týsdagur 10. apríl 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 10. apríl 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
14
Nr. 70 - 10. apríl 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Fyri FCK var tað av
stórum týdningi, at
oddaliðið, Silkeborg,
ikki megnaði at vinna
toppdystin í Brøndby
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Tað gerst alt tættari í topp-
inum í donsku superliguni.
Í gjárkvøldið spældi felagið
hjá Toda Jónsson, FCK, í
Lyngby. Todi Jónsson er
framvegis uttanfyri við
skaðanum, sum hann fekk í
Luksemburg. Í gjárkvøldið
skuldi hann á gamla heima-
vøllin hjá sær at fylgja við
avrikinum hjá liðfeløgun-
um. Um tað eydnaðist FCK
at fáa øll trý stigini, so vóru
teir bara eitt stig aftanfyri
oddaliðið Silkeborg. Men
uppgávan var ikki bara sum
at siga tað, tí Lyngby hevur
staðið seg sera væl.
At FCK í gjárkvøldið av
álvara hevði møguleika at
blanda seg í oddastríðið
komst m. a. av, at Brøndby
sunnudagin vann 1–0 á
heimavølli ímóti oddalið-
num úr Silkeborg. Hetta
var fyrsti heimasigurin hjá
Brøndby í ár. Framman-
undan høvdu teir tapt bæði
ímóti OB og FCK. Tapið
hjá Silkeborg var bara tað
triðja í hesum kappingar-
árinum. Nú eru 22 av teim-
um 33 umførunum løgd
afturum.
Størsta
áskoðaratalið
sunnudagin var í Brøndby.
Fleiri enn trettan túsund
sóu heimaliðið vera nógv
meiri sannførandi enn gest-
irnir. Men tað gekk illa at
fáa mál, m. a. tí at eyka-
málverjin á landsliðnum,
Peter Kjær, stóð seg so sera
væl. Einasta málið kom í
56. minutti, og tað var eitt
sjálvmál.
Skírisdag skal Brøndby
spæla í Odense ímóti OB,
og 2. páskadag fáa teir
vitjan av Jákupi Mikkelsen
og Herfølge. Hósdagin skal
Silkeborg spæla á útivølli
ímóti FCM, og mánadagin
hava teir heimavøll ímóti
grannunum úr AGF.
Fleiri í stríðnum
Umframt
Silkeborg
og
Brøndby eru tað eisni onn-
ur feløg, sum saman við
FCK kappast um DM. Eitt
av hesum liðunum er sam-
ansetta liðið úr Ikast og
Herning, FCM. Við tepra
sigrinum á heimavølli ímóti
AaB løgdu teir seg undir
liðina á Brøndby.
AaB vísti meiri sannfør-
andi avrik, men teir kendu
ikki sína vitjunartíð. Ein-
asta málið kom, tá tað bara
vóru tveir minuttir eftir.
Tað var innskifti Mogens
Laursen, sum skoraði. At
AaB tapti hevur við sær, at
teir orduliga eru dotnir
burtur ímillum í toppstríð-
num.
Í morgin venda vit aftur
til, hvussu tað hilnaðist hjá
GCK í Lyngby. Hósdagin
fær FCK vitjan av AaB, og
mánadagin skal FCK spæla
á útivølli ímóti botnliðnum
í Haderslev, sum nú eitur
HFK Sønderjylland.
Eftir sannførandi
sigurin á botnliðnum
er lagið gott, og tað
tykist sum Jákup
Mikkelsen og hava
fingið mót av
nýggjum
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Fyri einum ári síðani var
tað so at siga gerandiskost-
ur, at Herfølge spælarar
vórðu kosnir til vikuliðini
hjá donsku fjølmiðlunum.
Hetta kappingarárið hevur
úrtøkan hjá meistaraliðnum
verið sera soltin, og tí hevur
tað ikki verið nakað at sagt
til, at tað hevur verið langt
ímillum úttøkurnar til viku-
liðini.
Sunnudagin hevði Her-
følge vitjan av botnliðnum
HFK Sønderjylland. Eingin
ivi var um, hvør var omaná,
og hvør var undir. Herfølge,
sum
alt
kappingarárið
frammanundan bara hevði
skorað tólv mál á heima-
vølli, vann sannførandi
3–0, og avrikið hevði við
sær, at tríggir av liðfeløgun-
um komu á vikuliðið:
Tommu Schram á miðvøll-
inum, og málskjúttarnir
Dennis Conteh, sum stutt
fyri hálvleik við hálvflukt-
ara úr 30 metra fjarstøðu
varð sagdur at hava skorað
besta málið í Herfølge í
fleiri ár, og Chris Herman-
sen, ið hevur havt ilt við at
finna málsókna spælið,
sum hann sýndi fyri nøkr-
um áruym síðani, men sum
hesa ferð skoraði longu í 2.
minutti.
Jákup Mikkelsen helt
tætt ímillum stólparnar hjá
Herfølge. Hann man sjáld-
an í hesum kappingarárin-
um hava havt so lítlar
møguleikar at vísa, hvør
dugur er í honum, sum
hann hevði hesa ferð. Ser-
liga í 2. hálvleiki var yvir-
vágin hjá heimaliðnum sera
eyðsýnd.
Meiri fólk
John Faxe Jensen, Herfølge
venjarin, sum hesa ferð var
á vøllinum í 80 minuttir,
hevur alla tíðina tvíhildið
um, at liðið hjá honum fór
at hava møguleika at sleppa
undan
niðurflytingini.
Sunnukvøldið var Herfølge
framvegis niðanfyri niður-
flytingar strikuna, men nú
er tað bara málmunurin,
sum ger av, at AB er oman-
fyri og Herfølge niðanfyri
strikuna.
John Faxe Jensen og
hansara menn kenna tað
lýsna eitt sindur, tí onkrir
av spælarunum, ið leingi
hava verið uttanfyri við
skaða, eru klárir aftur. Tá
Herfølge 20. august í fjør
spældi innleiðandi í Europa
Cup fyri meistaralið í
Glasgow, varð stóri og
vandamikli álopsmaðurin,
Kenneth Jensen, skaddur.
Sunnudagin spældi hann
fyri fyrstu ferð aftur, síðani
hann var skaddur. Hann var
á vøllinum í 20 minuttir, og
Lars Jacobsen, sum eisini
hevur verið skaddur í langa
tíð, var við síðstu tíggju
minuttirnar.
Eitt nýtt umfar í superlig-
uni er á skránni aftur skíris-
dag. Tá fær Herfølge vitjan
av Viborg. Annan páskadag
skal Herfølge spæla í
Brøndby.
Striltið hjá AB
Einki felag í Danmark hev-
ur so nógvar spælarar í
landsliðshópinum
hjá
Morten Olsen, sum AB
hevur. Men hóast fimm av
spælarunum hoyra til teir,
ið Morten Olsen hevur í
brutto hópinum hjá sær, so
er AB framvegis í stórum
niðurflytingarvanda.
Sunnudagin vóru teir í
Viborg. Úrslitið var 0–0, og
tað vóru teir í AB ivaleyst
fegnir um. Hjá hvørgum
partinum var avrikið nakað
at reypa av. At Viborg ikki
megnaði at vinna á botn-
liðnum hevur við sær, at
teir neyvan hava stórvegis
møguleika at blanda seg í
kappingina um meistara-
heitið.
AGF í hopla
Í Herfølge hava teir alt
kappingarárið havt eyguni
eftir AB og AGF. Hjá felag-
num í Århus hevur eingin
endi verið á ólukkunum,
sum hava skolað omanyvir
teir. Men tann síðsta vikan
hevur givið teimum so
mikið av sjálvsáliti, at teir
siga seg rokna við, at niður-
flytingin, sum eftir 5–1
tapið í Aalborg næstsíðsta
sunnudag kendist rættuliga
viðkomandi, nú fer at
kámast.
Í farnu viku eydnaðist tað
hjá AGF at sleppa undan
hóttandi
húsagangi,
so
fingu teir ein høvuðsstuðul.
Seinni í vikuni varð kunn-
gjørt, at fyrrverandi AGF
maðurin, Marc Rieper, sum
í mong ár var verjuálit á
landsliðnum, men sum nú
er fótbóltsinvalidur, skal
verða hjálparvenjari.
Alt hetta hevði við sær, at
fótbóltslagið í jyska høv-
uðsstaðnum batnaði so
mikið, at 5.253 leitaðu sær
út í várveðrið at hyggja at
AGF. Og á vøllinum gekk
upp á stás. OB varð sent til
hús við 4–1 tapi. AGF
hevði eina rúgvu av møgu-
leikum, og sigurin kundi
havt verið uppaftur størri,
um fyrrverandi liðfelagin
hjá Toda Jónsson í FCK,
Karim Zasa, ikki hevði
staðið seg so væl í OB
málinum.
Heldur ikki hesa ferð
eydnaðist tað hjá okkara
manni í OB, Johan B. Han-
sen, at koma á vøllin.
Hvørki ímillum teir fyrstu
ellivu ella sum skiftisspæl-
ari.
Hósdagin fær OB vitjan
av Brøndby, og 2. páskadag
skal OB spæla í Aalborg.
Herfølge nærkast strikuni
Eftir trygga sigurin á botnliðnum, HFK, kunnu Jákup og teir
nú anda heldur lættari eina tíð, men enn er langt eftir á mál
tykist venjarin, John Faxe Jensen, at rópa
Tað gerst alsamt tættari í toppinum
Eftir at hon í fjør
hevði frí frá hond-
bóltinum, fann Alis
Høghamar í summar
harpiksið framaftur,
og hetta hevur hon
onga orsøk havt til at
angra
FØROYAMEISTARI
Jákup Mørk
Eftir at hava spælt hondbólt
á hægsta støðið her heima í
eini 20 ár, var leygardagur-
in fyrsta ferðin, at Alis
Høghamar kundi rópa seg
Føroaymeistara. Tí var tað
sjálvandi ein fegin Alis,
sum vit fingu orðið á, tá alt
endiliga var liðugt, og tað
var greitt, at VÍF fór
ígjøgnum kappingina við
fullum stigatali.
- Eg hevði faktist ongan
tíð vunnið nakað sum helst
undan hesum kappingarár-
inum, og nú eg havi fingið
at kalla í bæði posa og
sekk, kann eg ikki annað
enn vera sera væl nægd.
Liðið hevur riggað
Spurd, hvat hon heldur er
orsøkin til, at VÍF ikki bara
er føroyameistari, men hev-
ur skúgva alla mótstøðu til
viks hetta árið, heldur hon
størstu orsøkina vera, at tær
hava rigga væl saman.
- Vit hav spælt sum eitt
lið, og vant bæði væl og
nógv. Vit byrjaðu longu í
juni mánaði við venjingini,
og síðani hava vit vant alla
tíðina fram til hóskvøldið,
tá vit høvdu seinastu venj-
ingina.
Spurd, um hon so ætlar
sær at hava frí í nakrar vik-
ur – ella kanska mánaðir –
nú kappingarárið er av, sig-
ur hon, at tað skulu í øllum
førum verða fýra vikur við
hvíld.
Ein
somikið
stuttur
steðgur boðar frá, at Eur-
opa-Cup
luttøka
helst
stendur á skránni, og Alis
sigur eisini, at hetta er ein
avbjóðing, sum hon gleðir
seg til at royna.
- Vit hava tosað um at
fara í Europa-Cup kapping-
ina fyri steypavinnarar. Vit
hava sjálvandi møguleikan
at royna okkum í kapping-
ini fyri meistarar, men tað
er kanska betri hóskandi at
taka lut í teirri fyri steypa-
vinnarar.
Helt seg vera givna
Hóast hon hevur drúgvar
royndir í føroyskum hond-
bólti, so er hetta fyrsta árið,
at Alis roynir seg hjá VÍF.
Spurd, hvussu tað kom í
lag, at hon nú brádliga var
at síggja í Vestmanna, svar-
ar Alis, hetta var eitt høvi at
royna nakað nýtt.
- Tær ringdu undan kapp-
ingini og spurdu, um eg
hevði hug at spæla. Sjálv
hevði eg ikki roknað við, at
eg yvir høvur fór at koma í
gongd aftur. Eg hevði jú
havt frí í eitt ár. Eg helt tó,
at hetta var vert at royna –
ikki minst tí Sóley eisini
hevði játtað at spælt við.
- Nú kann eg so ikki siga
annað enn, at eg havi kent
meg sera væl her í Vest-
manna. Vit hava verið sera
væl móttiknar, og eg havi
ikki í eitt sekund angra, at
eg játtaði at spæla við teim-
um. Hevði tað ikki verið av
berum huga, so hevði so alt
ikki tíma at ferðast aftur og
fram somikið ofta, sigur
Alis at enda.
Oddasessurin hjá VÍF
var ein av høvuðsor-
søkunum til, at Jack-
lin Durhuus í vetur
gjørdi av at koma
heim, eftir at hon í
hálvt ár hevði roynt
seg hjá Slagelse í Dan-
mark
FØROYAMEISTARI
Jákup Mørk
Tá kappingarárið byrjaði,
noyddust tær úr Vestmanna
at klára seg uttan tann av
egnu leikarunum, sum helst
hevur havt størstan týdning
á liðnum. Jacklin Durhuus
royndi seg ístaðin undir
leiðslu av Anju Andersen í
Slagelse, men um jóltíðir
frættist tó, at hon nú aftur
hevði valt at seta búgv
heima í Føroyum.
Gullið vigaði nógv
Eftir at hon leygardagin
hevði ognað sær næsta gull-
merkið á árinum, spurdu vit
Jacklin, um gullmerkið,
sum hon nú hevði um háls-
in, var ein av orsøkunum
til, at hon tá setti kós heim-
aftur.
- Sjálvandi. Nei, tað vóru
eisini aðrar orsøkir til, at eg
fór úr Slagelse. Eg treivst
ikki so væl niðri, men hetta
var so avgjørt við til at
skumpa undir avgerðina hjá
mær.
Spurd, um hon hevði
roknað við gullmerkjum í
bæði lands- og steypakapp-
ing, tá hon á jólum kom
heim, sigur Jacklin, at tað
hevði hon ikki roknað við.
- Eg kann ikki siga, at eg
roknaði við tveimum heið-
ursmerkjum, men eg hevði
í øllum førum vónað, at tað
fór at eydnast okkum at
vinna føroyameistaraheitið.
Eg hevði bara hoyrt, hvussu
væl alt gekk, men eg hevði
ongan tíð sæð liðið spælt,
so eg visti ikki rættiliga,
hvat eg skuldi rokna við.
Hinvegin visti eg av, at
hetta helst var besta liðið,
sum felagið hevur havt, og
tí hevði eg avgjørt hug at
gerast ein partur av.
Torført at koma aftur
Tað tók tó sína tíð, áðrenn
Jacklin av álvara megnaði
at bíta seg fasta aftur á lið-
ið. Eitt sindur merkisvert,
tá leiklutur hennara í fjør
verður havdur í huga, men
sjálv tykist hon tó ikki at
hava so nógv ímóti hesum.
Hon vísir í fyrstu syftu á, at
hinar sjálvandi vóru saman-
spældar, tá hon kom heim,
og tí hevði hon ikki roknað
við at sloppið beint inn á
liðið.
- Tær høvdu jú vant í ein-
ar tríggjar fýra mánaðir,
áðrenn eg kom, og tá fleiri
av leikarunum vóru nýggj-
ar, so er tað nóg so torført
at koma inn á eitt sovorðið
lið. Ikki minst, tá tær vóru
somikið fáar, tí tá gerst
kunnleikin millum einstøku
spælararnar enn størri. Eg
haldi eisini, at Daniel ikki
hevur vilja brúkt meg so
nógv, nú tað kortini hevur
koyrt so væl hjá hinum.
Tá vit so at enda spurdur
Jacklin, hvørt hon hevur
ætlanir um at verða á liðn-
um, tá farið verður í gongd
við komandi kappingarár,
er hon ikki í íva.
- Tað ætli eg mær so
100% sikkurt, sigur ein
smílandi føroyameistari
Tað heldur venjarin
hjá Stjørnuni, Rógvi
Nielsen, vera størstu
einstøku orsøkina til,
at klaksvíksgenturnar
í ár máttu lata sær
lynda við silvur-
merkjunum
SILVURVINNARI
Jákup Mørk
Tað er sjálvsagt ikki tann
sama gleðin, tá tú sum leik-
ari ella venjari vinnur silv-
urmerki, eftir at tú árið fyri
hevur átt gullmerkini. Hetta
er tó støðan hjá frákoyrdu
meistarunum úr Stjørnuni,
og eftir dystin spurdu vit
venjaran, Rógva Nielsen,
hvør orsøkin til hetta er.
- Orsøkin er helst tann, at
vit ikki komu eins skjótt í
gongd í ár, sum vit gjørdu í
fjør. Tað at allur hópurin
ikki hevði fingið armarnir
nóg skjótt niður.
- Tað er helst týdningar-
miklasta orsøkin, men har-
umframt høvdu vit eisini
nakað av órógva á liðnum,
akkurát meðan mest stóð á.
Tað var júst tá, at vit høvdu
tørv á arbeiðsfriði, so hetta
hevði sjálvandi eisini sítt at
siga.
- Tú fært meg ikki til at
siga, at VÍF hevur ein sterk-
ari hóp enn vit, men hin-
vegin er einki at ivast í, at
tær hava eitt lið, sum er
nógv sterkari, enn tað, sum
tær høvdu í fjør.
Missurin av Andrianu
Skal nøkur einstøk hending
við leikarum takast fram,
so mundi tað helst vera ein
stórur missur, at Andriana
Milodanovic varð skadd
tíðliga í heyst, og Rógvi
ásannar eisini, at hetta var
ein sera stórur missur hjá
teimum.
- Breiddin í spælinum hjá
okkum
og
ikki
minst
kontraparturin riggaði ikki
eins væl, tá hon ikki var
við, og tað er ikki fyrr enn
nú, at vit aftur hava fingið
hetta at rigga.
Maður kemur tó í mans
stað, verður sagt. Soleiðis
tóktist eisini at vera í
Klaksvík, tá litaviski stór-
skjúttin hjá Sóljuni, Sim-
ona Dziugyte, kom til fel-
agið í jólasteðginum. Tað
tók tó sína tíð, áðrenn hon
av álvara fór at gera um
seg, men Rógvi tykist tó
ikki at vera so harmur um
hetta, sum mann kanska
kundi hildið.
- Simona var fyrst og
fremst ein íløga, sum varð
gjørd við atliti til komandi
ár. Hon kom kanska nakað
seinni ígongd, enn vit
høvdu vónað, men hon er
so komin íongd. Tað hevur
verið sjónligt seinastu dyst-
irnar og ikki minst í dag, so
hon verður so avgjørt ein
stórur styrkur framyvir.
Einki um komandi ár
Tá tosið fellur inn á fram-
tíðina, spyrja vit at enda
Rógva, um hann longu nú
hevur eina hóming av,
hvussu fer at standa til við
fólki hjá Stjørnuni komandi
ár, men tað sigur hann seg
als ikki hava.
- Eg fái einki sum helst
svara viðvíkjandi komandi
kappingarárið, sigur Rógvi
Nielsen, áðrenn hann endar
samrøðuna við at nýta høvi
til at VÍF hjartaliga tillukku
við
FM-heitinum,
sum
hann sigur skal vera teim-
um væl unt.
Helt seg vera givna
Alis gleðir seg nú til í minsta
lagi fýra vikur við hvíld, men
so verður farið undir til
komandi Europa-Cup
kappingina
Mynd: Álvur Haraldsen
Kom heim til gullið
Jacklin er á ongan hátt kedd
um, at hon ikki longur tykist
at hava sama lyklaleiklut á
liðnum hjá VÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Armarnir komu ikki niður
Rógvi Nielsen hevði vónað, at Simona Dziugyte kom nakað
fyrr ígongd, men leggur tó afturat, at hon varð fingin til
felagið við atliti til komandi kappingarár
Mynd: Álvur Haraldsen