Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 13 viðmerkingar Ávaringarljósini blunka. Bú­skapurin er ovurupphit­að­ur. Arbeið­sloysið­ er st­órt­ sæð­ burt­ur. Samfelagshjólini koyra við­ fullari ferð­, og í best­a 80’ara-st­íli kappast­ føroyskir polit­ikarar nú­ um at­ nýt­a so nógv sum møguligt­ av pengum, so leingi vit­ hava t­eir – t­il t­unlar, sjálvandi, akkurát­ sum í 80’unum... St­ríð­ið­ st­endur í løt­uni millum t­ey, ið­ vilja hit­a bú­skapin enn meiri og t­ey, ið­ vilja køla bú­skapin av. Men st­ríð­ið­ st­endur eisini ímillum t­vær risaverkæt­la- nir, Skálafjarð­art­unnilin og Sandoyart­unnilin, ið­ heldur skulu gerast­ í dag enn í morgin. Tað­ er eingin ivi um, at­ t­alan í báð­um førum er um t­vær st­ak visjónerar og samfelagsgagnligar verkæt­l- anir, ið­ koma at­ knýt­a samfelagið­ enn meiri saman og harvið­ at­ økja bæð­i arbeið­s- og bú­st­að­ar- marknað­in. Við­ hesum báð­um verkæt­l- anum verð­a Føroyar uppaft­ur meiri knýt­t­ar saman. Við­ hesum báð­um t­unlum bú­gva 90% av øllum føroyingum minni enn ein t­íma frá hvørjum øð­rum, og 85% av øllum føroyingum bú­gva minni enn ½ t­íma frá Tórshavn. Tá eru Føroyar (minus Suð­uroy) ein st­órur býur. Bygdirnar og býirnir eru t­á býlingar í st­óra og dynamiska føroyska “net­verks- býnum”. Bæð­i Skálafjarð­art­unnilin og Sandoyart­unnilin eiga at­ verð­a gjørdir. Spurningurin er bara nær. Sandoyart­unnlin meiri át­roð­kandi Tað­ er ein avgerandi munur á Sandoyart­unlinum og Skála- fjarð­art­unlinum. Skála- fjarð­art­unnilin er í st­óran mun ein luksusverkæt­lan, ið­ ikki er át­roð­kandi, men sum er “nice t­o have”. Sandoyart­unnilin er hin- vegin ein “need t­o have” verk- æt­lan, ið­ við­ 100 % vissu* kann bjarga einum avbyrgdum lokalsamfelagi, ið­ í dag liggur í andaleypi. Út­ frá einum ræt­t­vísissjón- armið­i er eingin ivi um, at­ Sandoyart­unnilin – sjálvandi – skal koma áð­renn Skála- fjarð­art­unnilin, um ábyrgdarfullir polit­ikara koma t­il t­a nið­urst­øð­u, at­ sam- felagsbú­skapurin ikki t­olir báð­ar verkæt­lanir í senn. Harumframt­ er t­vingandi neyð­ugt­, at­ Sandoyart­unnilin verð­ur gjørdur, áð­renn Føroyar møguliga verð­a lagdar saman í eit­t­ valdømi. Verð­a Føroyar eit­t­ valdømi, verð­ur vænt­andi munandi t­ruplari at­ fremja risaverkæt­lanir t­il gagns fyri ú­t­jað­araøki, snøgt­ sagt­ t­í t­að­ vænt­andi verð­a færri ú­t­jað­arapolit­ikarar. Sandoy kann økjast­ í virð­i Men t­að­ eru eisini að­rar orsøkir, ið­ t­ala fyri, at­ Sand- oyart­unnilin eigur at­ gerast­ skjót­ast­ gjørligt­. Tað­ eina er, at­ ein flogvøllur í Sølt­uvík harvið­ kemur at­ liggja sera nær við­ høvuð­sst­að­in, soleið­is at­ Tórshavnar kommuna sleppur undan øllum t­onkum um at­ lat­a dýrabara lendið­ í Kirkjubøhaga t­il ein larmandi og pláss- krevjandi flogvøll. Kirkjubøhagi verð­ur nógv bet­ri nýt­t­ur sum framt­íð­ar bú­st­að­arøki og frít­íð­arøki. Eit­t­ annað­ er, at­ Sandoyggin – serliga Skopun – í sær sjálvum verð­ur eit­t­ frálíkt­ uppland t­il Tórshavnar kommunu. Tað­ er eit­t­ fakt­um, at­ t­að­ er sera st­órur bú­st­að­art­ørvur í Tórshavn, og at­ het­t­a skapar eina príslegu, ið­ t­rýst­ir fólk ú­t­ ú­r Havnini – t­ann sokallað­a “push-effekt­in”. Skopun kemur at­ vera nærri við­ Tórshavn enn Kollafjørð­ur, og av t­í at­ Tórshavnar kommuna eft­ir øllum at­ døma ikki hevur áhuga í at­ menna Kollafjørð­ á bú­st­að­arøkinum, vil menningin nát­t­ú­rliga fara suð­ur um Skopunarfjørð­**. Sum nú­ er gera kommunur sum Sandavágs, Kvívíkar og Sunda kommunur sær dælt­ av push-effekt­ini frá Tórshavnar kommunu, men við­ einum Sandoyart­unli verð­ur Sandoy – serliga Skopun – knappliga t­ann mest­ upplagda “forst­að­skommunan”. Umframt­ het­t­a verð­ur gjørligt­ at­ menna vinnulívið­ í Sandoynni munandi, hóast­ ein st­órur part­ur av sandoy- ingum vænt­andi koma at­ arbeið­a í Tórshavn. Het­t­a kemur í sær sjálvum at­ merkja, at­ hú­sa- og lendisprísir fara at­ økjast­ munandi, og at­ grundst­ykki fara at­ ganga sum heit­t­ breyð­, um kommunurnar væl at­ merkja megna at­ ú­t­st­ykkja nóg skjót­t­. Tað­ er neyvan av leið­ at­ met­a, at­ fast­- ognarvirð­ið­ á Sandoynni kann meiri enn t­vífaldast­ – helst­ bæð­i t­rý- ella ferfaldast­ – um Sandoyart­unnilin verð­ur veruleiki, serliga t­í at­ fleiri øki verð­a bygd, men eisini t­í at­ prísurin økist­. Vænt­andi fara bæð­i ú­rt­økan og fólkat­alið­ í oynni samsvarandi at­ eksplodera, serliga í Skopun, ið­ sjálvandi kemur at­ verð­a høvuð­sst­að­ur í Sandoynni. Verð­ur Sandoyart­unnilin gjørdur, er t­að­ einans ein spurningur um fá árat­íggju, áð­renn Skopun er vorð­in býur***. Íløgan í Sandoyart­unnilin kemur at­ vinna seg innaft­ur gjøgnum eina markant­a virð­is- øking av Sandoynni. Sand- oyart­unnilin er ein vinningur fyri Føroyar sum heild. Skálafjarð­art­unnilin eisini góð­ íløga Sandoyart­unnilin eigur at­ gerast­ áð­renn Skálafjarð­ar- t­unnilin. Men het­t­a merkir ikki, at­ Skálafjarð­art­unnilin ikki eisini er ein frálík íløga. Um bú­skapurin t­oldi t­að­, høvdu Føroyar havt­ st­óran vinning av hesi verkæt­lan, hóast­ vinningurin als ikki er so markant­ur sum vinningurin við­ Sandoyart­unlinum. Tey økini, ið­ koma at­ vinna mest­ við­ Skálafjarð­art­unlinum, eru økini sunnast­ á Skálafirð­i, men eisini eyst­ari part­ur av Eyst­uroy og Norð­oyggjar vinna nógv við­ hesum t­unlinum. Men part­víst­ hava hesi økini longu nú­ fast­ samband við­ Havnina, og part­víst­ klára hesi økini seg væl ut­t­an Havnina. Eyst­uroy og Norð­oyggjar eru bú­skaparligu lokomot­ivini í føroyskum bú­skapi, og samlað­ sæð­ er alt­ het­t­a økið­ ein býur í sær sjálvum, ið­ nærum er sum Tórshavn t­il st­øddar. Tað­ er eingin vanlukka fyri Land- nyrð­ingsføroyar, um Skála- fjarð­art­unnilin bíð­ar eini 10 ár. Men t­að­ er ein vanlukka fyri Sandoynna, um Sandoyar- t­unnilin ikki kemur skjót­ast­ gjørligt­. Sandoyart­unnilin er “need t­o have”. Skálafjarð­art­unnilin er “nice t­o have”. Het­t­a eiga polit­ikararnir at­ ásanna, og rað­fest­ingin av verkæt­lanunum eigur at­ fremjast­ sambært­ hesum rat­ionali. * 100 % vissu, um so er, at­ Føroyar sum heild ikki fáa ein bú­skaparligan nið­urt­ú­r. ** Alt­ eft­ir hvussu høgt­ nýt­slugjaldið­ fyri t­unnilin verð­ur. *** Ein váð­i er, at­ sandoyingar byrja at­ st­ríð­ast­ innanhýsis um hvørt­ Skopun ella Sandur skal vera høvuð­sst­að­ur í Sandoynni – á sama t­ápuliga hát­t­ sum t­vørámenn og vág- bingar st­ríð­ast­ innanhýsis. Het­t­a st­ríð­ið­ kann forð­a fyri framburð­inum í oynni. Hóast­ Sandur søguliga er høvuð­sst­að­ur í Sandoy, er eingin ivi um, at­ sandoyingar framyvir eiga at­ sat­sa upp á Skopun. Gerið Sandoyartunnilin áðrenn Skálafjarðartunnilin Samfelagsfrøðingur Sámal matraS kriStianSen