fríggjadagur 27. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 143 - 27. juli 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Lítli fitti Rói Andreasen, sonur Jóhannu og Boga
Andreasen,andaðist mikudagin 25. juli, 5 ára
gamal. Kistan kemur í Ebenezer í dag, fríggjadagin
27. juli klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Ebenezer
leygardagin 28. juli klokkan 11.30. Tey, ið vilja
minnast Róa, kunnu lata Samkomuni „Lívdin“
eina gávu, konta í Eik.
Kamar Joensen andaðist á Norðoyar røktarheimi
hósdagin 26. juli, 79 ára gamal. Gravarferðin
verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaði sonur og beiggi
Rói Andreasen
andaðist mikudagin 25. juli, 5 ára gamal.
Kistan kemur í Ebenezer fríggjadagin
27. juli kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
leygardagin 28. juli kl. 11.30.
Familjunnar vegna
Hanna, Bogi og Hugin
Tey, ið vilja minnast Róa við blómum ella kransum, kunnu ístaðin
lata Samkomuni »Lívdin« eina gávu. Konta í Eik.
Tøkk
Tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu
meg á 80 ára degnum og gjørdu mær dagin
ógloymandi, takki eg so hjartaliga.
Jona Egholm,
Vestmanna
Dagurin
28. juli. Aurelius, deyður í umleið 852. Í fæðirætt vóru
hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey
vóru í loyndum kristin
29. juli. Ólavsøka verður hildin til minnis um, at norski
kongurin Ólavur Haraldsson fell á Stiklastøðum í
árinum 1030.
30. juli. Abdon, deyður umleið ár 250. Høgt mettur
embætismaður í Róm, sum varð tikin av døgum fyri
kristnu trúgv sína
Tann 2. august verða tvíburasystrarnar
Lena Rasmussen og Oddvør Dam 65
ár. Báðar búgva tær í Havn, men tær
eru ættaðar úr Fuglafirði, og har hava
tær sum rímiligt er ein felags forsøgu.
Pápin var Jóhannes Jacobsen. Hann
var ættaður úr Funnngi, sonur Karo
linu og Osvald Jacobsen. Sum ungur
fór hann til Havnar at læra til skó
makara
hjá
mammubeiggjanum
Gamla Knút Skómakara. Tískil var
Johannes systkinabarn Onnu Petersen,
sum vit umrøddu í røðini Hendur ið
Sleptu í Sosialinum í gjár.
Jóhannes giftist við Elin Sofíu, kall
að Ellifía, sum var dóttir Lenu og Óla
á Miðgerði, og var hann beiggi gamla
Sámal Petur. Teir vóru ættaðir úr
Kollafirði men búsettust í Fuglafirði.
Jóhannes búsettist eisini í Fuglafirði,
har hann virkaði sum skómakari og
eisini sum ortopediskur skómakari til
ellisár. Hann doyði fyrr í ár 96 ára
gamal.
Johannes og Ellufía fingu børnini,
Jóna, Oddvør, Lena, Ninnema, Sigga,
Óli og Osvald.
Tað kann sigast um tey hjá skómak
aranum, sum vit plaga at kalla tey, at
tey eru sera ættarkær. Hetta merkja
ikki minst vit, sum eru ættað frá Knúti
skómakaranum. Hóast rættiliga langt
úti í ætt kennast nógv av okkum sum
næstrafólk. Hetta var eisini galdandi
fyri systir Jóhannes, Mallu í Funningi,
sum var gumma Knút Háberg, abba
son gamla Knút skómakaran. Væl eld
ast tey eisini. Malla fylti 100 ár við
fullum skili.
Øll hava ymiskar lívsleiðir, og tað
hava Lena og Oddvør eisini havt. Tær
eru vist eisini meira ólíkar enn tvíbur
ar annars plaga at vera. Men sigast
kann stutt um tær hvør sær:
Lena
Lena fór úr skúlanum at arbeiða í
handlinum hjá S.P. Petersen, ella hjá
Pidda, sum var systkinabarn mamm
una. Í 1963 fóru tær báðar, Lena og
Oddvør, niður á húsarhaldsskúla, sum
ikki var óvanligt hjá gentum tá. Aftaná
arbeiddi Lena eitt skifti á posthúsinum
í Fuglafirði.
Eina tíð var hon í húsi hjá Jónu
systir síni, og fór aftan á tað at arbeiða
í Keypssamtøkuni í Havn. Eina tíð var
Lena í gamla bókhandli, og í 1964
giftist hon við Petur Sigurd Rasmussen
lærara.
Lena gekk heima nøkur ár, fór síðan
at arbeiða á verkstaðnum Vón, og sigast
kann at hetta gjørdist hennara lívsstarv,
og tað er eisini her, hon heldur føðing
ardagin ólavsøkuaftan kl. 1014.
Lena og Petur Sigurd fingu tríggjar
døtur Turið, Eyð og Unn og ommu
børnini eru 10 í tali.
Oddvør
Oddvør kom eisini at royna eitt sindur
av hvørjum, tá ið hon fór úr skúlanum.
Eitt tað fyrsta hon royndi var at vera
læraravikarur, og ikki valdi hon tey
høgligastu plássini. Fyrst var hon eitt
ár á Langasandi í 1961 og síðan eitt ár
á Slættanesi í 1962. Hetta hevur helst
verið seinasta ár skúli var í bygdini,
og hetta var beint áðrenn bygdin varð
avtoftað.
Síðan fór Oddvør at arbeiða á Skipa
felagnum í Fuglafirði og aftan á tað fór
hon at arbeiða á sosialu deild hjá Havnar
Kommunu. Í Fuglafirði var hon komin
at kenna John Dam, sum hevði mist
konuna við eini syrgiligari vanlukku.
Fyrstu árini arbeiddi hon eisini, men
seinni kom hon at vera um John og
hansara fulla tíð. Oddvør var uttan iva
tann rætta, at koma saman við John, so
tolin hon er. Tað kravdist ikki minst av
henni seinnu árini, tá John gjørdist
meira og meira sjúkur, til hann doyði
fyri nøkrum árum síðani.
Oddvør gjørdist sum ein mamma
serliga fyri Zakaris hjá John, sum var
yngstur av børnunum, og hon hevur
verið ein rættilig omma fyri øll
abbabørnini hjá John, og hon er eisini
uppkallað. Góð er hon eisini við síni
ommubørn sum nøkur omma.
Oddvør heldur føðingardagin heima
við hús tann 3. august. Tá verður eisini
høvi til at síggja kanska tann vakrasra
urtagarðin í Havn, sum Oddvør er
meistari fyri. Her skal skoytast uppí, at
tað sama kann sigast um havan hjá
systrini Jónu. Hetta man vera ein førn
ingur, tær hava við sær heimani frá.
Í stuttum kann sigast um føðingar
dagsbørnini, at tað er hugaligt at kenna
tær saman við restina av familjuni.
Ynskt verður tykkum hjartaliga til
lukku við tykkara felags førðingardegi.
Send verður eisini ein seinkað føðingar
dagsheilsan til systrina Jónu (Linden
skov), sum fylti 70 ár fyri kortum.
ó.
Lena og Oddvør verða 130 ár
Lena
Oddvør
Tey hjá skómakaranum: Aftara rað f.v. Jóhannes, Osvald, Oddvør, Sigga, Óli og Jóna. Frammanfyri: Lena og Ninnema (Karolina)