarhækkingin er 7,5 % og eftirlønin hækkar 2,5%. Men samlaða hækkingin verður tó mett og sett til 12,5%. Síðstu prosentini verða mett og roknað eftir teimum flytingum og um- leggingum, ið nýggi sátt- málin hevur við sær og hvat hetta kostar. – Hetta verður ein met- ing. Tað verður mett, tí vónleyst er at rokna hetta út í smálutir, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Nýskapandi Nýggj lønarskipan er fing- in í lag, men umframt sær nýggja semjan heldur øðr- vísi út, enn, vanligt er. Fleiri nýggjar orðingar og avtalur merkja semjuna. Hóast ikki heilt ítøkiligar, so fegnast formaðurin um positivu gongdina. Avtalur eru um førleika- menning, familjupolitikk og javndtøðu og um rætindi í samband við umleggingar í almennum virksemi. – Hetta er nýtt. Hóast hetta ikki er so ítøkiligt, so er tað tekin um,. at tað ber til, sigur Gunnleivur Dals- garð. Orðingarnar merkja, at partarnir nú fara til verka og hittast regluliga. Nevnd er sett at samstarva um hesi viðurskiftini og vónirnar eru góðar. Serliga glaður er formað- urin í Starvsmannafelagn- um um síðsta punkt í semj- uni. Her verður staðfest, at verður alment verksmi yvirtikið av øðrum at reka, eiga avtalur og skyldur, ið landið hevur mótvegis starvsfólkum, óskerdar at halda fram og verða lagdar á tann, ið yvirtekur virk- semið. Vilji frá báðum pørtum Partarnir hava samráðst í langa tíð, men tað er ikki tí, at trupulleikar hava verið. – Viljin hevur verið til staðar hjá báðum pørtum. Vit hava arbeitt nógv viður- skifti ígjøgnum og tá vit at enda komu til pengaspurn- ingin, so hava báðir partar flutt seg, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum ikki dylir, at felagið hevði sett nøsina upp eftir størri hækking, men at felagið eisini hevur flutt seg og samanumtikið hevur fingið eitt úrslit, ið livast kann við. – Eg eri samdur við Karsten Hansen, ið hevur úttalað seg í Útvarpinum, at vilji hevur verið vístur frá báðum pørtum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Alt í alt hava vit fingið eitt rímuligt úrslit, sigur formaðurin í Starvsmanna- felagnum. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking úr Fíggjar- málastýrinum. Heldur ikki frá Føroya Arbeiðarafelag, ið er eitt av stóru fel-øgun- um, ið stendur næst í sam- ráðingarrøðini, nú Starvs- mannafelagið hevur lagt kósina, eydnaðist at fáa viðmerking. Har fara um- byggingar fram, eins og tey har eru rakt av landsumfat- andi krímsjúkuni. Rímuligt úrslit gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 70 - 10. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Nr. 70 • týsdagur • 10. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Sóljan er niðast á stigatalvuni fyri bestu kvinnudeildina, men HSF sigur, at Tjaldur skal flyta niður. Hetta hava tey Tjaldrinum ongan hug at góðtaka, og líkt er til, at hetta verður eitt mál, har nógvar fløkjur skulu greiðast, áðrenn ein endalig loysn verður funnin NIÐURFLYTING Jákup Mørk Aloftast verður sagt, at sannleikin stendur skrivað- ur á stigatalvuni, tá eitt kappingarár er lokið, men soleiðis tykist kortini ikki at vera í ár. Ivamál er nevn- liga um, hvørt stigatalvan fyri bestu kvinnudeildina í hondbólti sýnir veruligu støðuna. Har stendur annars, at Tjaldur og Sóljan eru ájøvn í stigum, men tá Tjaldur hevur ein munandi betri málmun, skuldi alt verið leyst og liðugt fyri teirra viðkomandi. Soleiðis er støðan tó ikki, tí ein skriv- araborðsavgerð hjá HSF tykist nú hava við sær, at Tjaldur í løtuni er at meta sum niðurflytari. Møttu ikki í Vági Støðan er íkomin, tí Tjaldur ikki møtti til útidystin móti VB í grundspælinum, og sambært reglunum hjá Hondbóltssambandinum hevur hetta við sær, at tær nú noyðast úr deildini. Jógvan Martin Mørk, kappingarstjóri hjá HSF, sigur í stuttari viðmerking, at avgerðin er tikin í tráð við reglunar hjá HSF. – Har er ásett, at tá lið standa jøvn í stigum, er tað málmunurin, sum er avger- andi. Tó stendur í grein 7.7 í kappingarreglunum, at um so er, at lið verður dømt at tapa dyst, vegna væntandi uppmøting ella við eitt nú nýtslu av ólógligum leik- ara, skal liðið beina leið úr deildini. – Støðan er tann, at Tjaldur ikki møtti til dystin í Vági, og tí eiga tær at víkja fyri Sóljuni á stiga- talvuni, sigur Jógvan Mart- in. Sostatt skuldi ein hildið, at alt var leyst og liðugt, men so er tó ikki – Langt ífrá. Ongan tíð fingið boðini Í Runavíkini eru tey nevn- liga als ikki nøgd við av- gerðina hjá HSF í málinum. Eitt er, at tey í Runavíkini hava nýtt einar 300tkr. at knýta leikarar at felagnum, og at talan ætlandi verður um eina líknandi upphædd fyri komandi kappingarár. Felagið hevur gjørt sáttmál- ar við venjaran, Zoran Sarcevic umframt tær tríggjar útlendsku spælarar- nar, Jelena Jevtic, Melitza Ergic og Vesna Tomajek, og tí er tað einki minni enn ein katastrofa fyri felagið, um tær komandi árið skulu spæla í næst bestu deildini. Nakað annað er so tað, at runavíkingar als ikki siga seg kunna góðtaka handfar- ingina hjá HSF í málinum. Rúni Joensen, sum er við í bólkinum, sum tekur sær av hondbóltinum á eystara armi á Skálafirðinum, sigur við Sosialin, at størsti trupulleikin er, at tey ongan tíð hava fingið at vita frá HSF, at tær kundu flyta niður á hendan hátt. – Tann dysturin, sum alt snýr seg um, var tá vit í grundspælinum skuldu til Vágs at spæla. Veðrið var so avgjørt ikki nakað ser- ligt, og tí ringdu vit til for- mannin í HSF, Petur Ova Petersen, og spurdu hann, um tað var gjørligt at sleppa undan ferðini. Hann svaraði okkum nakað so- leiðis: »Vit hava ongan dómara fingið at døma dystin, so tað ger einki, um tit ikki fara suður. Eg helt, at tit longu vóru farin, men tíbetur er tað ikki so«. – Seinni um dagin ringdu tey frá VB, og spurdu, hví vit ikki vóru har suðuri, tá dysturin skuldi spælast. Tá vit førdu fram, at eingin dómari kortini var tøkur, fingu vit at vita, at tey høvdu skaffa dómarar av Tvøroyri til dystin, men hetta kundu vit tó als ikki góðtaka. Í øllum førum ikki, tá vit ikki á nakran hátt vórðu eftirspurd í mál- inum. – Nakað eftir hetta stóð brádliga at lesa í bløðunum, at vit vóru dømd at tapa dystin, og tað halda vit vera ógvuliga løgið. Ikki minst, tá vit als ikki høvdu fingið boð um, at vit taptu dystin, um vit ikki fóru suður. Høvdu vit vita av tí, vóru vit sjálvsagt farin avstað, sigur Rúni. Víðari sigur hann, at tey at byrja við ikki gjørdu so nógv við hetta. Tey høvdu so avgjørt ikki roknað við, at ein støða sum hendan fór at taka seg upp, men at tey sjálvandi reagera, nú støð- an er vorðin, sum hon er. Innanhýsis trupulleiki hjá HSF Um so er, at tey í Tjaldri hava grein í sínum máli, so tykist hetta mest av øllum at vera ein innanhýsis trupulleiki hjá HSF. Í Tjaldri siga tey seg nevnliga hava verið í góðari trúgv, tá formaðurin í HSF segði við tey, at tey ikki noyddust at fara til Suð- uroyar. – Vit gingu út frá, at hetta var nóg mikið, men nú verður sagt, at vit skuldu havt boðað formanninum í kappingarnevndini frá hes- um, men tað fingu vit so ikki at vita tá, sigur Rúni. – Vit hava ongan tíð fingið nøkur skrivlig boð frá sambandinum um, at vit hava tapt dystin uttan at spæla, og eisini hetta halda vit vera ov galið. Eisini her sær út til, at HSF ikki hevur gjørt sína skyldu. VB fingið bóltin Í eini roynd at greiða málið, hevur HSF so boðað Tjaldrinum frá, at um VB einki hevði ímóti tí, so kundu tær spæla dystin í hesi vikuni, men hesum hevur VB noktað, sigur Rúni. – Eftir stigatalvuni at døma, er eingin ivi um, hvat lið er niðast. Vit eru 43 mál framman fyri Sóljuna, so har er eingin ivi. Nú skal tað knappliga verða VB, sum skal gera av, hvat lið skal niður í aðru deild, og tað líkist ongum. Hatta er eitt mál, sum HSF má av- greiða. Rúni Joensen sigur at enda, at tað neyvan er sannlíkt, at ein endi fæst á hesum málinum í bræði. Hann vísir á, at tey so avgjørt ikki at ætla sær at sleppa málinum uttan víðari. Um neyðugt verður tað koyrt allan vegin til dómsnevndina, eru boðini frá Tjaldrinum. Hinvegin er lítið at ivast í, at um HSF gevur Tjaldr- inum viðhald, so hevur sambandið fingið ein nýggjan trupulleika at dragast við. Tá er lítið at ivast í, at ónøgd verður at síggja frá Sóljuni, so alt í alt er als ikki sannlíkt, at málið er liðugt enn á sinni. Ivamál um niðurflyting Eftir at tey fýra ferð hava hitst á hondbóltsvøllinum, tykist tað nú vera á skrivaraborðinum at avgerð skal takast um, hvørt tað verða Sóljan ella Tjaldur, sum skulu flyta niður í aðru deild 8 síður um VÍF Hotel Hafnia um PÁSKIRNAR RESTAURANT HAFNIA er opin á páskum men afturlatin skírisdag og langafríggjadag, ! Skírisdag, langafríggjadag, leygardag, Páskadag og 2. páskadag: Kamar og morgunmatur Einkultkamar kr. ......400,- (Børn ókeypis) Dupultkamar kr. ......300,- Gleðiligar páskir ! Tel 31 32 33 • Fax 31 52 50 E-mail: hafnia@hafnia.fo Sjá serlýsing fyri leygardag, Páskadag og 2. Páskadag ! Hotellið í miðbýnum fyri hvønn