fríggjadagur 27. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2007
tel. 35 35 31 · fax 35 35 32 · klokkan@klokkan.fo · www.klokkan.fo
Góða ólavsøku..
Silvur til Ólavsøkuklæðini
...Tín skjótasta farmaleið!
SBW søkir eftir einum skrivstovufólki. Starvið verður
at seta skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um:
Avgreiðslu av inngangandi farmi
Kundaavgreiðslu
Vanligt skrivstovuarbeiði
Toll avgreiðslu
Førleikakrøv:
Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur royndir innan
skrivstovuarbeiði. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin
hevur skrivstovuútbúgving.
Neyðugt er, at viðkomandi er vanur at arbeiða við teldu.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi kann arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanaðarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært avtalu.
Umsóknir við møguligum prógvum skulu sendast til
Smyril Blue Water P/F
Att. Heðin Joensen
Postsmoga 3296
FO-110 Tórshavn
hedinj@sbwcargo.com
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
12. august 2007.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Heðin Joensen á tlf. 309620
Søkt verður eftir einum
fólki til Smyril Blue Water
...tá ið prísurin eisini
er avgerandi!
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
Allar
tær
kulu
6 Lýsingar
www.sev.fo
Verður tú okkara starvsfólkaleiðari?
Hjá Elfelagnum SEV starvast umleið
hálvtannaðhundrað fólk. Broytingar
nar í lóggávu eins og bygnaðarbroyt
ingarnar og broytingar í krøvum
annars til felagið fara í framtíðini at
seta broytt krøv til starvsfólkini. Fyri at
hesi skulu fáa so góðar umstøður, sum
gjørligt at menna seg til broytingarnar,
herundir m.a. skipaða eftirútbúgving v.
m. er avgjørt at sóknast eftir rætta
persóninum at vera við til at menna
starvsfólkini og starvsfólkaøkið, og
harvið alt felagið.
Virksemið verður helst í framtíðini
meira sundurskilt, har framleiðslu
verkini og elnetið fara at arbeiða meira
leyst av hvørt øðrum.
Við framleiðsluverkini arbeiða eini 50
– 60 fólk, meginparturin væl útbúnir
maskinmeistarar.
Við elnetspartin arbeiða eisini eitt
tilsvarandi tal av fólki, harav hand
verkarar og verkfrøðingar, sum hava
vunnið sær servitan innan hettar
arbeiðsøkið.
Harumframt er felagsvirksemi, so sum
bókhald, kundatænasta og fyrisiting
annars.
Tínar uppgávur verða at:
• standa á odda fyri starvsfólkadeildini
• hava ábyrgdina av starvsfólkapoli
tikkinum
• gera eina starvsfólkastrategi fyri alla
fyritøkuna í samstarvi við leiðsluna
• standa fyri og leggja til rættis
útbúgvingar fyri starvsfólkið
• verða stuðul og ráðgevi hjá
deildarstjórunum
• vera við til at seta fólk í starv
• luttaka á leiðslufundum, har
starvsfólkamál verða umrødd
• luttaka í lønarsamráðingum
• fara ígjøgnum og meta um verandi
sáttmálar
• undirvísa innanhýsis
Tínir førleikar:
Vit rokna við, at tú hevur eina hósk
andi útbúgving frá hægri lærustovni.
Tú er ein persónur, sum tekur ábyrgd,
dámar avbjóðingar og er fyrikomandi.
Vit vænta harumframt, at tú:
• er ein góður leiðari, sum kann vera
við til at ganga á odda at motivera
og menna starvsfólk felagsins
• brennur fyri starvsfólkapolitikki –
bæði fakliga og menniskjaliga
• dugir at lurta og stuðla
• hevur evni at síggja felagið og
tilfeingið úr erva
• hevur menniskjaligar eginleikar
• hevur hollar arbeiðsroyndir
Løn og setanartreytir:
Fyri fólk við samfelagsvísindarligari
útbúgving verður lønin sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Búskapar og løgfrøðingafelagið,
annars eftir nærri avtalu.
Starvið hevur tilvísing til deildarstjóran
fyri fyrisitingina.
Er hetta nakað fyri teg, ella tú hevur
spurningar um starvið, kanst tú seta
teg í samband við John P. Danielsen,
deildarstjóra ella Klæmint Weihe,
stjóra á telefon 346800 ella við at
senda teldupost til jpd@sev.fo ella
kw@sev.fo.
Umsóknarfreistin er 10. september
2007.
Umsóknir skulu sendast til:
Elfelagið SEV
Landavegur 92
Postsmoga 319
FO110 Tórshavn
Viðmerk: Umsókn, starvsfólkaleiðari
SEV stevnir móti nýggjum avbjóðingum, har m.a. elveitingarlógin,
sum kom í gildi í summar, leggur nýggjar karmar fyri virksemið hjá
SEV.
Harafturat verður arbeitt við broytingum í viðtøkum og bygnaði
felagsins, sum m.a. hava til endamáls at gera yvirskipaða bygnaðin
meira smidligan.