Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 15 nøvn Prógv Kirstin Hammer (f.Andreassen), nú búsitandi í Tórshavn, tók tann 20. juni prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Herlev Sygepleje- og Radiografskole í Herlev. 5. juli 2007 luku Beinta Dam og Brynleif Poulsen, ið bæði starvast sum grannskoðarar á Landsgrannskoðanini, prógv sum Cand. Merc. Aud. við Handilsháskúlan í Keyp- mannahavn 27. juni fekk Inga Kristiansen, Tórshavn prógv sum BSc (Hons) í Environmental Bio- science á Universitetinum í Salford, Manchester. Fyri gott skrivligt avrik fekk hon virðisløn frá Oxford University Press. Føðingar 9. juli fekk Heiðrun eina lítlasystur. Hon vigaði 3300 gr og var 53 cm long. Foreldur teirra eita Teresa Fjallsbak og Suni Juul Pedersen, Tórshavn. Hey, eg eiti Jónatan og eg var føddur 07.07.07. Eg vigaði 3685 gr. og var 53 cm. langur. Foreldur míni eita Beinta og Edvard Jacobsen og vit búgva á Eiði. 10. juli fekk Victoria eina líttlasystur. Hon var 51 cm long og vigaði 3100 g. Hon eitur Sesilia og foreldrini eru Randi og Jákup Biskopstø, Klaksvík. Fríggjadagin 13. juli fekk Rebekka eina lítlasystur. Hon var 52cm long og vigaði 4200 gr. Foreldrini eru Joan Kjelnæs og Rúni Patursson Tórshavn. 7. juli fingu Beinta og Edvard Jacobsen, Eiði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3685 gr. 10. juli fingu Henny og Magni Rubeksen, Norðdepli, ein son. Hann var 53 cm lang­ ur og vigaði 3800 gr. 15. juli fingu Jóhanna Vang, Glyvrum, og Aron Jacobsen, Skálafirði, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2060 gr. 17. juli fingu Ester og Allan Eysturskarð, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53,5 cm long og vigaði 3850 gr. 18. juli fingu Ilda og Rúni Lómstein, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850 gr. 20. juli fingu Rannvá og Hil­ bert Blástein, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4400 gr. 21. juli fingu Katrin Jespersen og Bárður Mikkelsen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 21. juli fingu Margreth og Hildibrandur Olsen, Hósvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 22. juli fingu Gunhild Joen­ sen, Saltnesi, og Petur Mein­ hard Magnussen, Glyvrum, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2700 gr. 22. juli fingu Annelisa S. og Jón Magnus Joensen, Argj­ um, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3225 gr. 23. juli fingu Meibritt og John Mikkelsen, Glyvrum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3875 gr. 23. juli fingu Jacqueline og Gunnar Skúvadal, Vestmanna, ein son. Hann var 52 cm lang­ ur og vigaði 3530 gr. 23. juli fingu Rannvá Thom­ sen og Knút V. Vesturtún, Kambsdali, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3150 gr. 23. juli fingu Ann Winther Jensen og Finnur Sólbjørns­ sonur Olsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4000 gr. 24. juli fingu Fríða og Heini Eysturoy, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr. 24. juli fingu Guðrið Jacob­ sen, Argjum, og Janus Berth­ elsen, Strondum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3450 gr. Hendrik Egholm er settur í starv sum nýggjur stjóri í Føroya Shell. Hann tekur við 1. oktober STJÓRASKIFTI Hendrik Egholm er 33 ára gamal, og útbúgvin Cand. Merc. av Handilsháskúlan- um í Keypmannahavn. Hann hevur síðani 2004 verið sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line, og hevur hesa tíðina verið við til at betra um úrslitið hjá felagnum. Eitt tíðarskeið var hann, sjálvur annar, virkandi stjóri á Smyril Line. Áðrenn Hendrik byrjaði á Smyril Line, arbeiddi hann m. a. við altjóða sølu hjá donsku fyritøkuni, Velux, umframt við sølu og markn- aðarføringsráðgeving hjá lýsingar- og ráðgevingarfyri- tøkuni Integral í Keyp- mannahavn. Stjórin í Føroya Shell seinastu tíggju árini, Hákun Djurhuus, sum segði seg úr starvi fyrr í ár, verður ver- andi í starvinum, til nýggi stjórin tekur við. Hendrik Egholm nýggjur Shell stjóri Talan verður um hampuliga gott ólavsøkuveður, men hitin verður tó ikki tann nógvi, nú hann verður høgur í ættini ÓlAvSøKuveðuR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kappróðurin verður neyvan órógvaður av mjørka. Hann verður nevnliga av útnyrð- ingi í høvuðsstaðnum á ólavsøku, og so verður ikki talan um mjørka, sigur Pet- ur Skeel, veðurfrøðingur. Seinastu dagarnar hava fólk óttast, at ólavsøkan kanska verður dekan ov váttlig – tá tosað verður um veður – men hetta verður neyvan heilt so galið, sigur Petur. Ólavsøkuaftan verða helst nøkur æl, men tað er líkt til, at hetta mest verður fyrrapartin. Seinni á degn- um skuldi verðið betri, og ólavsøkudag verður helst heilt turt, sigur Petur. Nakað av vindi verður tó. Stívt andøvsgul og møgu- liga upp í ein strúk, so tað kann kanska verða nakað kølið til kappróðurin, um fólk ikki eru ílætin eftir umstøðunum, heldur Petur. Til midnáttarsangin verður tó sera gott veður væntar hann. Vindurin er tá linkað- ur, og eisini verður turt. So ivaleyst verður talan aftur í ár um stóra mannmúgvu sein- astu løtuna av ólavsøkuni. Takið heitu klæðini við Seinastu dagarnar hevur verið sera vátt í høvuðsstaðnum, men Petur Skeel, sigur, at tað helst verður turt á ólavsøku Mynd: Jens Kristian Vang