týsdagur 10. apríl 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 10. apríl 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
18
Nr. 70 - 10. apríl 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Einaráðandi kvinnurnar - Einaráðandi kvinnurnar - Einaráðandi k
Tá tikið verður saman um kappingarárið, 2000/01, er einki at ivast í, hvat lið fer at fáa mestu umrøðuna. Kvinnurnar úr Vestmanna hava snø
hevur staðið teimum kurl síðani hetta
Heldur ikki í steypakappingini fekk nakað annað lið skelkað tær á nakran hátt, og tí fer tosið um hetta kappingarárið fyrst og fremst at snúgv
Sóleyð Nikkelsen, 133 mál
Kom í ár til Vestmanna at spæla, armbindið er sjónligasta
tekin um tað álit, sum felagið hevur sýnt henni í ár. Hon
hevur so eisini í allar mátar livað upp til hetta álitið, og við
framúrskarandi spæli gjøgnum megin partin av
kappingarárinum, er hon ein av heitastu biðlunum til
heitið sum ársins leikari.
Fríða Marjunardóttir, 106 mál
Hóast lítil í vavi, so hevur Fríða støðugt megnað at útfylt
sín leiklut á VIF liðnum hetta kappingarárið. Við
skjótleika sínum hevur hon verið ein týdningarmikil liður
í kontraspælinum hjá VÍF, eins og hon fleiri ferðir hevur
givið lyftir um eina bjarta framtíð sum spælskipari hjá
VÍF.
Nicolina Eyðbjørnsdóttir, 107 mál
Frá at vera ein evnarík genta, hevur Nikolina í ár ment seg
til ein av fremstu føroysku hondbóltsleikarunum. Eins og
Fríða er hon týdningarmikil í kontraspælinum hjá VÍF,
men ikki minst er tað tó í verjupartinum, at tey í Vest-
manna hava fingið gleði av hennara skjót- og treiskleika.
Alis Høghamar, 19 mál
Hevur í stóran mun kappast við Randi um plássið á
strikuni, og einki er at ivast í, at hetta er komið teimum
báðum til góðar. Kropsliga styrkin ger hana til ein sera
týðandi part í verjuspælinum, tí hon flytir seg snøgt sagt
ikki fyri nøkrum. Hetta treiskni kemur henni somuleiðis
til góðar í álopspartinum, har lutur hennara tó ikki hevur
verið eins sjónligur.
Angelina Jógvansdóttir, 7 mál
Upprunaliga var tað ikki ætlanin, at Angelina skuldi eiga
so stóran lut í kappingarárinum, tí arbeiðstíðir hennara
riggaðu ikki so væl til hondbóltin. Skaðin hjá Nicoletu
gjørdi tó, at tørvur var á hennara evnum, og uttan stór-
vegin hóvasták megnaði hon at gera sítt til at halda fast
um sigursrøðina. Varð serliga nógv nýtt í verjupartinum,
men eisini í álopspartinum hevur hon gjørt okkurt glepsið
gjøgnum árið.
Manuela Stan, 5 mál
Við spælinum, sum VÍF hevur spælt í ár, er Manuela helst
vorðin til týdningarmesti leikarin á liðnum. Millimetur
neyvu útkøstini hava verið hornasteinurin í so at siga
øllum kontraspælinum, og har umframt hava frálíku
málmansevni hennara so avgjørt gjørt sítt, tá tættir dystir
skuldu vinnast. At hon heldur ikki er sør longur úti á
vøllinum prógvaði hon eisini í seinasta dystinum.
kvinnurnar - Einaráðandi kvinnurnar - Einaráðandi kvinnurnar –
øgt sagt sitið á øllum hetta kappingarárið. Í landskappingini varð talan bert um ein kostnaðarleysan javnleik í grundspælinum, meðan eingin
a seg um einaráðandi kvinnurnar úr Vestmanna. Á hesum síðum hava valt at røða stutt um tær, sum vóru við til at tryggja VÍF gullmerkini.
Randi Kúrberg, 24 mál
Hóast hon er úr Havn, so er hetta nú triðja árið, at Randi
roynir seg í gula búnanum. Fremstu vørumerki hennara
eru treiskleikin og kontanta verjuspælið, har hon altíð fer
stríðsfúsin til verka. Hevur tó eisini ment seg nógv í
álopspartinum, har hon er týdningarmkil liður í
arbeiðinum at skapa rúmd fyri viðleikarum.
Ioana Rápa, 192 mál
Stóri rumening er í ár toppskjútti í føroysku kappingini
triðja árið á rað. Hetta sigur tað mesta um týdning hennara
í álopsspælinum, men tað er tó ikki minst í verjuspælin-
um, at styrki hennara liggur. Eins og Sóleyð eigur Ioana
púra náttúrligt at teljast milum heitastu biðlarnar til stóra
heiðurin sum ársins leikari.
Nicoleta Radu, 65 mál
Eftir eina heldur laka byrjan upp á árið menti Nicoleta seg
til at gerast ein av mest týðandi leikarunum á VÍF liðnum.
Tað var tí dyggur smeitur, tá hon breyt beinið í dysti móti
Neistanum, men av síðulinjuni kundi hon so fegnast um
avrikini hjá viðleikarunum. Styrkir hennara liggja serliga
í verju- og kontraspælinum.
Jacklin Durhuus, 51 mál
Var niðri í Slagelse stóran part av grundspælinum, men
gjørdist alt fyri eitt ein týðandi lutur á liðnum, tá hon
vendi heim aftur um jóltíðir. Hóast hon sjáldan átti fast
pláss á liðnum, so hevði hon í nógvum dystum avgerandi
leiklutir, tá hon kom inn av beinkinum fyri at avlasta hinar
bakspælararnar. Ikki minst var hetta sjónligt í steypa-
finaluni, har hon upp á 30 minuttir gjørdist stóri leikarin
hjá VÍF í dystinum.
Hallfríð Isaksen, 0 mál
Hóast hon partvíst stóð í skugganum av Manuelu, so
hevur tað í ár verið sjón fyri søgn, at Hallfríð hevur ment
seg sera nógv sum málverja. Hevur á sín egna stillisliga
hátt verið ein týdningarmikil partur av liðnum, tá hon í at
kalla øllum dystum hevur megnað at avlastað Manuelu. Í
einstøkum dystum hevur hetta eisini verið gjørt við eini
avgerandi ávirkan sum úrslitið.
Sosialurin
ynskir
kvinnunum
og monnunum
hjá VÍF
tillukku við
Føroyameistara-
heitinum