fríggjadagur 27. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 143 - 27. juli 2007
Forvitnisligur film
ur um torvskurð
í Húsavík verður
sýndur í Miðlahúsi
num á ólavsøku,
umframt ein film
úr Føroyum, sum
Miquell Hidalgo
gjørdi í sjeytiárunum
Torvfilmur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Síðani Sosialurin flutti í
Miðlahúsið fyri trimum
árum síðani, hevur húsið
verið opið á ólavsøku, og
eldri og forvitnisligir filmar
hava verið á skránni.
Soleiðis verður eisini í
ár.
Burtur á heiði
Á ólavsøku ber til at leita
sær inn í Miðlahúsið at
síggja filmin um torvskurð
í Húsavík, sum danski
læknin Knud Goll og Jákup
Andreas Arge gjørdu fyri
eini 40 fjøruti, 50 árum
síðani.
Filmurin vísir gamla sam
felagið
við
torvskurði,
arbeiðið, ið hevði við hetta
at gera, og hvussu fólk og
umstøður vóru tá. Hetta
hevur verið í tøkum tíma, tí
torvskurður
hevur
hesa
tíðina verið um at fara í
søguna. Fyri stuttum kom
eisini bókaverk eftir P.J.
Sigvardsen, ið lýsir alstóra
týdningin, sum torvið hevði
í føroyska samfelagnum,
innan føroyingar fóru at
nýta oljufýr, fyri at fáa
hita.
Knud Goll og Jákup
Andreas Arge tóku upp,
Heðin Brú skrivaði saman
við Valdemar Dalsgarð og
fornfrøðingurin Sverri Dahl
leggur rødd til. Magnus D.
Jacobsen, Magnus á Kamari
num, gjørdi tónleikin. Film
urin er hálvan tíma langur
og eitur Burtur á Heiði.
Brúktu ljósmotor
Jákup Andreas Arge sigur,
at orsøkin til at teir fóru
undir filmin var, at hann
vaks upp í Húsavík, tí tey
fluttu suður í 1940. Tey
brúktu torv í Húsavík.
Seinni hitti hann Knud
Goll, tá grundarsteinurin til
Landssjúkrahúsið
varð
lagdur.
Teir vóru báðir áhugaðir í
filmframleiðslu. Teir gjørdu
ein film í felag, ið nevndist
Føroyar í Dag, og samdust
síðani um at gera filmin um
torvarbeiði.
Uttan Goll hevði ongin
filmur verið. Og sjálvandi
eiga øll tey mongu úr Dali
og Húsavík størtsa heiðurin,
sigur Jákup Andreas Arge.
Eg haldi tað var fyrst í
sekstiárunum, at vit gjørdu
filmin. Øll tey, sum eru við,
hava verið við í torvarbeiði.
Eg minnist, at vit brúktu
ein ljósmotor, tá vit gjørdu
filmin, tí onki ljós var í
Húsavík tá. Tað kom um
hesa tíðina, men eitt sindur
seinni, sigur Jákup Andreas
Arge, ið minnst, at í
Húsavík livdu fólk av tí, ið
var innangarðs.
Hann leggur afturat, at í
hansara tíð í Húsavík brúktu
fólk torv, men summi fingu
kol úr Hvalba, men hetta
var bert nýtt, tá okkurt heilt
serligt skuldi bakast, kanska
til jóla.
Føroyafilmur
Filmar eru tiknir upp í Før
oyum millum ár og dag og
eru frálíkar lýsingar av sam
felagnum og tí menning, ið
er farin fram. Enn ein eldri
filmur úr Føroyum er á
skránni í Miðlahúsinum á
ólavsøku.
Hetta er ein føroyafilmur.
sum Miquell Hidalgo gjørdi
í sjeytiárunum, verður sýnd
ur í Miðlahúsinum á ólav
søku. Filmurin er áhuga
verdur og m.a. eru nógvar
ólavsøkumyndir í filminum.
Filmurin er 19 minuttir
langur.
Filmsýningar í Miðlahúsinum
Aftur í ár ber til at
spæla 21spæl, fiska
í fiskibrunninum og
royna eydnuhjólið í
hølunum hjá KFUM,
ið hevur skipað fyri
basari í skjótt 60 ár
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
At spáka frá miðbýnum
niðan í KFUM er ein óloysi
ligur partur av ólavsøkuni
hjá mongum.
Og tað eru nógv í vilja
vera við, at um tú ikki
leggur
leiðina
framvið
basarin í KFUM, ja, so
hevur tú ikki verið á ólav
søku.
Hugsar ein samstundis
um hvussu leingi basarurin
hevur verið, so er ikki løgið,
at hesin er vorðin ein inn
grógvin partur av tjóðhá
tíðini.
Eitt gamalt tiltak
Sjálvt um bygningurin hjá
KFUM ikki var vígdur fyrr
enn í 1952, so varð hann
tikin í brúk í 1949. Longu
tá varð skipað fyri tiltøkum,
ið skuldu hjálpa við fígging
ini av bygninginum. At
byrja við var talan um eitt
lítið innsavningartiltak, ið
ikki lá á ólavsøku. Men
sum tíðin er liðin hevur
basarurin rótfest seg væl og
virðiliga í ólavsøkuna og
samstundis voksið seg nógv
størri.
Okkurt hendingaárið hev
ur eingin basarur verið,
men sum heild hava limir
og onnur sjálvboðin verið
trúføst at skipa fyri tiltaki
num í skjótt 60 ár.
Alt er sjálvboðið
Tað er allarhelst fleiri havn
armenn við mær, ið ikki
hava stórvegis aðrar fiski
royndir enn tær, ein hevur
fingið sær við fiskibrunnin
í KFUM. Og har verður
dúgliga fiskað á hvørjum
árið.
Hesir pakkarnir skulu
sjálvandi eisini pakkast inn.
Og tað taka eldri stuðlarnir
sær av. Um veturin møtast
hesi eitt ávíst kvøld um
vikuna og pakka fleiri enn
túsund pakkar. Og hetta
verður alt gjørt uttan nakra
samsýning.
Hølini, sum millum ann
að verða nýtt av einum frí
tíðarskúla um dagin, skulu
ruddast og ymiskt skal flyt
ast út.
Básarnir skulu setast upp,
og somuleiðis skulu allir
vinningarnir,
sum
eru
nógvir í tali, berast av lofti
num oman í hølini, har alt
gongur fyri seg.
Alt hetta verður gjørt av
sjálvbodnari arbeiðsmegi,
og yvirskotið fer til virk
semið hjá KFUM.
Eingin ólavsøka uttan KFUM-basar
Leggja SHEFA-2 kaðalin
Arbeiðið at leggja nýggja sjókaðalin, sum millum annað skal tryggja
fleiri trygg altjóða sambond við útheimin, er byrjað. Kaðalskipið IT
Intrepid hjá International Telecom kom til Maywick í Hetlandi tann 25.
juli, har byrjað var at leggja kaðalin mótvegis Føroyum. Í Føroyum
verður kaðalin lagdur inn á Hvítanes, har sambandið verður ført víðari
til Klingruna í Hoyvík. Væntandi tekur tað ein mánað at leggja kaðalin
upp til Føroyar. Kaðalin verður lagdur í trimum pørtum, ið knýta
Føroyar – Hetland, Hetland – Orkney og Orkney – Skotland saman. Í
dag er høvuðssambandið við útheimin FARICEkaðalin, sum varð tikin í
nýtslu í 2004.
Óført fiskarí
Týskir stuttleikafiskimenn hava havt gott fiskarí
við tráðu á Arnarfirði í Íslandi í seinastuni. Eitt
ferðalag, sum júst hevur vitjað í bygdini Bildudali,
fekk ikki minni enn 9.200 pund. Nógv tað mesta
var toskur, og nakrir rættiliga stórir vóru uppií. Eitt
nú vigaði tann størsti 44 pund, skrivar blaðið Vísir.
Blaðið leggur afturat, at veðrið hevur verið týsku
stuttleikafiskimonnunum til vildar. Fiskimenninir
kunnu leiga bát og tráður í Bildudali.
Nógvar fyrireikingar og nógv arbeiði liggja aftan fyri basarin,
ið vorðin ein partur av ólavsøkuni hjá mongum. Ívar
Dam Guttesen, ið er ein av fyrireikarunum, fær teir síðstu
smálutirnir upp á pláss, áðrenn hurðarnar opna leygardagin.
Mynd: pwh