Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 143 - 27. juli 2007 Krevur lægri bankagjøld Evropiskir bankakundar rinda alt ov nógv til peninga­ stovnar sínar fyri lán og tryggingar. Tað er greiða niður­ støðan hjá ES­nevndini, sum nú mælir til, at felags reglur verða settar í gildi á økinum. – Brúkarin skal fáa fleiri produktir at velja ímillum, og hesi skulu verða lættari at skilja, skrivar ES­nevndin í einum bóklingi, har felags bankareglur verða lýstar sum minni kompleksar og sum betri vernd fyri brúkaran. Beinleiðis formansval Í einari roynd at styrkja nærdemokratiið hava nakrir limir í grønlendska Siumut­flokkinum skotið upp, at floksfor­ maðurin skal veljast við uratkvøðu ímillum allar limirnar. Eftir núverandi skipan eru tað lokalfeløgini, sum velja formannin á landsfundi, men summi halda, at tað hevði verið meiri demokratiskt, um allir limirnir fingu høvi at velja. Uppskotið skuldi viðgerast á eykalandsfundi í dag. Í ár eru annars 30 ár, síðani Siumut varð stovnaður. Sosialurin letur í dag upp nýggja tænastu. Eina kiosk á alnetinum, har til ber at keypa dagsins blað í heilum líki Blaðsøla Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri føroyska blaðsølu er dagurin í dag ein nýggjur varði. Sum fyrsta føroyska blað letur Sosialurin nevn­ liga upp kiosk á alnetinum, har til ber at keypa dagsins feska Sosial í heilum líki. Í samstarvi við danska Ekstra­Bladet hevur Sosi­ alurin ment eina skipan, har blaðið kann takast nið­ ur í PDF­sniði, og har les­ arin so fær lisið blaðið – alt sum tað er. Tó við tí muni, at blaðað verður á teldu­ skíggjanum, heldur enn í sjálvari pappírsútgávuni. Hetta er ein kollvelting í tí føroyska miðlaheiminum. Kanska ber ikki til at tosa um kollveltingar á markn­ aðinum longur, nú broyt­ ingarnar eru somikið títtar innan bransjuna. Men hetta er í hvussu er enn eitt stig á leiðini at bøta um tænastuna til okkara til verandi og komandi við­ skiftafólk, sigur Jan Müller, stjóri og ábyrgdar­ blaðstjóri á Sosialinum. Ikki minst vónar hann, at talan er um eina tænastu, sum nógvu føroysku úti­ setarnir kunnu fáa gleði av. Hetta tí hesi nú kunnu keypa blaðið, mest sum í somu løtu, sum tað er fram­ leitt í Vágsbotni. Møguleikarnir at keypa í nýggju kioskini hjá Sosi­ alinum eru trinnir. Til ber at keypa blaðið í ein dag, ein mánað ella í heilt ár. Prísurin fyri hesar tænastur er ávikavst 13, 150 og 1.000 kr. Við haldinum ber eisini til at leita fram tann partin av blaðsavninum, sum er tøkur í PDF­sniði. Keypið blaðið um allan heim Á telduskíggjanum ber nú til at lesa dagsins Sosial, so skjótt sum hesin er framleiddur Mynd: Jens Kr. Vang Aftur í ár kunnu føroyingar, sum bíða eftir at fáa svar upp á umsókn teirra til danskar lærustovnar, fara á posthúsið á Óðinshædd ólav­ søkuaftan eftir brøvunum postur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á hvørjum ári um ólav­ søkutíð vænta føroyskir studentar og onnur at fáa svar uppá umsókn sína til donsk fróðskaparsetur. Postverkið roknar við, at svarbrøvini koma til Før­ oya við flogfarinum ólav­ søkuaftan. Tað er stórur gravgangur eftir hesum brøvum, tí brøvini skulu svarast straks. Fróðskapar­ setrini skulu hava svar frá umsøkjarunum seinast um morgunin 1. august, so her er lítil tíð at geva út. Tey lesandi eru tí í stórari tíðarneyð fyri at kunna svara. So Postverkið hevur tí aftur í ár av sínum einting­ um biðið nøkur starvsfólk til arbeiðis ólavsøkuaftan á posthúsinum á Óðinshædd 2 í Tórshavn, har tey fara at royna at útflýggja brøv­ ini millum kl. 13.00 og 15.00. Henda løtan, tá brøvini verða heintaði, eru ógvu­ liga spennandi og til tíðir kensluborin. Summi teirra fara grátandi avstað aftur, tí tey fingu noktandi svar, meðan onnur eru ovurfegin tí tey eru sloppin inn. Postverkið heitir á fólk um at hava gott samleika­ prógv og møguliga fúlltrú við sær. Posthúsið opið ólavsøkuaftan Bryggjaríið hevur hildið til á Landavegi 32 í Havn síðani einaferð í sekstiárunum, men nú eru ætlanirnar at ríva tað niður og gera íbúðir har í staðin savnsmynd