týsdagur 10. apríl 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 10. apríl 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
22
Nr. 70 - 10. apríl 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Hjørleif Kúrberg
heldur eina av høv-
uðsorsøkunum til
FM-heitið vera mátin,
sum kvinnurnar hava
riggað saman uttan
fyri vøllin
FØROYAMEISTARI
Jákup Mørk
Hóast hann av teimum
flestu verður mettur sum
ektaður havnarmaður, so
hevur Hjørleif Kúrberg í
verið annar av venjarunum
hjá VÍF-kvinnunum, sum í
ár hava beint alla mótstøðu
til viks. Sjálvur heldur hann
tó ikki, at tað er nakað løg-
ið í hesum.
- Tað er nú ikki fyrstu
ferð at eg eri her norðuri.
Eg havi áður vant menninar
hjá VÍF, og fyrra árið var eg
somuleiðis
venjari
hjá
kvinnunum. Nú helt eg sum
so, at eg var givin, men tá
tey so aftur heittu á meg,
játtaði eg kortini. Tað er
eisini eitt sindur ringt at
siga nei, tá dótturin spælir
við, sigur Hjørleif.
Ikki kann sigast annað
enn, at árið hevur hylnast
væl, og Hjørleif viðgongur
eisini, at hann ikki eitt sek-
und hevur angra avgerðina.
- Nei, og so avgjørt ikki
eina løtu sum hesa. Tá er alt
ljósareytt, men tað fer tó
avstað við nógvari tíð, sigur
Hjørleif, sum annars leggur
dent á, at genturnar hava
verið ótrúliga góðar at fáast
við. Ikki minst leggur hann
dent á, hvussu væl tær hava
riggað saman sosialt.
Ikki bangin
Mong mundu halda, at FM-
vónirnar fingu eitt álvarsl-
igt skot fyri bógvin, tá Nic-
oleta Radu breyt beinið,
men hóast hetta var ein
stórur missur, so sigur
Hjørleif, at hann ongan tíð
var bangin um, at tað
kanska fór at kiksa.
- Tað haldi eg ikki, at
mann kann siga. Vit hava
havt eitt sera væl virkandi
lið, har tær ungu hjá okkum
veruliga hava ment seg í ár,
soleiðis at talan í veruleik-
anum er um eitt lið uttan
tær heilt stóru stjørnurnar.
Gaman í skjýtur Ioana nógv
mál, men hon tekur so eis-
ini stóran part av brotskøst-
unum.
Har umframt má eg so
eisini rósa Daniel fyri tað
arbeiði, sum hann hevur
framt í árinum. Eg kann
bara siga tað allarbesta um
evni hansara sum venjara,
og hetta hevur so avgjørt
verið ein av høvuðsorsøk-
unum til góða úrslitið, sigur
Hjørleif Kúrberg at enda.
The Grand-old man
hjá vestmenningum
er uttan iva Sjúrður
Holm, sum í samfull
22 ár hevur spælt
hondbólt í bestu
mansdeildini
FØROYAMEISTARI
Jákup Mørk
Ein av høvuðsstuðlunum
hjá VÍF í mong ár hevur
verið drúgvi verjuleikarin,
Sjúrður Holm. Hóast hann
ikki er so nógv at síggja á
máltalvuni, so liggur hans-
ara partur í fullmerkjunum
so avgjørt ikki eftir.
Brellast altíð
Tað hevur annars fleiri
ferðir ljóðað, at Sjúrður
skuldi gevast við hondbólt-
inum, og onkun tíð hevur
hann eisini sagt farvæl.
Spurdur, hvussu tað ber til,
at hann kortini er aftur at
síggja, sigur hann, at tað
fyrst og fremst er hugurin,
sum drívur verkið.
- Tað er stuttligt. Hvørja
ferð mann hevur hug at
gevast, brellist eg kortini
aftur, og so er bara at fara
ígongd.
Tey bæði seinastu árini
hevur hetta tó ongan tíð
verið upp á tal. Sjúrður
hevur tá verið við frá fyrsta
venjingarkvøldinum, men
soleiðis hevur ikki verið
altíð.
- Nei, okkurt árið havi eg
ikki havt stundir vegna arb-
eiðið, men tá teir so hava
heitt á meg, so eri eg altíð
farin ígongd kortini, sigur
verjuskansin, sum í ár leikti
sítt 22. ár í bestu mans-
deildini. Hann kom blað-
ungir inn á besta mansliðið
hjá Neistanum í 1979, og
hevur hann síðani hetta
spælt í bestu deildini.
Spurdur, um hann eisini
verður at síggja á liðnum
hjá VÍF sigur Sjúrður, at tað
veit hann ikki.
- Nú tori eg so ikki at siga
nakað sum helst, eru sein-
astu orðini frá Sjurða
Holm.
Ingi Olsen heldur, at
meðan hini liðini ant-
in eru viknaði ella
standa í stað, so hev-
ur VÍF í ár styrkt um
hópin, og at hetta er
orsøkin til einaveldi
teirra í landskapping-
ini
FØROYAMEISTARI
Jákup Mørk
Meðan vit í fjør og fyrra ár-
ið høvdu tvær øgiliga
spennandi landskappingar í
bestu mansdeildini, hevur
kappingin í ár verið full-
komuliga dominerað av
VÍF. Tað er annars bert eitt
ár síðani, at VÍF stóð sum
tapari í einum alt avgerandi
dysti, har einki varð avgjørt
fyrr enn seinasta korterið,
men soleiðis var ikki í ár.
Eru styrktir
Ein av VÍF leikarunum tá
sum nú, er Ingi Olsen. Eftir
at teir høvdu smurt strand-
ingarnar av leygardagin,
hittu vit hann, og spurdu,
hvat tað er, sum er hent við
kappingini í ár. Eru tað hini
liðini, sum eru vorðin veik-
ari, ella er VÍF bara so nógv
betri fyri í ár.
- Um tú hyggur eftir hin-
um liðnum sum heild, so er
greitt, at vit hava fingið
styrk. Eitt nú var Áki ikki í
okkara parti í fjør, og hann
gjørdi millum annað um
seg seinasta dystin í Vest-
manna. Í ár hevur hann so
verið við okkum, og tað er
so sjálvandi ein styrkur,
samstundis sum hetta hevur
verið ein missur fyri Neist-
an.
- Eisini hava vit fingið
John aftur í ár, eins og vit
hava havt útlendskan leik-
ara, so alt í alt haldi eg, at
vit eru sterkari í ár, enn vit
vóru í fjør. Ikki minst hevur
breiði hópurin gjørt sítt.
Spurdur um teir í ár hava
vant harðari enn vanligt,
sigur Ingi, at tað heldur
hann ikki.
- Vit hava vant tær tríggj-
ar-fýra ferðirnar um vik-
una, sum vit plaga, so í so
máta er einki broytt. Vit
vóru tó á eini venjingarlegu
undan kappingini, og hetta
hevur kanska merkt, at vit
alt fyri eitt vóru væl fyri.
- Vit hava eisini verið nóg
hepnir til at vinna fleiri
dystir við einum máli, og
tað sigur kanska eisini nak-
að um, at vit hava verið tað
betri fyri enn mótstøðulið-
ini. Eg trúgvi í øllum førum
ikki, at tú bara ert heppin
tíggju ferðir á rað, sigur
hann smílandi.
- Har afturat er tað eisini
umráðandi, at leikararnir
duga at vinna og tora at
vinna. Har haldi eg okkum
hava verið dugnaligar til at
halda høvdið kalt í avger-
andi løtum, og í fleiri dyst-
um hevur tað nærum verið
soleiðis, at vit snøgt sagt
ikki hava trúð upp á møgu-
leikan fyri einum tapi. Hin-
vegin sóu vit eitt nú í
steypafinaluni, at tá tað so
brádliga gongur okkum
illa, so fáa vit einki til at
rigga.
Vildu hevna seg
Nú nevndi Ingi sjálvur
steypafinaluna, og einki er
at ivast í, at hetta var dygg-
ur smeitur hjá vestmenn-
ingunum. Harafturat vóru
teir fyri einasta stigamissi í
landskappingini móti júst
StÍF, og Ingi ásannar eisini,
at teir ætlaðu sær at hevna
hetta, tá teir fóru á vøllin
leygardagin.
- Eg haldi, at tað var sjón-
ligt í dag, at vit vóru meira
uppsettir í dag enn teir. Ein
trupulleiki hjá okkum hev-
ur eisini verið, at vit hava
svingað nógv upp og niður
sálarliga. Móti Kyndli her-
fyri vóru vit til dømis sera
tamir, men eg haldi at vit í
dag prógvaðu, at vit eru
førir at spæla væl betri enn
nakað annað lið í Føroyum.
Orange-litta troyggjan
Tey, sum hava fylgt VÍF
seinnu árini, hava kanska
lagt til merkis, at Ingi at
kalla altíð spælir í einari
orangelittari troyggju innan
fyri gula VÍF búnan. Spurd-
ur um hetta hevur nakað
við pátrúgv at gera, svarar
Ingi, at tað heldur hann
ikki.
- Nei, eg haldi ikki, at tal-
an er um pátrúgv. Eg hevði
hesa troyggjuna heimvið,
eftir at eg hevði verið niðri
og spælt. Har høvdu vit alt-
íð hesar troyggjurnar innan
fyri, og tað er so nakað,
sum eg havi fast við.
Kanska tí vit fluttu upp tað
árið, sum eg spældi í Dan-
mark.
- Eg havi tó ikki verið í
henni hvørja ferð, men
seinastu dystirnar havi eg
so altíð verið í henni. Eg
minnist ikki, um eg kanska
havi gloymt hana, onkra
ferðina, tá vit hava tapt. Í
steypafinaluni var í øllum
førum sera heitt í høllini, so
kanska havi eg ikki verið í
henni tá. Tað skuldi eg
kanska havt gjørt, sigur
Ingi Olsen at enda.
Havnarmaðurin í Vestmanna
Hóast Nicoleta breyt beinið,
so var Hjørleif ongan tíð
bangin um, at FM heitið fór
at kiksa hjá teimum
Mynd: Álvur Haraldsen
Drúgvur á vøllinum
Sjúrður torir ikki at siga
nakað um, hvørt hann
verður aftur á vøllinum
komandi kappingarár
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF fær meðan hini missa
Ingi Olsen sigur seg ikki halda upp á pátrúgv, men kortini
spælir hann at kalla altíð í somu orangulittur T-troyggjuni
undir VÍF-búnanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hálvfinalurnar í FM-kappingini fyri pør
vórðu avgreiddar um vikuskiftið, og nú er
greitt, hvørji tey 26 í finaluumfarinum verða
BRIDGE
Arnbjørn Sivertsen og Bogi Simonsen
Luttøkan til semifinaluna í FM kappingini fyri pør var ikki
av teimum størstu í ár. 22 pør spældu við, og er hetta
nakað væl minni, enn tað plagar at vera. Vert er at leggja
til merkis, at eingin luttøka var av bygd, tá Eysturoyggin er
undantikin. Hetta er stórt spell.
FBS hevði biðið føroyameistararnar frá í fjør, Róa á
Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen, skipa fyri og vera
kappingarleiðarar í semifinaluni. Hetta greiddu teir avbera
væl og fingu nógv uppiborið rós frá luttakarunum í
kappingini fyri avrik á høgum støði.
Eitt par skaraði framúr í semifinaluni. Símin Lassaberg
og Árant Berjastein, sum hava verið makkarar í fleiri ár
men ikki hava spælt saman í ár, høvdu funnið saman aftur
til hesa kappingina, og teir vunnu við ikki minni enn 69
stigum til nr 2. At hetta er annað av pørunum, sum skal
umboða Føroyar í norðurlendsku kappingini í Rottneros í
mai, kunnu vit fegnast um og kanska vanta okkum eitt gott
úrslit har í ár (hitt parið er Árni Dam og Marner Joensen).
Men fyrst skal so FM finalan fyri pør avgreiðast, og eru
Símin og Árant avgjørt millum favorittarnar.
Tey 13 pørini, sum spældu seg í finaluna, vóru hesi
(miðal er 0):
1. Símin Lassaberg — Árant Berjastein
150
2. Mortan Rasmussen — Finn Ougaard
81
3. Marner Joensen — Árni Dam
65
4. Magni Jøkladal — Pól Egholm
63
5. Oddmar Danielsen — Einar Ellingsgaard
52
6. Zakaris Joensen — Salomon Johansen
33
7. Atli Hansen — Jógvan Ranghamar
29
8. Bogi Simonsen — Niels Nielsen
22
9. Eybjartur Danielsen — Hallberg Arnfríðsson
22
10. Reimund Langgaard — Bjarki Johannesen
18
11. Øssur Winthereig — Luitjen Apol
14
12. Hans Egil Joensen — Edmund Joensen
2
13. Ingibjørg Hansen — Henriette Svenstrup
-14
FM finalan fyri pør verður leikt í Bridgehúsinum í Havn
leygardagin 21. apríl.
Í finaluni vera 16 pør. Trý pør fingu frípláss í finaluna,
m.a. orsakað av, at tey hjálptu til við at skipa fyri semi-
finaluni. Hesi eru eru:
Rói á Rógvu Joensen — Allan Dal-Christiansen
Heðin Mouritsen — Jóannes Mouritsen
Hans Jacob Petersen — Arnbjørn Sivertsen
Spælið
Vit hava einki spæl frá semifinaluni at seta í blaðið. Men
her er eitt spæl frá liðkappingini í Havnar Bridgefelag,
sum vit fingu frá Símin Lassaberg.
N/-
Norður
KQ102
A65
87532
3
Vestur
Eystur
54
J983
KQJ843
107
KQ
J6
J5
K9762
Suður
A76
2
A1094
AQ1084
NS: Símin Lassaberg — Árni Dam
EV: Oddmar Danielsen — Hannis Jacobsen
Vestur
Norður Eystur Suður
-
pass
pass
1 kl
1 hj
D*
pass
2 rú
2 hj
3 rú
pass
5 rú
pass
pass
pass
* Negativ dupling. Lovar teir ómeldaðu litirnar.
Útspælið var hj K, sum Árni tók við essinum. Hann spældi
síðan rútara til níggjuni, og frúgvin fekk stikkið. Hannis
spældi hjQ aftur, sum Árni trumfaði. Hann tók klA, spældi
kleyvara til trumf, rútara til essið, kleyvara til trumf, tók
spK, spældi spaðara til essið, enn ein kleyvara til trumf, og
støðan var hendan.
Q10
6
-
-
J9
ongan
-
týdning
-
K
7
-
10
Q
Tá Árni nú spældi hjartara frá borðinum til trumf á hond-
ini, skuldi Eystur halda sp J9 og kl K, sum jú var
ómøguligt. Hann var skvisaður. Væl spælt av Árna, hóast
hetta bara var eitt týdningarleyst yvirstikk í einum liðdysti.
Fekk rós frá venjaran-
um, tá hann leygar-
dagin í Brønshøj fyri
fyrstu ferð royndi seg
í næstbestu deildini
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Ein føroyingur afturat tyk-
ist ætla at gera um seg í
donskum fótbólti. Talan er
um átjan ára gamla Atla
Gregersen. Hann hevur tey
bæði seinastu árini vant í
Randers, og leygardagin
fekk hann fyri fyrstu ferð
møguleikan á besta liðnum
hjá Randers Freja.
Randers liðið, sum er í
næstbestu deildini, vitjaði í
Brønshøj í Keypmanna-
havn, og Atli Gregersen
kom á vøllin, tá seinna um-
farið var gott og væl hálv-
runnið. Tá var støðan 1–0
til heimaliðið, sum endaði
omaná
við
3–0
sigri.
Brønshøj telist millum lið-
ini í næstbestu deildini,
sum úrslitaliga hevur havt
mesta undanvindin nógvu
tey seinastu umførini.
Atli Gregersen er verju-
spælari. Ta løtuna hann var
á vøllinum fóru tvey mál
ígjøgnum, og tí kann tað
kanska tykjast, sum um
hann ikki var við til at gera
støðuna betur, eftir at hann
var komin á vøllin.
Men tað helt lokala blað-
ið í Randers ikki í sunnu-
dagsútgávuni:
– Ungi føroyingurin var
ein av teimum heilt fáu,
sum kundi vera nøgdur við
hugburðin og avrikið, stað-
festi tíðindamaðurin, sum
hevði verið við sínum býar-
liði í Keypmannahavn.
Seinnapartin av seinna
umfarinum hevði Randers
Freja nógv fólk frammi á
vøllinum, tá teir royndu at
javna. Stutt eftir at Atli
Gregersen var komin á
vøllin, hevði hann eftir
hornaspark góða skotroynd,
sum fór dygst skeivu megin
stólpan.
Vilja frameftir
Atli Gregersen traðkaði
fyrstu fótbóltsskógvarnar í
B36. Fyri nøkrum árum
síðani flutti hann saman við
foreldrunum niður á Born-
holm. Nú gongur hann ann-
að árið á handils studenta-
skúla í Grenå, har serligur
dentur verður lagdur á ítrótt
og hjá Atla fótbólt. Ábyrgd-
ina fyri fótbóltsvenjingini á
skúlanum
hevur
Kent
Nielsen, sum er uppvaksin í
Brønshøj, og sum fyri
tíggju árum síðani var ein
av stuðlunum í miðverjuni
á landsliðnum.
Teinurin úr Grenå og til
Randers er 55 kilometrar,
og hjá Atla Gregersen fer
tað dagliga við rúmari tíð at
koyra aftur og fram í bussi.
Men hugurin til fótbóltin
hjá 194 centimetra høga
unga manninum er góður,
og leygardagin fekk hann
fyrstu rættuligu ábending-
ina um, at tað fer kanska at
spyrjast nakað burturúr.
Atli Gregersen vil fegin
gera nógv við fótbóltin. Tað
vilja teir í Randers eisini.
Krúnjydarnir,
sum
teir
vanliga verða róptir, eru eitt
sindur niðanfyri miðjuna í
næstbestu deildini. Málið
er at røkka bestu deildini.
Tað gera teir neyvan í hes-
um kappingarárinum. Men
tað er ikki ónhugsandi, at
tað verður grundarlag fyri
uppflyting seinni. Áhugin
fyri fótbólti í Randers er
stórur. Tað sást á áskoðara-
talinum hjá Randers Freja á
heimavølli. Har møta fleiri
upp, enn tað gera í flestu
øðrum feløgunum í 1.
deild.
Vánirnar fyri framgongd
og harvið uppflyting eru
altíð tengdar at fíggjarliga
grundarlagnum. Tølini á
niðastu regluni eru sum oft-
ast reyð hjá fótbóltsfeløg-
unum í Danmark. Í Randers
Freja kenna teir nógv til
hetta. Fyri nøkrum árum
síðani fór peningafótbóltur-
in í býnum á húsagang. Nú
hevur Randers Freja strítt
seg aftur í næstbestu deild-
ina.
Men teir hava ikki spent
fíggjarliga bogan serliga
høgt. Fyri stuttum varð
roknskapurin fyri síðsta
fíggjarár
almannakunn-
gjørdur. Tað varð nógv um-
røtt í donskum fjølmiðlum,
at felagið hevði eitt rætt-
uliga fitt avlop. Hetta átti at
givið felagnum og harvið
eisini føroyska miðverjan-
um, Atla Gregersen, møgu-
leikar fyri menning og
framgongd.
Finaluluttakararnir funnir
Atli Gregersen á besta liðnum
í Randers