Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 10. apríl 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 20 Nr. 70 - 10. apríl 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 12 gulldreingir - 12 gulldreingir -12 gulldreingir -12 gulld Tað kann kanska tykjast órættvíst, bert at taka teir 12 leikararnar, sum eru nevndir á hesum síðum. Liðið hjá VÍF hevur í ár hava sína avgjørd og hetta hevur viðført, at tað sjáldan hava verið stundir at taka sær av løttum. Hesir 12 eru so teir, sum stóðu á dómaraseðlinum til seinasta Eli Müller, 1 mál Saman við kappingarneytanum um fremsta málverja- plássið hjá VÍF hevur Eli verið ein sera týðandi lutur av VÍF liðnum. Hevur sína avgjørdu styrki í evnunum at lesa mótstøðumenninar av, soleiðis at um hesir eru ov einstáttaðir í skotunum, verða teir at kalla beinan vegin stongdir úr dystinum. Hevur hartil eisini frágera góð evni at seta mótálop í gongd. Sámal Joensen, 124 mál Stóri bakkurin hevur aftur í ár verið vestmenningum ein sera hollur stuðul. Við dundurskotum sínum er hann altíð góður fyri nøkur mál, og undir øllum umstøðum skapar hóttan hansara nógv pláss til viðleikararnar. Varð í fjør kosin ársins verjuleikari, og hetta sigur eisini sera nógv um tann leiklut, sum hann hevur í stóru og sterkur VÍF- verjuni. Áki Olsen, 124 mál Kanska besti føroyski álopsleikarin var í ár aftur at síggja í barndómsfelagnum, og hann átti so avgjørt eisini sín lut í gullmerkjunum. Fyrst og fremst er og verður tað óhugna- liga skotstyrki hansara, sum ger hann til ein virðismiklan leikara, men hann hevur so avgjørt eisini onnur evni á einum hondbóltsvølli. Hevur eitt nú í fleiri dystum við góðum úrsliti loyst eldra bróðurin av á miðplássinum. Bárður Nielsen, 1 mál Saman við Eli telist Bárður so avgjørt millum bestu málverjarnir í landinum, og landsliðsúttøkan ber eisini boð um, at so er. Í mun til Eli er Bárður nakað fimari í málinum, eins og hann kropsliga er nakað størri enn kappingarneytin. Munurin teirra millum ger tó, at hvør í sínum lagi standi seg betri móti ávísum liðum, og hetta hevur so avgjørt verið ein av stóru styrkjunum hjá Vestmenningum. Ingi Olsen, 155 mál Ársins leikari í fjør er so avgjørt ein av heitu biðlunum til sama heiti aftur í ár. Týdningur hansara fyri liðið kann neyvan undirmetast, og er tað bæði í leiklutinum sum spælskipari og málskjútti at hann ger um seg. Er hartil eisini sera stinnur í verjuspælinum, har hann við kvik- leikanum fær fatur á nógvum bóltum. Størsta styrki hans- ara er tó helst sálarlig, tí aloftast tykist tað soleiðis, at spæl hansara bara gerst betri, størri týdningurin av dystinum er. Petur Frank Joensen, 12 mál 12 mál tykist ikki nógv fyri ein strikuspælara, sum aloftast verður nýttur í álopspartinum, men málskjótingin er heldur ikki týdningarmesta uppgávan hjá Petur Frank. Er hinvegin sera stinnur, tá pláss skal skapast fyri viðleikarum, tí hóast hann ofta tykist lítil, so megnar hann væl at nýta kroppin, og á tann hátt forða mótstøðumonn- unum í at sleppa út eftir bakspælarunum. Vestmenningar lótu ongan iva vera um, at teir í løtuni eru besta liðið í landinum, tá teir leygardagin leiktu seinasta dystin á árinum HONDBÓLTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk Hóast tað fyri langari tí síð- ani var avgjørt, at gull- merkini fyri hetta kapp- ingarárið skuldu fara til Vestmanna, so var tó nakað av spenningi undan seinasts dystinum móti StÍF. Strandingarnir eru nevn- liga teir einastu, sum í ár hava megna at sett vest- menningum forðingar fyri. Ikki bara tóku teir øll á bóli, tá teir vunnu steypafinal- una, men eisini hava teir syrgt fyri, at menninir úr Vestmanna ikki sluppu at enda kappingarárið við fullum stigatali. Skjót avgerð Tískil høvdu vestmenning- ar nakað at hevna leygar- dagin, og tað tóktist eisini skjótt greitt, at teir veruliga ætlaðu sær at hevna seg inn á strandingarnar. VÍF var snøgt sagt nógv grammari enn mótstøðu- liðið, og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn tað fór at dragna millum liðini, og eftir at VÍF hevði skotið fimm mál á rað, tóktist alt í roynd og veru at vera av- gjørt. Strandingar toktust hin- vegin als ikki at vilja tað sama við dystinum sum vertirnir. Álopsspælið kom ongantíð uipp á tær hæddirnar, sum teir áður hava sýnt, at teir eru førir fyri, og í verjuni var nær- lagni als ikki hitt sama, sum tað vanliga hevur verið. Tað var sostatt meira enn eina ferð, at Jóhan sást rópa eftir viðleikarunum, tí hesir ikki vóru nóg ansnir í verjuni, og tað skal eisini verða sagt, at málverjin hevði alla orsøk til at vera ónøgdur. VÍF sýndu klassa Fyri at venda aftur til vest- menningarnar, so sýndu teir í longum løtum av hálvleikinum, hví teir í ár hava verið nærum einaráð- andi í bestu mansdeidlini. Til tíðir gekk álopsspælið sera skjótt frameftir. Ikki minst tóktist Johnny Joen- sen at vera sera væl upp- lagdur, og tað tóktist líkamikið, um hann við fullari ferð fór einsamallur móti málinum, ella um hann tveitti seg inn frá strikuni. Úrslitið var hitt sama hvørja ferð, og munurin øktist støðugt. Tá komið varð í helvt, vóru longu níggju mál á muni, í seinna hálvleiki tóktist tað ongan tíð vera soleiðis, at StÍF á nakran hátt skuldi fara at minka um munin. Heldur tóktist tað í løtum, sum um vest- menningar høvdu ætlanir um at økja enn meira, men gestirnir sluppu bíliga, tí VÍF seinasta hálva tíman hugsaði meira um undir- haldið enn um munin á máltalvuni. Ikki tómhentir Tá alt kom til alt, so hevði VÍF sostatt prógvað, at teir í løtuni eru so nógv tað besta liðið í landinum. Í hesum dystinum tóktust teir at hava tamarhald á snøgt sagt øllum plássum. Hetta hevur eisini verið søgan megin partin av árinum, og so mugu vest- menningar bara læra at liva við, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna greipuna hetta kappingarárið. Fólkið høvdu teir til tað, men ta ferðina var dagurin bara ikki teirra, og ivaleyst eru strandingarnar eisini nøgdir um eitt gull- og eitt silvur- merki. Tað var eisini júst hettta, sum formaðurin í HSF, Petur Ovi Petersen, legði dent á, tá hann eftir dystin hevði til uppgávu at handa steyp og heiðursmerki. Hann segði uttan stórvegis iva í røddini, at hetta árið hevði VÍF so avgjørt verið tað besta liðið, men legði í sama viðfangi afturat, at strandingar so avgjørt ikki fóru tómhentir heim eftir hálvt ár á ymsu hallar- gólvunum. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 9(3), Johnny Joensen 9, Áki Olsen 8, Marti Hummelsen 4, Agnar Joensen 3, Sámal Joensen 2, John Zacharia- sen 2, Rógvi Nielsen 1 StÍF: Costin Dumitrescu 8(5), Artur Johansen 7, Kristian Petursson 4, Marius Joensen 3, Leivur Justinussen 3, Sveinbjørn Poulsen 2 Brotskøst: VÍF 4, VÍF 5 Útvísingar: VÍF 2, StÍF 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen. Eftir dystin var tað sjálvsagt, at Hjalmar Klein Olsen skuldi hava traditionella lufttúrin VÍF–StÍF 38–27 (22–13) Endaðu við málveitslu So kundi VÍF endiliga lata sjampanjupropparnar flúgva. Teir eru føroyameistar, og hetta hava teir tryggjað í stórum stíli Í fjør kiksaði tað á seinasta degi, men í ár kundi Ingi Olsen so endiliga taka ímóti steypinum