fríggjadagur 27. juli 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 143 - 27. juli 2007
tíðindi
Samrøða við Stephanie
Elisabeth Sager 21 ár úr
Luzern í Sveis, sum var
AFS-ari í Føroyum fyri
trimum árum síðan.
– Eg valdi at koma til
Føroyar, tí eg vildi til eitt
norðurlendskt land. Eg havi
ferðast við familju míni í
Danmark, Svøríki og Noreg
sum barn og tað dámdi mær
sera væl. Tá eg kom til AFS,
søgdu tey, at um man ynskti
at koma til Danmarkar, so var
eisini møguligt at velja
Føroyar, tá visti eg als onki
um Føroyar.Síðan byrjaði eg
at lesa um Føroyar, og mær
dámdi alt eg las um
mentanina og fólkið.
Í byrjanini var tað trupult
við málinum, tí eg dugdi ikki
so væl enskt og als ikki
danskt. Fólk í Sveis duga ikki
so væl enskt, tað er mest týskt
og franskt. Tað var ringt at
skilja, hvat hendi á
studentaskúlanum í byrjanini,
men so kom eg at skilja meir
og meir. Eg gjørdi eina
orðabók fyri meg sjálva, har
eg skrivaði øll orð eg ikki
visti og spurdi Elisabeth og
Samrøða við Elisbeth
Holm AFS-ara og
forkvinnu fyri AFS í
Føroyum.
– Eg var í Kansas City í statinum
Kansas í 1982 hjá familjuni
Cantril. Faðir mín har hevði lisið
gudfrøði og sálarfrøði, men
arbeiddi sum sálarfrøðingur.
Mamma mín har hevði ein skúla
í kjallaranum heima, har hon
lærdi 5-6 ára gomul børn at lesa.
Eg hevði ein beiggja og tvær
systrar, onnur var flutt heimanfrá
og var gift við littum mann.
Foreldrini høvdu ongan
trupulleika við tí, men omman,
ið var av landinum, hevði stórar
trupulleikar við tí. Soleiðis fekk
eg tíðliga og beinleiðis innlit í
rasuskilnaðin og trupulleikarnar í
USA. Hin sistur mín, Lisa, var
16 ár, búði heima og vit vóru
ikki bara systrar, men bestu
vinkonur.
- Vit hava havt samband øll
árini síðan.Tey hava vitjað meg
og eg havi vitjað tey. Vit fylgja
við í lívinum hjá hvørjum øðrum.
Eg eri ótrúliga glað fyri AFS-árið
í USA. Tað hevur ávirkað øll
míni virði, heims- og menniskja
áskoðan Tað hevur lært meg,
hvat menniskju hava í felag. Tað
er so nógv meira enn tað ið skilir
okkum at.Eg føli meg kensluliga
tætt knýtta at AFS-familju míni í
USA, og ikki minst at AFSarum
mínum úr USA og Sveis. Hetta
eru sambond, ið hava ríkað lív
mítt meira enn lýsast kann í
orðum. Sjálv haldi eg, at AFS er
eitt frálíkt íkast til føroyska
samfelagið.
Bakgrundsssøgan
AFS International er ein
skiftisfelagsskapur fyri
ungdómar. AFS felagsskapurin
snýr seg um, at ung fólk millum
15 og 18 ár fara út í heim í eitt
ár fyri at nema sær kunnleika
um annað mál og aðra mentan,
og at ungdómar á sama hátt
koma hendavegin fyri at fáa
nýggjar avbjóðingar. Tað
mennandi og potentielt læruríka
aspektið er, at einstaklingurin
og familjur av ólíkum uppruna
læra um og av hvørjum øðrum
við at liva saman.
Søgan hjá AFS byrjar undir 1.
heimsbardaga við einum bólki
av sivilum amerikankum
ungdómi, ið stovnaðu American
Field Service. Hesir ungdómar
gjørdust ambulansuførarar bæði
undir fyrra og seinnra
heimsbardaga. Hesi sjálvbodnu
koyrdu og fluttu tey særdu av
vígvøllum og upplivdu soleiðis
ræðuligu avleiðingarnar av
krígsførslu og manglandi fatan
og virðing fyri øðrum
menniskjum og mentanum.
Burtur úr hesum kom
hugskotið um, at ung fólk
tvørtur um landamørk, og
harvið tvørtur um
mentunarligar, átrúnarligar,
rasu, málsligar, politiskar og
fíggjarligar munir skuldu læra
hvønn annan betur at kenna við
at liva seg inn í m.a. mentanina
hjá hvørjum øðrum.
AFS til Føroyar
Í 1947 bleiv altjóða
felagsskapurin AFS
Intercultural Programs formelt
settur á stovn. Tíggju ár seinni,
í 1957, bleiv AFS Interkultur í
Danmark sett á stovn. AFS er
heimsins elsti
skiftisfelagsskapur og er í dag í
yvir 60 virknum limalondum.
Arbeiðið er sjálvboðið og
samstundis óheft av
vinnuligum, partapolitiskum og
átrúnaðarligum áhugamálum.
Føroyar eru ikki sjálvstøðugt
limaland, men eru eitt
lokalfelag við tilknýti til AFS
Interkultur í Danmark, eitt
lokalfelag myndað av
sjálvbodnum. Fyrstu
føroyingarnir fóru út í heimin
gjøgnum AFS síðst í 50unum
og fyrst í 60unum, so AFS
hevur virkað her á landi í hálva
øld, og hátíðarheldur 50 ára
dagin í ár.
“Málsetningurin hjá AFS-
Føroyum er tvífaldur. Tað fyrra
er at fyrreika og kunna tey, sum
fara uttanlands við AFS, og hin
parturin er at vera stuðlar hjá
vertsfamiljum og at skipa fyri
tiltøkum fyri teir ungdómar,
sum koma til Føroyar í eitt ár.
AFS Føroyar sendir umleið 15-
20 ungdómar úr Føroyum út í
heim árliga, men trupult er at
finna føroysk heim, ið vilja lata
dyrnar upp fyri útlendskum
skiftisnæmingum. Tó eru
glottar, tí í løtuni sita seks
familjur spentar kring landið og
bíða eftir einar nýggjari dóttur
ella soni, ið kemur til landið um
eina lítla viku«, sigur Elisabeth
Holm, forkvinna í AFS í
Føroyum síðan miðskeiðis í
90unum.
AFS visiónin
Endamálið við AFS er at virka
fyri friði í heiminum, at økja
um tilvitskuna um tað, sum vit
menniskju hava til felags, at
virka fyri størri fatan av
heimsins mongu og fjølbroyttu
mentanum og at stríðast ímóti
vandamálum, ið hótta
heimssamfelagið. AFS ásannar,
at friðurin ikki er sjálvsagdur,
men hóttur av samfelagsligum,
búðskaparligum og politiskum
órættvísi eins væl og av
vantandi fatan av øðrum
átrúnaðum, bæði millum tjóðir
og einstøk lond.
AFS – ein altjóða felagsskapur
Samrøða við Lilju Holm
Mortensen, ið er 16 ár:
– Eg eri júst komin heim aftur úr
Argentina. Eg havi búð í einum
av teimum norðastu statunum,
Formosa, í býnum Formosa
Capital, har umleið 300.000 fólk
búgva. Eg havi neyvan eina
vanliga AFS-søgu, tí eg havi búð
hjá 3 familjum gjøgnum hetta
árið. Eg havi búð umleið 3 – 4
mánaðir hjá hvørjari familju.
Gjøgnum hesar 3 familjur havi
eg upplivað 3 heilt ymiskar
heimar, og tað hevur verið sera
áhugavert og læruríkt hjá
hvørjari, hóast tað eisini hevur
verið strævið og trupult.
Tann fyrsta familjan eg kom
inn til, var ein sera rík familja.
Tey høvdu eitt stórt hús við
tænastufólki, svimjuhyli og vóru
sum heild materialistiskt væl
fyri. Út frá upplýsingunum um
familjuna áðrenn eg kom hagar,
fekk eg fatanina, at tey vóru sera
lík mínari familju her. Tey høvdu
somu áhugamál og enntá sama
yrki sum foreldur míni. Pápin var
verkfrøðingur og mamman var
ensktlærari og arkitekt eisini.
Hóast tað, vísti tað seg, at tey
vóru sera ólík foreldrum mínum.
Tey vóru sera konservativ og
heldur køld. Tað er vanligt har,
at mannfólk eru dominerandi,
men í hesum føri var tað heilt
ekstremt.
3 mánaðir seinnri flutti eg til
mín kontaktpersón innan AFS.
Har búði eg saman við henni,
mammuni og einari yngri systur í
4 mánaðar. Økið eg flutti til var
eitt tað fátækasta og
vandamiklasta í Formosa.
Familjan var heit og kjerlig, men
fátøk. Eg búði sera primitivt, t.d.
var ongin vaskimaskina ella
onnur materiel hjálpartól. Eg
deildi kamar við eldri systrini og
hevði bert eina madrassu at sova
á. Aftaná 7 mánaðar í Argentina
flutti eg aftur, hesu ferð tí
mamman hevði hvørki
menniskjansligt ella peningaligt
yvirskot til at hava meg
búgvandi. Hóast eg flutti høvdu
vit framhaldandi eitt støðugt
samskifti.
Triðja og síðsta familjan, var
familjan hjá besta vinmanni
mínum í Formosa, sum tók um
endan, og tað eri eg ótrúliga glað
fyri. Hóast flutningin millum
familjurnar, føldi eg, at eg
endiliga kom heim til mína røttu
familju í Argentina.
Av tí at eg fyrst kom at búgva
hjá einari vælhavandi familju,
bleiv eg koyrd í ein privatan
handilsskúla, ið var væl fyri
samanborið við aðrar skúlar har,
tó fátækur. Skúlin var
authoriterur, og har var nógv
disiplin. Vit skuldu hava fullan
uniform hvønn dag og vit høvdu
hvør sær eina lílta bók um
atburð. Loyvt var at missa 15
dagar árliga, áðrenn burturvísing,
tó skuldi grundgeving frá
læknanum fylgja við, um tú var
burtur ein dag. Men sum
allastaðir í Argentina, ið er
korrupt, so enntá í skúlanum
kundi man keypa sær 15 dagar
meira. Men hóast alt hetta, er
skúlaskipanin ikki serliga góð, tí
tey høvdu ikki skúlabøkur, og í
veruleikanum var undirvísingin
rein avskrift. Tað var fínt at
ganga á skúlanum, hóast
handilsskúli als ikki er eg, men
fyrst eftir summarfrítíðina í
desembur, januar og februar,
fann eg útav, at talan var um ein
handilsskúla. Eg fekk
møguleikan at skifta skúla, men
helt fram, tí her hevði eg míni
bestu vinfólk.
Samanumtikið havi eg havt eitt
fantastiskt ár. Tað hevur verið
sera hart til tíðir, men tað havi eg
lært nógv av, og tað hevur ment
meg sum menniskja. Eg føli, at
eg kenni meg sjálva og míni virði
betur. Eg ætli at hava neyvt
samband við mína familju og
míni vinfólk í Argentina. Eg havi
longu ætlanir um at fara til
Argentina komandi summar at
vitja, men fyrst fari eg á
Studentaskúlan í Hoydølum og at
arbeiða av og á fyri at fáa pening
til mína framtíðar ætlan.
Orð: Maud Næs
Myndir: Jens Kristian Vang