Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 143 - 27. juli 2007 Spælimanstónleikur verður í Miðlahús­ inum á Ólavsøku, umframt føroyskur tónleikur Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eid Spelemannslag úr Nor­ eg verða at hoyra í Miðla­ húsinum á Ólavsøku, um­ framt eina røð av føroyskum tónleikanøvnum, so sum Elin Heinesen, Høgni Reis­ trup, Sigrid Rasmussen og Spælimenninir. Men norsku spælimennin­ ir hava glett seg til at koma til Føroya. ­ Vit gleða okkum at koma til Føroyar at uppliva oyggjarnar, og so sjálvandi eisini at spæla fyri føroy­ ingum. Vit hava í langa tíð ynskt at koma til Føroyar at spæla, og nú gerst dreymur­ in so til veruleika, sigur Øystein Dahl, ið er ein av tónleikarunum í Eid Spele­ mannslag. Bólkurin skal spæla bæði í Miðlahúsinum og í Lounge á Hotel Hafnia á Ólavsøku. Norski spælimannsbólk­ urin Eid Spelemannslag vitjar í Havn á Ólavsøku við tónleiki sum spreiðir seg frá siðbundnum norskum fólkatónum til svingandi swing og tango. Bólkurin byrjaði í 1976, og skjótt vóru um 15 menn og kvinn­ ur við í bólkinum. Á ferðini til Føroyar eru níggju manns við. Sum berandi ljóðføri hevur bólkurin øll árini havt ”hardingfele,” ein norsk fiól sum er nógv brúkt innan norskan fólkatónleik. Meir vanlig er at brúka vanliga fiól í Eid, men Spelemanns­ laget hevur hildið seg til hardingfele. Bólkurin kemur úr Eid í Nordfjord, ið er í Sogn og Fjordane, ið er norðanfyri Bergen. Bólkurin gav í 1979 út plátu við siðbundnum tón­ leiki úr Nordfjorð­økinum. Nú eru tey so í gongd við at spæla inn eina nýggja fløgu. Bólkurin tekst ikki bert við at spæla, men skipar eisini fyri tiltøkum. Av størri uppgávum tey hava tikið á seg, er ”Landskapp­ leiken” í 1990 – við fleiri enn 1000 luttakandi tónleik­ arum, og í 2000 stóðu tey fyri ”Landsfestivalen for gammaldansmusikk.” Hesi bæði tiltøkini eru krevjandi og konsertir og dansur er bæði inni og úti í meir enn fýra samanhangandi dagar. Næsta uppgávan tey skulu standa á odda fyri er eitt dansivikuskifti í heimbýn­ um í august, har Nordfjord Hotell verður savningarstaði fyri tey sum vilja dansa. Føroyaferðin er komin uppí lag aftaná at bólkurin ynskti at fara á eina ferð saman har tey kundu venja, uppliva nakað, og so sjálv­ andi eisini sleppa at spæla fyri fólki. Føroyar var teirra ynski nummar eitt, tí her eru fólk sum dáma at dansa. Og so ynskja tey at sleppa á Ólavsøku har tey millum annað vilja sleppa uppá gólv og vera við til mið­ náttarsangin. Øll sum vóru við fyrstu árini í Eid Spelemannslag, eru ikki longur við, men teir flestu av teimum sum koma til Føroyar hava verið við øll árini. Bólkurin venur minst eina fer um vikuna, og er úti og spælir einar 20 ferðir um árið. Møguligt er at lurta eftir, uppliva og gjarna dansa eftir tónunum hjá Eid Spele­ mannslag í Havn á Ólavsøku: Leygardagin 28. juli, kl. 1800 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sunnudagin 29. juli, kl. 1400 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sunnudagin 29. juli, kl. 1600 í Lounge á Hotel Hafnia á Áarvegnum. Eid Spelemannslag vitjar á Ólavsøku Óli Petersen hevur verið blaðteknari á Sosialinum í mong ár og framsýningin á ólavsøku við teknngunum er vorðin fastur táttur og er aftur á skránni í Miðlahúsinum í ár Tekningar Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Aftur í ár verða tekningarnar hjá Óla P., sum fólk kenna frá baksíðuni á Sosiallinum, sýndar fram á Ólavsøku. Tað hevur verið fastur tátt­ ur í 18 ár, at tekningarnar verða sýndar fram á ólav­ søku. í 15 ár var framsýning­ in í Smiðjuni í Lítluvík, men síðani Sosialurin flutti í góðu hølini í Miðlahúsinum í Vágs­ botni, hava tekningarnar verið sýndar í Miðlahús­ inum. Vanligt er, at Miðlahúsið er opið á ólavsøku. Filmar verða sýndir og tónleikatil­ tøk eru í húsinum. Umframt hetta ber so til at síggja tekn­ ingarnar hjá blaðteknaranum Óla Petersen. Tær hanga á glessveggunum á sjálvari redaktiónini. Hóast Óli P er farin fram sjeyti árum, so er hann enn virkin, og strikurnar eru enn líka rámandi og sigandi. Sýningin í ár er nummar 18 í røðini. Óli P. í fastur táttur á ólavsøku Teir hava glett seg í langa tíð til at koma til Føroyar, Eid Spelemannslag. Frá vinstru: Johannes Rotihaug – bass, Rune Rotevatn (hardingfele), Magnus Skjerdal (hardingfele), Anders Bjørneseth (gitar), Erling Dalset (harmonika), Øystein Dahl (hardingfele), Asbjørn Alsaker (hardingfele), Jakob Haugen (harmonika). Á myndini manglar Magne Drageset, ið eisini spælir hardingfele Tunnil á Eysturlandinum Íslendingar hava fleiri og stórar tunnilsætlanir í hesum døgum. Fyrradagin frættist um eina ætlan at gera undir­ sjóvartunnil millum meginlandið og Vestmannaoyggj­ arnar, og í dag vita bløðini at siga, at ætlanin er at gera tunnil millum Norðfjørðin og Eskifjørðin á Eysturlandin­ um. Tunnilin verður góðar seks kilometrar langur og fer at bøta munandi um sambandið millum bygdirnar, sum ofta er darvað av kava um veturin, skrivar Morgunblaðið. Sanghefti fáast á Ráðhúsunum Tað munnu vera nógvir av ólavsøkugestunjum, sum ætla sær í Miðbýin at syngja á midnátt ólavsøkudag. Til hetta er sjálvandi hent við sanghefti, og hesi eru at fáa á Ráhúsinum og í Býráðssalinum, har opið er ólavsøkudag millum klokkan 15 og 18. Eisini fáast sanghefti, tá sangløtan byrjar. Tá fara skótar at býta heftini út uttan fyri Býráðssalin og við Tinghúsvøllin.