Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 10. apríl 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 16 Nr. 70 - 10. apríl 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Tað eydnaðist VÍF at vinna seinasta árin- um, og harvið enda kappingina við full- um stigatali, men tað kravdi nógv av heimaliðnum, áðrenn sigurin á Stjørnuni var vísur HONDBÓLTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk Tað var longu lagt upp til ein stóran dag, tá tey bæði bestu kvinnuliðini í landin- um skuldu seta eitt punkt- um fyri kappingarárinum leygardagin. VÍF hevði sjálvandi langt síðani tryggjað sær FM heitið, og harvið greipuna, men hinvegin tóktist tað als ikki vist, at talan fór at ger- ast um ein sjálvsagdan sig- ur móti Stjørnuni. Stjørnan hevur í ár verið einasta lið- ið, sum veruliga hevur hótt VÍF, og millum annað fingu teir ein javnleik í grund- spælinum, men tap í yms- um øðrum dystum hava tó gjørt sítt til, at verandi før- oyameistararnir dekan ov tíðliga mistu sambandi við oddaliðið. Tað tóktist eisini greitt frá fyrsta bríksli, at her ætl- aði Stjørnan sær at gera eitt seinasta sprell. Bara soleið- is fyri at prógva, at tær kunnu spæla fult upp við oddaliðið, og fyrstu løtuna gjørdu tær eisini meira enn hetta. Tað var nevnliga Stjørn- an, sum hevði yvirtakið hesa løtuna, og hóast mun- urin ikki var so stórur, so tóktust tær endiliga at hava funnið røttu uppskriftina til at taka VÍF. Við eini rættuligari flat- aru verju royndu tær at forða VÍF í at spæla seg ígjøgnum, og so ístaðin royna at blokka tær skot- royndirnar, sum vórðu tveittar móti málinum. VÍF tóktist hinvegin ikki at hava so øgiliga væl fatur á verjupartinum. Í øllum førum ikki tað fyrsta kort- erið. Serliga sluppu Simona Dziugyte og Annika Ljós- stein at hóreiggja sær, og tað er ikki undur í, um tey í Klaksvík iðra seg um, at Simona ikki er farin at sýna slíkt spæl nakað fyrr í kappingini. Eitt time-out um hálvan hálvleikin tóktist tó at betra um skilið á VÍF liðnum. Stjørnan fekk tvey skjót mál eftir hetta, men so tátt- aðu tær á heimaliðnum brádliga í. Við at skjóta ein leikara nakað út í verjupart- inum, fingu tær eitt nógv betri tak á skotsterkur bak- spælarunum, og við at terpa læruna um at leggju bóltin fram við og upp um Rannvá Andreasen, gjørdist álops- spælið hjá VÍF brádliga nógv hvassari. Manuela kom út Tá farið varð í holt við seinna hálvleik hevði heimaliðið soleiðis vunnið sær ein lítlan fyrimun, men hetta fekk tó ikki á nakran hátt liðið hjá Stjørnuni at fella í fátt. Hóast tað onkun tíð sá út til at skula gleppa hjá teim- um, so stríddust tær alla tíðina manniliga, og um hálvan hálvleikin høvdu tær aftur strítt seg upp á javnleik. Tá framdu venjararnir hjá VÍF eina heldur nasa- djarva útskifting, sum helst fyrst og fremst varð gjørd við undirhaldi fyri eyga, men sum koritni ikki á nakran hátt gjørdi liðið veikari. Manuela Stan hevði eins og vanligt verið eyðsýnd í dystinum við fleiri góðum bjarginum og eftirfylgjandi longum send- ingum, men nú var hon brádliga at síggja úti á vøll- inum. Kanska skuldi tú hildið, at hetta fór at minka um sigursvónirnar hjá VÍF, men soleiðis var kortini ikki. Tvørtur ímóti var Man- uela við til at seta ferð á spælið hjá VÍF. Kanska serliga tí hon av álvara hevði sett sær fyri at spæla ein avgerandi leiklut í dyst- inum, men eisini tí hon hevur sera góð hondbólts- evni. Hon var við í tí allar mesta av uppspæli, sum VÍF hevði hetta seinasta korterið, og við kropsligu styrki síni er hon sera torfør hjá mótstøðuverjuni at halda. Hetta seinasta kom eisini greitt til sjóndar, tá hon javnaði til 21-21, og tá hon so eisini slapp at skjóta seinasta málið í dystinum, var dagurin í Vestmanna fullkomin. Undirhaldandi Undan hesum hevði VÍF nýtt seinasta time-outið á árinum til at smoyggja allar genturnar í gulltroyggjur, soleiðis at tær við dystarlok kundu smoyggja gulu bún- arnar av sær, og gullklædd- ar kundu taka ímóti sjón- ligu merkjunum um, at tær nú eru Føroyameistarar. Hetta var aftur ein partur av undirhaldinum, sum av álvara varð sett í hásætið hendan leygardagin. Ikki bara tí VÍF hevði rigga alt til, so dagurin skuldi gerast minniligur, men so sanniliga eisini tí Stjørnan var komin til Vestmanna fyri at geva VÍF ein harðan dyst. Hetta eydnaðist teim- um eisini, og hóast tað sjálvandi ongan tíð smakk- ar væl at taka til takkar við silvurinum, tá tú hevur roynt gullið, so munnu tær tó vera ernar av avrikinum í Vestmanna. Tær prógvaðu undir øll- um umstøðum, at tað ikki á nakran hátt var tilvildin, sum ráddi, tá tær í fjør gjørdust meistarar, og halda tær stílin komandi kapping- arár, skal VÍF ikki á nakran hátt rokna við at sleppa eins snikkaleysar ígjøgnum enn eitt hondbóltsár. Tað sluppu tær tó í vetur, og tá saman um kemur, er tað helst eingin, sum fær sagt teim- um stórvegis ímóti, tá tær siga seg vera besat kvinnu- liðið í landinum. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ioana Rápa 9(6), Nik- olina Eyðbjørnsdóttir 6, Sóley Mikkelsen 3, Man- uela Stan 2, Fríða Marjun- ardóttir 2, Jacklin Durhuus 2, Randi Kúrberg 1 Stjrønan: Simona Dziugyte 13(6), Joan M. Joensen 3, Andriana Milodanovic 3, Annika Ljósstein 2, Anna Kristina Samson 1 Brotskøst: VÍF 7, Stjørnan 8 Útvísingar: VÍF 3, Stjørn- an 1 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen VÍF-Stjørnan 25-22 (12-11) Máttu stríðast fyri seinasta sigrinum Tá dysturin var lokin, vórðu gulu troyggjurnar skryktar av, so áskoðararnir kundu síggja gulltroyggjurnar, sum VÍF liðið hevði funnið fram til dagin Tá eitt FM-heitið er vunnið, er lagið í skiftingarrúminum sjálvandi av tí allarbesta Efitr at tær langt síðani hava staðfest heitið, kundi Sóley Mikkelsen endiliga lyfta steypið leygardagin dreingir -12 gulldreingir -12 gulldreingir -12 gulldreingir du styrki í nógvar mátar, og ein av hesum hevur so sanniliga verið stóra breiddin í hópinum. Støðugt hava einir 15 mans kappast um plássini, dystin á árinum Rógvi Nielsen, 10 mál Hóast hann vegna skaða hevur verið burtur frá hondbóltinum í nærum eitt ár, so telist Rógvi framvegis millum allar bestu strikuspælararnar í landinum. Fyrst og fremst hevur hann eina øgiliga kropsstyrki, sum ger hann sera stinnan í verjupartinum, men hetta verður so avgjørt eisini nýtt í álopspartinum, tá hann nýtir bulin til at skapa pláss til bakspælararnar. Sjúrður Holm, 19 mál Nakar málslúkur verður hann helst ongantíð, men tað er eisini fyrst og fremst í verjupartinum, at Sjúrður hevur sína styrki. Her kann týdningur hansara fyri VÍF neyvan undirmetast, tí hann hevur ótrúliga góð evni at binda verjuspælið saman. Er hartil eisini sera sterkur í blokkinum, og hevur á hendan hátt gjørt tilveruna súra fyri nógvar álopsleikarar í landinum. Agnar Joensen, 53 mál Er so avgjørt ikki tann leikarin, sum tú leggur best merki til á einum hondbóltsliði, og kanska hevur Agnar eisini staðið í skugganum av stóru skjúttunum hjá VÍF. Hevur tó fingið heilt fitt av tíð á vøllinum, tí hann er somikið fjølbroyttur í spælinum, at hann kann nýtast á mest sum øllum plássum, og er tí ein virðismikil leikari hjá venjarnum at hava at taka til. Fjølbroytni hansara er tó helst eisini viðvirkandi til, at Agnar hevur ilt við at seta seg nakað fast pláss á liðnum. Johnny Joensen, 59 mál Var skaddur stóran part av grundspælinum, men tá hann aftur slapp upp í part, var sjónligt, hvønn týdning hann hevur fyri spælið hjá vestmenningum. Fær at kalla hvønn dyst hópa tals mál í skjótálopum, men er eisini sera snildur, tá hann fær møguleikar tætt upp undir málinum. Hóast lítil í vavi roynist hann eisini væl kropsliga, og er tí eisini ein týðandi liður í verjuspælinum hjá VÍF. John Zachariasen, 65 mál Sum ein annar terriari hevur John í ár rokast úti á høgra veingi. Við kontantum kropsligum spæli ger hann aloftast sítt til at forða beinleiðis mótstøðumanninum í at gera nakað sum helst, og er lagið hitt rætta, kann hann eisini gera nógv um seg í álopsparinum. Er tó eitt sindur óstøðugur, men verður hildið fram eftir sama leisti sum í ár, fer hetta helst eisini at koma fyri hansara viðkomandi. Martin Hummeland, 104 mál Tað er fyrst og fremst skjótleikin og orkan sum ger Martin til ein av vandamestu vongspælarunum í landinum. Er við í at kalla hvørjum einasta mótálopi, og er somuleiðis eins skjótur heimaftur, um tørvur er á honum í verjuni. Hevur har afturat eitt sera gott avsett, soleiðis at sera væl er førur fyri at opna málið, tá lopið verður inn av veinginum. Einki er at ivast í, at VÍF í honum hevur ein hollan vongspælara í nógv ár framyvir.