Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 143 - 27. juli 2007 Nýggir skíggjar í Kastrup Fyri at betra um kunningina til ferðafólkini eru tey á flog­ vøllinum í Kastrup nú í ferð við at skfita út telduskíggjarnar kring allan vøllin. Nýggju skíggjarnir síggjast millum annað í Terminal 2, og er talan um stórar bláar flatskíggjar, har tað er lættari at lesa ymsu kunningarnar, enn tað var á gomlu skíggjunum. Næsta stig í útskiftingini verður at skifta teir 57 skíggjarnar, sum síggjast við kekk­in diskarnar á flogvøllinum. Íslendskt vatn til USA Íslendska fyritøkan Icelandic Water Holdings hevur gjørt avtalu við eina amerikanska fyritøku um at selja íslendskt drekkivatn í USA. Icelandic Water Holfings hevur eitt vatnvirki í bygdini þorlákshöfn á Suðurlandinum og er í ferð við at byggja eitt afturat, og amerikanska avtalan fer, at starvsfólkatalið verður trífaldað, skrivar Morgunblaðið. Sambært blaðnum keypa amerikanarar drekkivatn fyri 11 mia. dollarar um árið, og sølan bara veksur. Óla-Svenn Nolsøe, stjóri í Restorff’s bryggjarí, váttar, at teir hava sent um­sókn um­ at ríva nið­ur bryggjaríið­ og ætla at byggja íbúð­ir har í stað­in. Nógv bend­ir eisini á, at Restorff’s gevst við­ bryggj- arínum­, m­en hetta avsannar stjórin tó VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Restorff’s hevur bryggjað øl og sodavatn á Landavegi 32 í Havn síðani einaferð í sekstiárunum. Í næstum kann hetta vera eitt yvirstað­ ið kapittul. Tað váttar stjórin í Restorff’s Óla­Svenn Nolsøe. – Tað er ein langtíðarætlan, og vit eru mitt í planlegging­ ini, men tað er rætt, at vit hava latið eina fyribils umsókn inn, svarar Óla­ Svenn Nolsøe, tá vit spyrja hann um ein umsókn er farin til býráðið, um at ríva bryggjaríið fyri at byggja íbúðir har í staðin. Óla­ Svenn Nolsøe sigur seg ikki kunna siga meiri um ætlan­ irnar, men tá hann verður spurdur, um hvussu “lang­ tíðarætlanir” skal skiljast, svarar stjórin í Restorff’s bryggjaríi: – Latum okkum siga fýra ár. Hví skal bryggjarí rívast niður, og íbúðir byggjast har í staðin? – Bygningurin er ikki egnaður sum bryggjarí, men riggar fínt til íbúðir. Eitt bryggjarí kann eisini liggja hvar sum helst og behøvist ikki endiliga at liggja mitt í býnum, vísir Óla­Svenn Nolsøe á. Tá Restorff’s bryggjarí tekur bygningin niður og harvið eisini bryggjaríið, er tað nærliggjandi at hugsa, at teir eisini gevast við fram­ leiðsluni av øli. Men so verður ikki, sigur Óla­ Svenn Nolsøe. – Vit kunnu jú flyta bryggjaríið onkra aðrastaðni í býnum, vísir hann á. Síð­ ani sigur stjórin í Restorff’s bryggjarí, at hann ikki fær sagt so nógv meira um málið, tí sum hann tekur til, so er ikki nógv meiri at siga enn tað sama. Einki Restorff’s í rúsuni Hóast sjálvur stjórin avsannar spurningin um, at teir fara at gevast at bryggja, so er tað okkurt sum bendir á, at tað ikki er nógv eftir inntil 158 ára gamla bryggj­ aríið má snara lykilin um. Tí sjónvarpstíðindini í gjár­ kvøldið vistu millum annað at siga, at tað seinastu tríggj­ ar mánaðirnar ikki hevur borið til at keypt øl frá Restorff’s í rúsdrekka­ sølunum. Og niðri á sjálvum bryggjarínum bar ikki til at fáa øl sum til dømis Munn­ gátt, Pilsnar og Skansaøl. Gevast ikki Sjónvarpið fekk ikki Jóhan Mortensen, ein av eigar­ unum í Restorff’s bryggjaríi, at gera viðmerkingar til mál­ ið. Men kortini eru nøkur ting greið longu nú. Rest­ orff’s gavst at framleiða sodavatn í 2005. Sama ár høvdu teir 3,8 milliónir krónur í undirskoti, og tað er seinasti kunngjørdi rokn­ skapur hjá bryggjarínum. Restorff’s hevur ikki selt øl í rúsuni í tríggjar mánaðir. Munngátt, Pilsnar og Skansaøl fæst ikki á bryggj­ arínum í løtuni, og umsókn er farin til býráðið um, at ríva bryggjaríið niður fyri at byggja íbúðir har í staðin. Vit spurdu Óla­Svenn Nolsøe, um tað ikki er eitt tekin um, at Restorff’s bryggjarí fer at gevast við at bryggja øl eisini. – Vit bryggja eisini øl framyvir, var svarið vit fingu frá stjóranum. Vóna at fáa Restorff’s aftur Stjórin í Rúsd­rekkasølu land­sins sigur, at orsøkin til, at tey ikki selja Restorff’s øl longur er, at tey ikki vóru nøgd­ við­ m­átan, vøran varð­ leverað­ uppá VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Men í Rúsdrekkasøluni vóna tey at fáa Restorff’s øl aftur á hillarnar. – Tað, sum ikki hevur verið nøktandi er, at vit ikki altíð fingu vøruna, vit bóðu um og at fakturi ikki altíð var latin saman við vøruni, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri. Við øðrum orðum er talan um leverings­ og fakturatrupulleikar. Hon slær tó fast, at tað loysti seg hjá teimum at selja Restorff’s øl. ­ So leingi eftirspurn­ ingur er eftir eini vøru, so loysir tað seg hjá okkum at selja hana, sigur Elsa Maria Holm Olsen. Samstundis ásann­ ar hon, at sølan av júst hesum øli er lutfalsliga minkað seinnu árini, men hon vísir tó á, at tað framvegis eru fólk, sum spyrja eftir øli frá Rest­ orff’s. Elsa Maria Holm Olsen sigur seg hava skilt, at ávísir trupulleikar hava verið, sum einki hava við bryggjaríið at gera, ið hevur verið orsøk til nevndu trupul­ leikar og at tey hava forstáilsi fyri hesum. ­ Og vit vóna, at Rest­ orff’s framhaldandi kem­ ur at standa á okkara hill­ um, sigur altso stjórin í Rúsdrekkasøluni. Gevast at bryggja – byrja at byggja Jóhan Mortensen vildi ikki gera viðmerkingar til sjónvarpið í gjár, men Óla-Svenn Nolsøe sigur við Sosialin, at teir ikki ætla at gevast við at bryggja øl savnsmynd