Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 TÍÐINDI Nr. 143 - 27. juli 2007 Vit arbeiða við at útbyggja okkara egnu heimasíðu við net- varping, men í løtuni eru ongar ætlanir at skapa eina nýggja »MySpace«-konsept í kringvarpinum, sigur Jógvan Jespersen, stjóri VALSTRÍÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroysku politisku flokk ar- nir ætla at brynja seg innan nýggja miðilin, alnetið, til komandi løgtingsval, sum verður í seinasta lagi um 176 dagar. Alneitið sum miðil er ein kappingarneyti hjá verandi traditionellu miðl unum, bløðunum, út varpi og sjónvarpi. Serliga hjá seinnu nevndu. Men kringvarpið hevur í løt uni ongar ætlanir at skapa eina nýggja heima- síðu a-la MySpace ella You- Tube, og fylgja tí ikki slag- orðinum: »If you can’t beat them, join them«. Hinvegin ætlar ÚF heldur at taka kappingina upp, skilt á tann hátt, at teir fara at gera nógv meiri við sína egnu heimasíðu. - Vit hava eitt stórt pot- enti ali, sum vit ikki hava brúkt enn. Og vit arbeiða støðugt at betra um tilboðið til okkara kundar við livandi myndum og ljóði á alnet in- um, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya. Hann vísir á, at oyggja- leikirnir í so máta vóru ein forleypari til hetta, eitt slag av royndarvirksemi. Jógvan Jespersen sigur eis ini, at heimasíðan hjá kring varpinum í løtuni ligg- ur sum nummar trý á yvir lit- inum hjá Gallup yvir vitj að- ar heimasíður. Samstundis er henda heimasíðan hin einasta, sum ikki er kommersiell, tí teir hava ikki loyvi at hava lýsingar á sínari heimasíðu. Sum sagt so hevur kring- varpið í løtuni ongar ætl an ir, ið hella móti einum My Space- konsepti, tað hava tey als ikki tosað um, sigur Jógv an Jespersen. Hin vegin ætla teir sum nevnt at út byggja verandi heima síðu. - Tað hevði verið ynski- ligt, at kunna bjóða kundum okkara atgongd til søvnini hjá kringvarpinum. Men tað kostar sum kunnugt nógv an pening at digitali- sera tey, og tað er ein for- treyt fyri, at kunna bjóða hesa tænastuna, sigur Jógvan Jespersen. Kringvarpið blandar seg ikki – enn Kringvarpið hevur í løt uni ongar ætlanir um eitt My Space-konsept, sigur Jógv an Jespersen, kring- varps stjóri. Í síðstu viku bleiv ein tvey ára gomul genta knappliga burtur í einum handli í Gentofte í Danmark. Handilsvaktirnir funnu hana á einum WC, har tveir menn vóru í ferð við at klippa hárið av henni BURTURFLYTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í kjalarvørrinum av burtur- flytingini av ensku gentuni Madelaine eru fólk vorðin nógv meiri ansin, og hava nógv meiri eyguni eftir børn um sínum. Og at hetta er neyðugt, gjørdist sjón fyri søgn hjá einari ungari mammu í Gentofte. Hon og ein vinkona vóru farin inn í stóra handilin Ikea í Gentofte, tá mamman knappliga varnast, at dótt ur- in er burtur. Eitt lítið bil leit- aðu eyguni burtur frá dóttr- ini, og tað var nóg mikið. Tær báðar boðaðu frá bein anvegin til informa tió n- ina, og lukkutíð hevur hand- ilin eina skipan sum ger tað møguligt, at læsa hurðarnar alt fyri eitt. Og hetta var sjálv andi gjørt. Leitað var um allan hand- ilin, og at enda komu handils vaktirnir fram á lítlu gentuna inni á einum WC, har tveir mans vóru í holt við at klippa hárið av hesi lítlu. Menninir, sum søgdust vera pólendingar, vóru bein- anvegin handtiknir. Løgreglan arbeiðir við at rekja upp ein størri burtur- flyt ingarring, og heitti tí á mammuna og vinkonuna um ikki at fara í miðlarnar við hesum. Í Ekstrablaðnum stendur at lesa um hetta undir heitinum »vandre hist- orier«. Men at hendingin er farin fram, sum her sagt frá, er váttað fyri Sosialinum av føroyskari mammu, hvørs dótt ir starvast saman við ommuni hjá tvey ára gomlu gentuni, ið varð burturflutt. Føroyska mamman sigur, at omman, dóttir hennara og allir starvsfelagar teirra eru fullkomiliga skelkað, og omman er líkaglað við, um løgreglan vil halda hetta loyniligt orsakað av kann- ing ararbeiðinum. »Eg tosi um tað, tí eg vil ávara onn- ur, so tey ikki koma í líkn- andi støðu«, verður omman endurgivin fyri at siga. Sosialurin kennir navnið á starvsfelaganum hjá hesi ommuni, men verður tað nevnt, kann tað koma henni í trupulleikar við løgregluna, og verður navnið tí hildi loynt. Burturflytingarlið ger um seg Sjálvt í Danmark kunnu tey ikki kenna seg trygg móti brotsmonnum, sum liva av at burturflyta børn fyri síðani at selja tey til pør, ið sjálvi ikki kunnu fáa børn Tilvildarlig mynd Óheppin ferja Ferjan „Atlantic Traveller“, sum siglir millum Fanmark og Noreg, hevur verið óheppin í summar. Herfyri lá skipið við bryggju í eina lítla viku, eftir at tað hevði siglt á ein mola í innsiglingini í Hanstholm, og í síðstu viku fekk tað tekniskar trupulleikar, sum órógvaðu frítíðina hjá 3.000 fólkum, skrivar Bergens Tidende. Í hesari vikuni var skipið aftur seinkað og noyddist at avlýsa ein túr. Hetta hevur verið trupult, sigur reiðaríið Fjordline. Gull í Grønlandi Grønlendska felagið Nunaminerals A/S hevur góðar vónir um, at tað fer at loysa seg at útvinna gull á leiðini við Qussuk. Ein tyrla, sum er serliga útgjørd til slíkar kanningar, hevur flogið uppi yvir økinum, og hon hevur staðfest, at har er gull í jørðini, og at tað enntá sæst úr erva. Ole Christiansen, stjóri í Nunaminerals A/S, sigur við útvarpið í Nuuk, at útlitini eru góð, og at ætlanin er at fara undir kjarnuboringar longu í næsta mánað.