Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 143 - 27. juli 2007 tíðindi Máliskeið Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Eina løtu er púra kvirt inni. Tað einasta, ið hoyrist, er skavandi ljóðið av penslum móti løriftum. Runt um í rúminum eru máln­ ingar í ymsum støddum við at fáa skap. Mitt í hurlivasanum av staffelium og málibyttum situr listamaðurin og málilærarin, Birger Møller, og eygleiðir teir 14 skeiðsluttakararnar. Knapp­ liga hoyrist knarrandi ljóðið frá einum nýføðingi í eini babylift undir einum borði. Ein av luttak­ arunum hevur tikið sína tveir mánaðar gomlu dóttur við sær á máliskeið hesar dagarnar. Tað er nevniliga ikki á hvørjum degi, at møguleiki er at fara á skeið í abstraktari málningalist hjá listamanninum Birger Møller, sum vanliga undirvísir á Århus Kunstakademi. Íblástur úr dulvitinum Temaið á máliskeiðnum hjá Birger Møller í Klaksvík hesar dagarnar er verur av ymsum slagi og skapi. Og tað er týðiligt, at intensa frálæran av sonnum er kropin inn undir húðina á luttakarunum. ­ Tá eg fór í song í gjárkvøldið, sá eg alskyns trøll, slangur og løgnar verur fyri mær, flennir Birgit Hansen, skeiðsluttakari. Eins og fleiri av hinum luttak­ ararnum, hevur Birgit verið á máliskeið fyrr hjá Archibald Black, men ongin av teimum hevur roynt nakað, ið líkist frálæruni á hesum skeiðnum. Birgir Møller greiðir frá, at hann hesuferð gevur frálæru í sokallaða Cobra máliháttinum. Í stuttum snýr hesin málihátturin seg um at mála uttan myndevni, skitsu ella ætlan, og í staðin lata íblásturin koma spontant og úr dulvitinum. Krevur dirvi ­ Hetta er eitt sindur sum at vera í barnagarði aftur. Tað er stutt sagt ikki loyvt at gera eina skitstu áðrenn. Vanliga máli eg annars mest fólk og landsløg, so hetta er ein rættiliga stór avbjóð­ ing, sigur Birgit Hansen, sum hevur havt málingina sum ítrív í eini tvey ár. Birger greiðir frá, at við Cobra máliháttinum er málningurin í grundini ein skitsa í nógvum løgum. Við meir siðvandum máliháttum byggir tú málningin upp, meðan tú her mest sum brýtur hann niður. Verður tú ov glað fyri okkurt á málninginum, skalt tú helst sletta tað aftur. Annars byrjar tú at laga restina av málninginum eftir tí, og so hvørvur tað spontana, sigur Birger. ­ Hesin málihátturin krevur faktiskt rættiliga stórt dirvi av luttakarunum. Tey mugu tora at sleppa øllum tí trygga og væl­ kenda, og tveita seg út, har tey ikki ána, um tey grynna, sigur Birger. Heilt sleptir upp á fjall verða luttakararnir kortini ikki. Við jøvnum millumbilum hongur Birger onkran av málningunum upp, og metir um, hvat er gott, minni gott og hvat er vert at arbeiða víðari við. Ein annar máti at hugsa Ein av meir royndu luttakarunum á skeiðnum er Høgni Thomsen, sum hevur virkað sum listamálari í mong ár. Tey flestu kenna Høgnasa myndir sum naturalist­ iskar og stílreinar. Hvussu ella um skeiðið fer at ávirka hansara málihátt í framtíðini, dugir hann ikki at siga. Fyribils kann hann bara staðfesta, at hetta er beint øvugt tí, hann plagar at gera. ­ Stóri munurin er, at her máli eg innifrá og út, ikki útifrá og inn, sum annars, tá motivið stýrir, sigur Høgni og hyggur grunandi at myndini, hann er í ferð við at mála. Birgit Hansen heldur tað verða rættiliga spennandi at síggja, hvat hetta máliskeiðið fer at føra til í hennara málningum. ­ Hetta er ein heilt annar máti at hugsa og síggja tingini uppá. Eg havi lært rætiliga nógv, tí Birgir dugir ótrúliga væl at læra frá sær. Og er hann ikki bangin fyri at siga sína erligu meining, sigur Birgit. Málningakjak ­ Hesin málningurin hevur full­ komiliga mist jørðforbindilsið, Djarvir amatørar Málið uttan motiv, skitsu ella ætlan. Og verður tað serliga vakurt, slettið tað so aftur, vóru boðini, 14 amatørmálararar fingu á máli­ skeiði hjá lista­ manninum Birger Møller í Klaksvík herfyri Abstrakti málihátturin fekk Birgit Hansen at kenna seg sum var hon í barnagarði aftur Royndi listamaðurin, Høgni Thomsen, viðgongur, at málihátturin á skeiðnum var beint øvugt av tí, hann er vanur við Mynd: Anna V. Ellingsgaard