Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 17 tíðindi tikarin brølar okkum óteljandi ferðir við síni fartelefon, og hann koyrdi fleiri ferðir framman fyri okkum. Hví hann vildi hjálpa okkum, skiltu vit ikki. Eg helt, at vit tá til seinast skuldu siga honum, hvaðan vit vóru. Hann hevði hildið, vit vóru týskarar. Klokkan gekk til tvey um náttina. Okkara taxa-sjaførur læt seg lokka til at vilja taka tíggju pund fyri tann ómetaliga ómak, hann hevði sýnt okkum. Seinasti møguleiki var at koyra einar 30 kilometrar eystur til frítíðarbýin Bangor. Har settu vit motorsúkklurnar og fóru at leita. Alt fullsett allastaðni. Niels Pauli hevði nú latið seg í sín góða koyribúna, hevði sett hjálmin á høvdið og sett á súkkluna. Hann var til reiðar at liggja onkustaðni á berajóli. Vit, hinir tríggir, fóru at slota. Gingu niðan eftir einari brekku og sóu, at eldur var í einum húsum. Har var nógv fólk. Forvitin, sløkkilið og politi. Í brekkuni sá Eirikur ein mann sita í einum bakgarði uttan fyri eitt gistingarhús við eitt borð og roykja og drekka øl. Hann spurdi mannin, um hann arbeiddi her. Jú, tað gjørdi hann. Um hann hevði tvey kømur. Hann at vita. Einki! “Gud eigi teg, royn og hjálp okkum!” søgdu vit. Endin var, at hann bjóðaði okkum tvey kømur, sum tey har á Bangor Bay Inn vanliga ikki leigaðu út. Eg fari nú til gongu at fortelja Niels Paula, at vit høvdu funnið kømur. Niels Pauli situr gravalvorligur á súkkluni, sum hevði hann búgvið seg til kríggj í einsemi. “Niels Pauli, vit gista her!” kunngeri eg ovurfegin. “Nei, eg lúgvi ikki. Slíkt skemtar tú ikki við!” helt eg fram, tá ið eg sá yvirbráið í andlitinum á Niels Paula. Tað var sum kyknaði okkurt í honum. Hetta fyribrigdið fór ígjøgnum hann og endaði við tí mest sigandi, málandi brosinum, eg nakrantíð havi sæð. Brosið var ikki stórt, men tað segði alt. Klokkan trý hesa náttina tørnaðu vit inn. Á suðurleið Morgunin eftir høvdu vit avrátt at koyra vestur eftir gjøgnum Norðurírland. Vit komu til Derry í góðari tíð, so vit høvdu nakrar tímar har. Øll hava slept navninum Londonderry. Í hesum søguliga býi, ið so sanniliga eisini hevði kent sviðan av borgarakrígnum, búgva 105.000 fólk. Her er eitt yðjandi turistlív um summarið. Eg hevði gramt meg um, at vit ikki høvdu givið okkum stundir at dvølja so frægt í einum býi, at eg kundi blíva kliptur. Vit funnu ein kvinnuligan frisør í einari trappuuppgongd. Deilig salong, og eg fekk frisørsess alt fyri eitt. Bað hana taka tveir tummar av hárinum. Tað kostaði fimm pund! Næsti støðgur, býurin Sligo. Hann liggur einar 150 kilometrar sunnan fyri Derry í lýðveldinum Írlandi. Vit koyrdu og koyrdu í tí ringasta stoytingi, í sannari syndaflóð allan vegin til Sligo, her vit gistu og turkaðu handskar og fótíløt við fønara. Vit hildu leiðina fram til Galway, havnarbýin heilt har vesturi í Írlandi. Her sum alla aðrastaðni var lætt at koma í samband við fólk. Nei, Føroyar vistu tey einki um. Tey vistu heldur einki um írskar munkar í Føroyum. Jú, onkur mintist landsdystin millum Írland og Føroyar. Dublin Vit kvettu Írland av um miðjuna og gjørdu av at koyra í ein beinan eystan til Dublin. Verðin er øgiliga stór, tá ið tú ferðast um land. Írland er hóast alt meira enn 70.000 ferkilometrar stórt, so vit brendu avstað. Eftir landavegi og motorvegi. Við turboferð. Í Írlandi brúka tey kilometrar og evruna. 100 kilometrar um tíman gjøgnum bygt øki var helt vanligt. So á motorvegnum var ferðin øgilig. Vit gistu eina nátt í einum lítlum býi 100 kilometrar eystan fyri Dublin. Gentan, sum skrivaði okkum inn á hotellið, mundi brotna, sum hon flenti, tí Niels Pauli var í essinum. Hann spurdi hana, um kamarið hjá Eiriki og mær var flottari og størri enn tað hjá Júst og sær. Yvirhøvur presenteraði Niels Pauli seg sum Don Pedro í Írlandi. Vit koyrdu við sniglaferð gjøgnum hjartað í Dublin. Ógvislig ferðsla og mannamúgvan tóktist fylla allan býin, her ein millión írar búgva. Hvussu mong fremmand her búgva veit eg ikki, men eg giti, at talið á turistum er minst hálvonnur millión um summarið. Havi aldrin sæð so nógv fólk á so mongum gongugøtum nakrastaðni. Vit skuldu gista í Dublin eina nátt og vórðu tí noyddir at seta súkklurnar frá okkum, meðan vit leitaðu eftir gistingarhúsi. Vit funnu eitt parkeringspláss í miðbýnum, har nakrir bumsar hildu til. Teir vóru ikki bara fullir. Teir vóru vindandi skeivir. Dæmið var sum deiggj á at líta. Ein syrgilig sjón. Vit hildu, at súkklurnar stóðu tryggar hjá bumsunum hóast alt. Og so var. Ein gekk aftan á okkum og mølmaði og snakkaði. Vit skiltu ikki eitt orð av tí hann segði, so Niels Pauli spurdi til endans: “Do you speak English?” Mitt í sjálvum sentrum í Dublin stendur heimsins hægsti minnisvarði. The Spire, sum er 120 metrar høgur. Vit nýttu høvið sum hundraðtúsundtals onnur at duka við knúgvanum á spírin at vita hvat tilfar, hann er úr. Glasfipur haldi eg. Vit fingu Bed & Breakfast- kømur mitt í býnum. Hetta var tað reina slum, men vit kláraðu tað so eftir at hava vaskað tað av okkum, sum vit biltu okkum inn, var beinleiðis óterligt, og so skuldi vit gjalda meira í hondina, enn tað fínasta hotellið kostaði. Annars er Dublin ein fantastiska flottur og imponerandi býur. Vit vóru bara óeydnismenn eina nátt. Aftur til Scrabster. Straigt ahead gekk tað við nógvari ferð eftir nýggjum motorvegi líka til Norðurírlands. Eg helt Júst vera so óhoyriligan. Hann koyrdi 100, har skeltini vístu 60. Tað hevði eg gloymt. Vit vóru komnir í bretskt land, her tey brúka miles. Vit koyrdu somu leið norður gjøgnum tað hálva Skotland sum fyri suðurgangandi. Síðani snaraðu vit nakað vesturá, heilt niðan í fjøllini har norðuri eftir smalasta bygdarvegi. Eystur eftir til kjarnorkuverkið Dunray, sum nú er fornminnissavn, og so komu vit aftur til Scrabster at bíða í átta tímar eftir Norrönu. Vit høvdu koyrt 2.500 kilometrar. Heimsins hægsti minnisvarði í sjálvum sentrum í Dublin. Hann er 120 metrar høgur Vit saman við eingilskum bikarum Niels Pauli mitt í tí óendaliga mannahavinum í Dublin