fríggjadagur 27. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 143 - 27. juli 2007
tíðindi
SPANIAFERÐ
Eli Smith
Tað var eitt heimligt upplivilsi at
koma til botnin av Biskajavíkini
og síggja Atlantshavið aftur.
Hettar var Norðurspania, og eg
koyrdi við mínum góða
Mercedes bili, sum hevur tænt
mær væl, men eg vil ikki siga, at
bilurin hevði vunnið í nakrari
kappkoyring. Tað er eingin lygn,
at eg yvirhálaði bert 3 bilar allan
vegin niður hagar. Men fram
kemur hann í hóvliga fer, ella
sum Ólavur svágur skemtiligani
tók til “Fram kemur hann við
hálvari ferð “.
Koyrdi nú vesturyvir gjøgnum
Baskaralandið framvið San
Sebastian, býnum vit ofta hoyra
um, tá tað er okkurt við E.T.A., tí
harðrenda
loysingarfelagskapinum, sum,
tíbetur nú fyri kortum, bjóðaði
sær at leggja vápnini. Meðan eg
koyri nærkist eg so líðandi
teimum “Atlantisku
Pyræneunum” – ikki teimum
Pyræneunum, sum liggja millum
Frakland og Spania. Fjøllini
gerast hægri, og eg verði so
hugtikin, at eg tíðum havi
myndatólið frammi fyri at
avmynda bæði strendur og fjøll.
Hendan fjallarøðin, eg koyri
framvið, eitur í veruleikanum
“Tey Cantabrisku fjøllini”, og
gongur vesturyvir frá lands
partinum Cantabrien og inn í
landspartin Austurien. Spania er
eitt av teimum størstu og mest
fjallaríku londum í Evropu. Tað
eru aðrar fjallarøðir í Spania, vit
kunnu nevna, umframt
Pyrenæurnar: Tann Iberiska
fjallarøðin, León fjøllini og tann
Andalusiska fjallarøðin, sum
sum gongur eysturyvir har suðuri
og fer niður í Miðalhavið, kemur
so uppaftur har (Balaerne?Fo)
eru.
Ein kann róligt siga, at Spania
er eitt háland, tá 90% av víddini
liggur omanfyri 200 metrar. Og
fyri at tosa um veðurlagið, so
hava teir norðaru partarnir móti
Atlantshavinum í meðal meir enn
200 regndagar árliga, sum líkist
ikki sørt tí føroyska.
Á teimum sunnaru leiðunum er
turrari, og sólin er frammi sjey
tímar dagliga, meðan har norðuri
sær sólin 4,6 tímar. Høvðus
staðurin: Madrid, landsins hjarta,
sum liggur inni á háslættanum,
har háslættin telur 40% av
landinum, hevur tað harðførasta
veðurlagið, kaldan vetur og
bakandi heitt summar, ofta fara
hitastigini uppum tey 40.
Á teimum sunnaru leiðunum í
Andalusia finna vit tað Spania,
sum øll kenna frá ferðabløðu
num, við sól og summari.
Áðrenn eg koyrdi framvið
Bilbao, varnaðist eg eitt skelti,
sum vísti vegin til “Gernike” ella
Guernica, minnir meg á kanska
heimskendasta málningin hjá
Picasso, men tað koma vit aftur
til.
Móti kvøldi kom eg vestur til
strandabýin Santander, sum er
landspartahøvðustaður í Canta
brien. Í Santander búgva 170.000
fólk, ein kendur feriubýur við
góðum sólstrondum.
Hettar var so tann fyrsti býurin
í Spania, eg kom til. Oftani er tað
tað fyrsta inntrykkið, ein minnist
best. Hettar var leygarkvøldið 25.
mars. Koyrdi runt í býnum fyri at
finna mær eitt kampingpláss. Tað
fyrsta, eg legði merki til, var at
síggja alt fólkið, sum var farið í
býin at spáka, og har vóru ikki
bara ungfólk, nei her fylgdust
ommur, abbar, foreldur og børn.
Stuttligt var at síggja
samanhaldið, og hvussu tey
hugnaðu sær við at ganga túr á
prominaduni. Tað minti ikki sørt
um okkara ólavsøku, men hetta
var hvørt vikuskifti, tá veðrið var
til vildar. Spaniólar eru eitt sera
sosialt fólkaslag, tey søkja inn í
býirnar og vilja búgva tætt
saman. Ofta búgva trý ættarlið
undir einum taki, og tað ger, at
tey hava meiri gleði av hvørjum
øðrum. Ein segði við meg, at “jú
meira vit eru saman, jú meira
sympati”, og tað haldi eg við. Í
Spania eru fæstir hjúnarskilnaðir
í Evropa, so tað kann verða ein
orsøk, at familiurnar halda meira
saman. Eitt legði eg merki til, og
tað var, hvussu væl skipað alt
var, bæði vegir og hús og hvussu
snotiligt alt var. Norðurspania er
ríkari enn restin av landinum, og
skyldast hetta millum annað, at
tann størsti ídnaðurin liggur her
norðuri. Spania hevur havt eina
ógvusliga framgongd, síðani
demokratiðið við Juan Carlos á
odda, aftur varð sett á stovn eftir
eina lemjandi tíð undir einaveldi
num hjá General Franko. Teir 17
landspartarnir, sum eisini í
forðum hava verið sjálvstøðug
kongaríki, fingu eitt slags
sjálvstýri aftur. Onkur ber ótta
fyri, at landspartarnir hava fingið
í so nógv vald, og at stjórnin í
Madrid hevur mist sína ávirkan.
Spania hevur eisini notið gott av
at vera farið inn í felagsmarknað
in, sum hevur stuðlað landinum
ómetaligt, og handilin við
útlandið er bara vaksin.
Umsíðir fann eg eitt tjaldingar
stað, men slapp ikki inn. Setti
síðani bilin uftanfyri og fór inn á
eina cafeteria at veksla. Tað var
ein stuttlig uppliving at trína inn
hagar, ja hønurnar á Velbastað
høvdu onki formátt sær ímóti
fólkunum inni her. Tað mundu
vera eini hundrað fólk inni, og
øll róptu í holið á hvørjum
øðrum, so tit kunnu ætla, at har
var ein gangur. Eg stóð bert
stillur og eygleiddi og lurtaði
eftir hesum gangi. Tað, at hølið
var úr hørðum tilfari, gjørdi ikki
støðuna betri.
Sunnudagin fór eg til ein lítlan,
søguligan bý nakrar kilometrar í
ein útsynning, sum eitur
Listarmaðurin Eli Smith
var í fjør í arbeiðsørindum í
Spania. Hann búði bilinum,
sum hann hevur innrættað
til bústað. Seinasta
vikuskifti greiddi hann frá
fyrsta parti av ferðini. Hesa
ferð greiðir hann frá ferðini
niður gjøgnum Evropa
til Spania og frá teimum
hugtakandi 15000 ára
gomlu holumálningunum í
Altamira í Pyrneunum
Við Eli á veg
til Spania
Strandabýurin Santander, sum er landsparta
høvðustaður í Cantabrien. Í Santander búgva
170.000 fólk, ein kendur feriubýur við góðum
sólstrondum. Hettar var so tann fyrsti býurin í
Spania, eg kom til