fríggjadagur 27. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2007
21
tíðindi
- stór altjóða
familja savnast
í Nicolai Mohrs-
gøtu á Ólavsøku
Familjan hjá Elisabeth Holm av
Tvøroyri og Palla Mortensen úr
Vági savnast á fyrsta sinni nú um
ólavsøkudagarnar í heiminum hjá
familjuni í Tórshavn. 5 AFS-
Altjóða systrar møtast fyri fyrstu
ferð. Familjan fer at njóta
Ólavsøkuna saman og saman við
túsundum av føroyingum frá nær
og fjar, ið øll vilja heim til
Ólavsøku. Ólavsøkan er nakað
serstakt í ár fyri Elisabeth og
Palla. Eldsta dóttir teirra, 16 ára
gamla Lilja, er júst heimkomin
úr Argentina eftir at hava verið
skiftisstudentur gjøgnum AFS í
eitt ár. Mahmooda, AFS-dótturin
úr Chicago kom í gjárkvøldi og
Steffi, AFS-dótturin úr Sveis, er
eisini heimkomin saman við
foreldrum, systkjum og makum
teirra. Her er søgan um eina
kjarnufamilju, ið nýtti gylta
møguleikan AFS bjóðar í meira
enn 60 londum kring heimin.
Hjartarúm er í Gulu húsini
í Nicolai Mohrs Gøtu 5.
Familjan Holm/Mortensen eiga 3
børn, døturnar Lilju, Sólju,Lý og
ikki at gloyma hundin Lilo.
Elisabeth hevur arbeitt á Føroya
Studentaskúla og HF-skeiði í
Hoydølim síðani 1992, men fer
nú í nýtt starv og Palli er leiðari
á Hjálpartólamiðstøðini. Tey
hava síðani mitt í 90unum økt
munandi um famlju sína, ið nú
fevnir so vítt sum til USA, Sveis
og Argentina. Mahmooda úr
Chicago bleiv ein partur av
familjuni árið 1996 - 97 .
Forfedrarnir hjá Mahmoodu eru
pakistanar, ið hava búðsett seg í
USA, og sum flestu pakistanar
eru familjan og Mahmooda
muslimar. Mahmooda gekk eitt
ár á Føroya Studentaskúla í
Hoydølum. Steffi úr Sveis kom
sum AFS-ari til Føroyar og inn í
familjuna Holm/Mortensen í
2003- 2004, hon fór eisini á
Føroya Studentaskúla í
Hoydølum Tá Mahmooda var í
Føroyum átti familjan 2 døtur,
Lilju og Sólju, meðan tá Steffi
kom var Lý komin aftrat. Tað er
fyrstu ferð at allar døturnar eru
saman samstundis. Árið 2006-
2007 hevur familjan verði spjadd
víða um, soleiðis at mesta
beinleiðis sambandið hevur verið
gjøgnum alnótina.
Hvussu hevur tað verið at verið
AFS-pápi, í mun til at vera ein
vanligur pápi, nú tú hevur roynt
bæði?
– Tað havi eg ikki hugsað nógv
um. Tær komu inn í okkara heim,
og tað tyktist skjótt, sum um tær
altíð høvdu verið har. Eg havi
verið á sama hátt mótvegis AFS-
børnunum sum mínum egnu
børnum. Eg eri sera góður við
tær , ja, og havi sagt tvey par orð,
tá eg havi hildið tað verið
neyðugt, ja. Møguliga ikki so
ofta við tær, sum okkara egnu
børn. At húsið hevur verið fult av
konufólki er ikki annað enn eg
altíð havi verið vanur við her. Tó,
so hevur tað verið sera læruríkt
og áhugavert við okkara altjóða
íkasti í familju okkara«, sigur
Palli Mortensen, AFS-faðir.
Samrøða við Mahmoodu
Syed úr Chicago í Illinois
í USA sum er 26 ára gomul
og búði í Føroyum fyri 11
árum síðani, sum AFS-ari.
– Eg valdi at koma til Danmark-
ar, so fekk eg seinni at vita, at eg
kom til Føroyar. Vitanin eg hevði
um Føroyar, áðrenn eg kom, var
gjøgnum vertsfamilju mína, ið
sendi myndir og greiddi frá,
hvussu familjan var.
Fyrstu ferð vit komu hagar,
vóru vit skelkað, tí at tá vit
høvdu hoyrt, at Føroyar vóru
oyggjar, trúðu vit at har var heitt,
sól og strendur. Men tá vit komu
úr flogfarinum við sólbrillum og
alt klárt til góða veðrið, tá var
myrkt, regn og kalt, tað var av
sonnum skelkandi.
At koma til familjuna í Føroy-
um var lætt, tí øll vóru øgiliga
vinarlig. Tey líktust mínari
familju, tí tey vóru so sera tolin,
t.d. tá eg lærdi meg málið. Móð-
urmálið er urdu, annað málið
enskt, umframt hesi dugi eg
spanskt, teknmál og nú føroyskt.
Men tá eg kom til Føroyar, visti
eg ikki at tað kundi vera ljóst úti
so leingi, so eg sovnaði og
vaknaði, og tað var alla tíðina
ljóst, so tað var ørkymlandi.
- Studentaskúlin var heilt annar-
leiðis enn skúlarnar í USA. Skúla-
stjórin í Hoydølum var vinarligur
og tosaði við næmingarnar. Tað
ger ongin skúlastjóri í USA, teir
eru ikki vinarligir, men
authoriterir.
Eg eri muslimur eins og øll
familja mín úr Pakistan, so tað
var fyrstu ferð, eg var í eini
kirkju, tá eg var í Føroyum.
Kirkjan á Tvøroyri er sera vøkur
og tað var vakurt at hoyra sang í
kirkjuni, tí vit syngja ikki í
moskuni. Tað var gott at vera í
kirkjuni, tí tað var andaligt, hóast
eg ikki eri kristin.
- Enn í dag, trúgva fólk mær
ikki í USA, tá eg sigi frá um mín
túr til sjós í Føroyum. Fyrstu ferð
var eg við Ólavi Hvíta, og seinni
var eg við abba mínum, Leivi
Holm, sála, við Rasmus Effersøe.
Tað var stuttligt. Eg dámdi allar
best at vera á Tvøroyri, tá eg var í
Føroyum. Abbin og omman
Judith, mammubeiggin og
abbabeiggin vóru øll so góð við
meg.
Fyri tveimum árum síðani, tá
eg var til samrøðu fyri at koma
inn á Lærda Háskúlan at lesa til
lækna, tá tosaði eg nógv um
mínar lívsroyndir í Føroyum. Tey,
ið hoyrdu meg umrøða Føroyar
vóru rættiliga hugtikin av at
hoyra um hetta ókenda unika
landið.Eg lesi annað árið til
lækna nú. Eg fari at kanna,
hvussu tað er at arbeiða sum
lækni í Føroyum, so um mær
dámar tað, komi eg møguliga at
vera lækni her eina tíð. Eg eri
gift og maður mín arbeiðir eisini
innan heilsuverkið. Árið í
Føroyum hevur gjørt meg meira
opna og ævintýrhugaða.
Hetta er triðju ferð eg vitji
aftur, síðani eg fór í 1997, og
familjan í Føroyum vitjaði meg í
2001. Árið í Føroyum og alt eg
upplivdi har hevur skapt meg til
tað menniskja, eg eri í dag.
vinkonur í skúlanum og avgjørdi
at eg skuldi læra málið. Eg var
so forvitin eftir at vita, hvat fólk
tosaðu um, eisini tá fólk
skemtaðu vildi eg vera við.
Brádliga komu fleiri orð og
longu í heystfrítíðini dugdi eg
málið.
Skúlin í Føroyum er nógv
fríari enn í Sveis, har hann er
authoriterur. Eg var sera hug-
tikin av, at studentarnir í Føroy-
um dugdu at tosa t.d. franskt
eftir 1 ár við fronskum, meðan
vit høvdu havt franskt í 5 ár og
dugdu ikki málið. Tað eru nógv
hægri krøv til stílar og annað í
Føroyum enn í Sveis, har størsti
dentur verður lagdur á uttanat-
læru, og ikki at man veruliga
skilir tingini.
Tað var tað besta, sum kundi
henda fyri meg at koma til
Føroyar og at koma til familjuna
hjá Elisabeth og Palla. Ì Sveis
havi eg ein stórabeiggja og stóra-
systur. Her í Føroyum fekk eg 3
lítla systrar, og tað var stuttligt.
Tað var ringt at koma
heimaftur í fyrstuni, ringt at
samskipa báðar verðirnar, tí eg
eri so góð við báðar. Eg føldi
tað, sum um hjartað var
sundurskilt millum lívið og
familjuna í Føroyum og lívið og
familjuna í Sveis. Nú tá mín
familja í Sveis og familjan í
Føroyum hava vitjað hvørja aðra
og hava fingið betri innlit í alla
mína verð, er tað sum mítt
sundurskilta hjarta veksur
saman og verður heilt aftur.
Í løtuni arbeiði eg á einum
heimi fyri brekað. Eg havi ein
dreym um at verða lærarinna
fyri børnum og í frítíðini at
myndprýða til barnabøkur. Eg
komi heilt vist altíð at hava
samband við familju mína í
Føroyum, tað er so deiligt at
koma heimaftur.
Ein sólskinssøga
– AFS visiónin veruleiki
Frá vinstru aftast: Susanne, Christian, Regula, Bruno, Palli. Frá vinstru fremst: Franzi, Walter, Steffi, Lilja, Mahmooda, Elisabeth, Sólja við hundinum Lilo.
Fremst Lý. Vinstrumegin Steffi og familjan Luzern í Sveis