Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 142 - 26. juli 2007 tíðindi Samrøða Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang Hon er veruliga litrík. Eg meini við Jakobinu, sum fyrr nevndist Hansen, men nú Tórstún, til eftirnavn.. Jakobina gjørdist kend rødd, tá hon í 1982 var við á plátuni hjá Glataðu Spæli­ monnunum, ið nevndist Gluggamynd. Nú er hon aftur! Litríkari og sjálvtryggari enn nakrantíð. Smæðin, men spelkin, kemur hon inn á redaktión­ ina í Miðlahúsinum. ­ Halt ....., tað var gott tú ringdi, sigur hon , tá eg klokkan 8:30 ringi fyri at útseta ætlaðu samrøðuna (ið skuldi vera klokkan 9:00), til seinnapartin. ­ Je standi her og koyri varrastift (úttalast lebastift) á, sigur Jakobina og vág­ bingurin noktar seg ikki, eft­ ir hóast eini 27 ár í Havn. ­ Ná, men so passaði tað so væl, okur skulu koyra fløgurnar út fyrrapartin, og skulu norðureftir einaferð seinnapartin, sigur Jakobi­ na, og troppar upp klokkan 12:30 í Miðlahúsinum. Jakobina er skipari Jakobina er aktuell við nýggjari fløgu. Kendast er hon frá samstarvinum við beiggjan Palla. Plátan við teimum báðum og Glataðu Spælimonnunum kom í 1982 og kendast er t.d. lag­ ið um Boga og allar nýføð­ ingar í verðini, ið Jóanes Nielsen yrkti. Men Jakobina er nú skip­ ari fyri manningini, ið telur 16 . Hon gevur í dag út flø­ gu, ið hon sjálv hevur sam­ skipað og lagt tilrættis. Hon eigur eisini stóran part av tilfarinum á fløguni. Í kvøld verður útgávukonsert í Glit­ ni. Samrøðan sveimar víða, aftur og fram, tí meira enn - Nú fari eg at hve