Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 19 tíðindi Santillana, orsøkin til, at eg fór hagar, var, at 2 km vestanfyri, eru tær tiltiknu Altamiraholurnar ella, sum tær eita á sponskum ” CUEVAS de Altamira”. Inntil ár 2001 var hetta størsta arkeolog­ iska attraktión í Spania, men nú kunnu ferðafólk ikki koma inn í tær veruligu holurnar, tí vandin fyri at tað, ið menniskju anda út, kann forkoma teimum víðakendu holumálningunum. Fyri at koma hesum til lívs, eru eftirgjørdar holur gjørdar 200 metrar frá teimum veruligu. Tær eru so meinlíkar og vælgjørdar, at eg, eftir at hava sæð tær, fór avstað aftur uttan at føla meg snýttan fyri ikki at hava sæð tær veruligu holurnar. Her hava tey niður í minsta smálut, endurskapt bisonmálningarnar og onnur av teimum veruligu listarverkunum, sum steinaldarmenniskuni gjørdu. Ein kundi eisini síggja eitt hologramshow, har man fekk eina livandi mynd av lívinum í holuni, hvar menn, kvinnur og børn vóru samlað um eldstaðin og har veiðuamboð, príðislutir og annað var sýnt fram. Tað var bergtakandi at síggja loftið prýtt serliga við Bisonoksum, hestum, reinsdjórum og villsvínum. Tey dugdu eisini sera væl gagnnýta tað skulpturella og mála oksarnar á støð, har teir sóu mest bulmiklir út. Málingin, teir nýttu, var m.a. tað svarta úr koli, tað reyða úr okker og tað hvíta av flintsteinum. Hetta varð bæði teknað, smurt uppá við hondunum og eisini blást uppá. Teir nýttu ein teknik, sum vit í dag kalla fyri airbruch teknikk og amboðiðini vóru fuglabein, sum tey nýttu til rør. Hesir 15000 ára gomlu málningar, blivu funnnir í 1879 av einum staðkendum vísindamanni, sum var á útferð við dóttur síni. Spanski listamálarin, Pablo Picasso, var sera hugtikin av holomálningunum og tók soleiðis til ”at síðani Altamira holumálningarnar var listin bara gingin aftur”. Var í Santillana í eina viku á einum kampingplássi, og fór síðani longur vestureftir móti Picus De Europa. Framhald Sum eg koyri suðureftir nærkist eg teimum Atlantisku Pyræneunum – ikki teimum Pyræneunum, sum liggja millum Frakland og Spania Hendan fjallarøðin, eg koyri framvið, eitur í veruleikanum “Tey Cantabrisku fjøllini”, og gongur vesturyvir frá landspartinum Cantabrien og inn í landspartin Austuriena Tiltiknu Altamiraholurnar ella, sum tær eita á sponskum ”CUEVAS de Altamira”. Inntil ár 2001 var hetta størsta arkeologiska attraktión í Spania, men nú kunnu ferðafólk ikki koma inn í tær veruligu holurnar, tí vandin fyri at tað, ið menniskju anda út, kann forkoma teimum víðakendu holumálningunum. Fyri at koma hesum til lívs, eru eftirgjørdar holur gjørdar 200 metrar frá teimum veruligu