fríggjadagur 27. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 143 - 27. juli 2007
tíðindi
3. partur
útferð
Sonne Smith
Myndir: Eirikur Ólason Simonsen
Hetta og mang annað sat eg og
hugsaði um, meðan vit sigldu við
40 míla ferð um Írska Havið úr
suðurvesturskotsku ferjuhavnini
Stranraer til Belfast í
Norðurírlandi. Vit sigldu við
einari eskjuformaðari superferju
hjá altjóða felagnum Stena Line.
Eitt fantastiskt, futuristiskt far,
hvørs 100.000 hestar eru
drívkraftin hjá fýra jetdysum.
Eitt búskaparligt undur
Eitt sindur kunnar tú teg um
lond, sum tú ongantíð hevur
verið í. Tað er sum eitt ævintýr,
at lýðveldið Írland hevur verið
fyri einum búskaparligum
vøkstri, ið ikki hevur sín maka í
øllum Vesturheiminum.
Arbeiðsloysið er raplað niður, og
tann grøna oyggin er broytt frá at
vera eitt samfelag við
hópútflyting til stórinnflytara av
arbeiðsmegi. Har eru ómetaliga
nógvir asiatar, og
eystureuropearar í stórum tali.
Írar eru ernir av viðburðinum,
ið hevur beint burtur ta gomlu
mýtuna um, at teir eru eitt fólk,
ið letur seg villleiða av dovnum
yrkjarum og fyllibyttum, hóast
drykkjuskapurin hevur vundið
nógv upp á seg, meðan tikarin
skorar seg fram í
heimsbúskapinum. Veruleikin er,
at írar eru millum tey dúgligastu
í ES, sum eisini hevur sprænt
nógvar milliardir í írska
búskapin.
Búskaparvøksturin hevur
fingið kelinavnið: Tann keltiski
tikarin. Mong grundin er til, at
rovdjórið hevur murrað í vælveru
tey seinnu árini. Ein liberalur
vinnulívspolitikkur,
Vinnufelagsskatturin er lítil, og
fakfeløgini eru veik. Harafturat
er Írland strategiskt millum
Norðuramerika og Europa,
høvuðsmálið er enskt,
útbúgvingarskipanin gerst alsamt
meiri vinnulig, og hvørt ár fara
eini 30.000 ung út á
arbeiðsmarknaðin.
Fólkatalið er bara 3,9 milliónir.
Høvuðsmálið er írskt – fyrsta
almenna mál. Annað almenna
mál er enskt, men bara trý
prosent tosa írskt.
Belfast
Minnist sangin hjá Bony M,
Belfast. Minnist hvussu syrgilig
søgan um norðurírska
høvuðsstaðin var. Søgan um
bilbumburnar, hatrið,
borgarakríggið, stongdar
býarpartar, alvápnaðar bretskar
hermenn.
Og makliga bilsin var eg, tá ið
vit koyrdu gjøgnum miðbýin í
Belfast. Her búgva 500.000 fólk.
Belfast liggur við ta víðu Lagan-
ánna. Høgar herður stenda
rundan um henda gamla
ídnaðarbýin, her Titanic varð
smíðaður í 1912.
Her var alt stak friðarligt, og
als einki arr sást frá krígnum.
Vit fóru nú at leita eftir einum
Bed & Breakfast ella hotelli.
Seint var, og vit óttaðust fyri, at
náttin fór at koma á okkum.
Einki var at fáa. Eingin
mikroskopiskur møguleiki fyri at
gista. Nú vóru vit keddir og
móðir. Royndu eina seinastu ferð
á Hilton-hotelli. Einki. Her var
studentaball. Akkurát sum í
Havn, tá ið pisurnar eru floygdar.
Øll familjan, allir kenningar
súgva seg inn á hvørt tað einasta
gistingarhús í býnum. Hvat skulu
vit gera? Jú, latið okkum spyrja
ein taxa-sjafør, um hann vil
koyra framman fyri okkum og
finna okkum eitt gistingarhús.
Tað vildi so til, at ein skemtiligur
sjaførur vildi hjálpa okkum.
Hann hjálpti okkum ímillum
túrar í fleiri tímar, ringdi fyri
Ferðin til Keltalands:
Ótálmandi keltiski
Tann grøna oyggin er ikki so grøn
longur. Írland verður saksað,
uppgrivið og bulldosað, so at pláss
verður fyri fleiri motorvegum.
Um allan sjónarringin í Dublin
standa ómetaligir byggikranar.
Landið, sum fyri einum 20 árum
síðan var tilafturskomið og fátækt,
er vaknað og brølar frameftir.
Hin Keltiski Tikarin er vorðin
ein av heimsins mest undurfullu
búskapum við góðum og sanniliga
eisini ringum avleiðingum. Tann
sosiali ójavnin dýpist. Tað eru ikki
øll, ið klára at fylgja við
Júst og Eirikur umborð á Stena Line-ferjuni á veg til Belfast
Niels Pauli og Júst í miðbýnum í Derry
Vit fýra á pub í Derry