hósdagur 26. juli 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 26. juli 2007
39
tíðindi
25 ár eru síðani Jakobina
seinast veruliga var í eldin
um. Mest fylla áttatiárini, tí
nýkomin til Havnar kom
Jakobina í alt møguligt í lív
liga umhvørvinum kring
tónleik, jazzfelag, politik
og fakfeløg.
Læsti seg inni
Fyrr var eg mest viðhang,
men nú vildi eg sjálv standa
á odda, sigur Jakobina.
Fleiri minnast hana frá
plátuni við Glataðu Spæli
monnunum og síðani frá
sjónvarpsendingum
sum
Glaðir Amatørar og Kjør
breyt. Men Men hon hevur
verið á palli av og á hesi far
nu 25 árini.Oftast er tað
saman við beiggjanum Pal
la, at hon trínur fram og í
fjør framførdu tey í Sjón
leikarhúsinum í Havn.
Eitt skifti í áttatiárunum
var Jakobina í Danmark og
tá var hon eisini virkin og
var við í bólkinum Flytifugl
ar, sum Fróði Vestergaard
stóð á odda fyri.
Jakobina hevur øll árini
verið virkin meira og minni
og t.d. hevur hon skrivað
mangan føðingardags og
brúdleypssang.
Eg verði ofta biðin at
framføra, men eg havi dug
að ov illa at biða fólk afturat
mær, tí eg havi ikki hildið,
at tey hava tímað at spælt
saman við mær. Kanska er
tað smædni, ið ger galdandi,
sigur
annars
framfýsna
Jakobina.
Men fløgan og hendan
arbeiðsgongdin hava flutt
míni mørk, og eg havi nú
størri sjálvsálit, sigur Jakob
ina.
Tað var Jóan Jakku
Guttesen, ið gav mær spark
ið at fara í holt við at gera
fløguna. Vit fylgdust til
Havnar og hann segði, at nú
skildi eg fara at gera dreym
in til veruleika. Soleiðis
kom eg í gongd. Á hvítusun
nu læsti eg meg inni í 3 dag
ar, meðan familjan varð
send suður. Tá gjørdi eg
eisini orðini til yrkingina
"Brotið" liðug. Hetta var
annars gamalt útkast frá
áttatiárunum. Sangurin er
sera persónligur, men eg
havi gjørt hann almennan,
sigur Jakobina, og greiðir
frá persónligu viðurskiftu
num kring sangin.
Eitt instrumentalt lag á
fløguni er eisini við og tað
er fyrsta lagið, Jakobina
hevur gjørt.
Fólk fáa rúmd
á fløguni
Eg havi "hondplukkað"
fólkini, sum eru á fløguni,
sigur Jakobina, og úrvalslið
ið, sum er á fløguni, ber eisi
ni boð um hetta.
Hetta eru fólk, sum eg
havi havt í huganum til ein
støku løgini. Eg kenni nógv
fólk og eg tori eisini at spyr
ja. T.d. hoyrdi eg Ólav
Olsen spæla og eg visti, at
tað var hann, ið skuldi spæ
la instrumentala lagið, tí
hann spældi so kenslubor
ið.
Eg havi roynt at fáa ein
støku
persónligheitirnar
fram, sigur Jakobina.
Til dømis eigur Kári P
orðini til lag hjá Palla. Palli
og eg hava ofta sungið sang
in tvíræddaðan, men eg vil
di fegin hava Kára at syngja.
Kári er ikki tann, ið loypur
á, og hann bar seg eisini
undan, men játtaði til end
ans. Tað endaði við, at hann
bar sangin so væl, at eg val
di at hava eittt ljóðføri at
spæla aðrurøddina, sigur
Jacobina.
At vit hava tikið upp í
Nólsoy í studio Oyravox
hjá Terja Rasmussen hevur
eisini gjørt, at vinarbond
eru knýtt og hetta merkir
heilt víst huglagið á fløguni.
Fólk hava lagt sál og orku í,
sigur ein fegin Jakobina.
Tónleikur í upp
vøkstrinum.
Tónleikur hevur verið nátt
úrligur partur av uppvøkstri
num. Abbin , Palli í Tøðuni,
yrkti, og mamman hevur
ein systkinaflokk, ið syngur,
spælir og yrkir og tá familj
an er saman, er sangur og
spæl á skránni.
Eisini á pápa síðuni er
yrking of spæl og kend
nøvn
eru
t.d.
Robert
McBirnie og Poul F. Joen
sen. Eg eri uppvaksin við
Føroya Fólks Sangbók. Eg
lærdi at spæla guitar hjá
Frelsunarherinum og eg lær
di Palla at spæla, men hann
fór skjótt framum meg.
Men hann slapp eisini at
sita og venja. Um eg hevði
sitið so, hevði eg verið hild
in at verið ein ónytta. Tað
heila var eitt sindur gamal
dags í so máta, sigur Jakob
ina, men ásannar, at Palli
nokk hevði betri bindini
enn hon.
KGB og mót
mælisgongur
Palli var við í bólkinum
Orion. Eg var við eitt skifti
á rútmuguitar. Ungdómurin
hittist javnan hjá okkum eft
ir dansin. Hvussu vit rúm
tust í kamarinum er ein
gáta, sigur Jakobina, ið
minnst, at mamman kom
við smurdum breyði til
náttargestirnar.
Í 1979 fluttu Palli og Jako
bina til Havnar og búðu í
kollektivi. Jakobina kom
uppí fakfelagsarbeiði.
Áttatiárini vóru virkin
og nógv hendi. Tað vóru
mangar krav og mótmælis
gongur, har eg var við. T.d
móti NATO og so var tað
eisini Reyði 1. Mei, minnist
Jakobina.
Politiska
karrieran??,
flennir Jakobina.
Eg varð vald til forkvin
nu í Havnar Arbeiðskvinnu
felag í 1980. Tá var eg bert
22 ár. Men fólk savnaðu
undirskriftir, tí tey vildu
ikki hava eina politiskt
"reyða"
forkvinnu,
ein
kommunist. So bleiv rætti
ligt rok. Kallað varð til
eykaaðalfund og eini 140
fólk møttu. Á sjálvum aðal
fundinum, har eg lógliga
varð vald, møttu bert eini
30 fólk.Eg valdi at lata
atkvøðu fara fram, heldur
enn at halda uppá fyrru
atkvøðuna, og eg fall. Men
har var rok og skitin vápn.
Eg var millum annað skuld
sett fyri at verða leigusvein
ur hjá KGB og fyri at hava
tikið av kassanum. Tað var
veruliga grovt, ið fór fram,
minnist Jakobina, sum tó í
dag kann flenna eftir hesum
og ungu vágsdámuni í
Havn.
Kanska var tað tí, at eg
ikki var bangin fyri at siga
tað ið eg meinti, at eg kom
uppí so mangt hasi árini,
sigur vágskvinnan, sum nú
hevur búð eini 27 ár í
Havn.
Eisini minnist hon tíðina
í Perluni, har jazzfalagið og
ungdómurin helt til.
Heldur fisk enn fólk
Tá eg hyggi í bakspegilin,
so hendi tað mesta í nokk í
áttatiárunum.Men so fekk
eg børn og familju. Nú eru
børnini størri og eg havi aft
ur betri tíð til meg sjálva.
Eg havi arbeitt sum
pedagogur í 18 ár og havi
sungið nógv við børnunum.
Í løtuni havi eg onki arbeiði,
sigur Jakobina.
Nú ætli eg mær at
arbeiða í fiski, ella okkurt
líknandi. Eg ætli í hvussu
er ikki at arbeiða við fólki,
tí tað krevur nógv. Nú er
stundin komin, at eg fari at
hvessa mær vitið aftur. Eg
gleði meg at standa og skera
ella pakka fisk, meðan eg
lurti eftir útvarpinum. So
leggi eg ikki petti í, um eg
fari niður í løn, sigur ein
glað og fløguaktuell Jakob
ina.
ssa mær vitið aftur
Jakobina er kend fyri sín leiklut í føroyskum tónleiki. Hon er ein litríkur persónur, ið ikki settur
ljósið undir skeppuna. Hóast hon í eini 25 ár hevur verið meira og minni partur av fólkatónleik
araumhvørvinum, so gevur hon í dag út sína fyrstu fløgu, ið hon sjálv stendur fyri frá byrjan
til enda. Hon hevur alla sína tíð verið uppi í so mongum, millum annað verið skuldsett fyri at
verið KGB agentur og at hava tikið av fakfelagskassanum. Men hóast hon sjálv lýsir seg sum eina,
ið sigur ov nógv, so metir Jakobina, at tað er smædni, sum er er orøk til, at hon ikki fyrr enn nú
gevur fløgu út undir egnum navni