Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 23 tíðindi ljóðar frá rúminum við síðuna av, har Birger júst hevur hongt ein málning upp til metingar. Fleiri av luttakararnum eru komnir inn at at hoyra, hvat hann hevur at siga. Kvinnan, ið hevur gjørt málningin, fær ein lítlan hvøkk av besøgna kritikkinum frá Birger og sær eitt sindur mótfallin út. Kjakið gongur lívliga aftur og fram, og sum frá líður, fær kvinnan mótið aftur og kemur við einum boði uppá, hvat er galið við málninginum. - Tú skal lata myndina koma fram í prosessini – so at siga mála myndina fram. Royn og drag verurnar í myndini meir fram, men ikki ov nógv. Áskoðarin skal framvegis sleppa at spæla aktivt við í tíni søgu ... Birger heldur áfram at greiða frá. Tá kvinnan fær málningin aftur, sær lagið út til at vera munandi betri. Archibald gleðir seg Løtu seinni støkkur listamaðurin Archibald Black inn á gólvið at forvitnast. Archibald hevur undir- víst í málningalist í eini 13 ár og hevur havt flestu av skeiðslut- takarunum sum næmingar. Hann heldur tað vera fínt, at hann og næmingarnir nú fáa eitt sindur av íblástri útifrá. - Við sama undirvísara í so mong ár, kann tað blíva nakað einsháttað. Ikki tí, eg havi fleiri ferðir tikið stig til at lata næm- ingarnir royna seg við tí meir abstrakta, men tað hevur gingið nakað striltið. Tað er óført at síggja, at tey akta Birger betur enn meg, flennir Archibald. Birger skoytir uppí, at meðan Archibald tekur sær av tí breiða spektrinum, kílar hann seg inn ímillum við tí meir serstaka. - Tað er als ikki vanligt at fáast við nakað so serstakt sum Cobra máliháttin á einum vanligum kvøldskúlaskeiði, har alt tað grundleggjandi eisini skal fáast upp á pláss, sigur Birger. Archibald dylur ikki yvir, at hann gleðir seg til at síggja onkran av hesum skeiðsluttak- arunum aftur á sínum skeiði eftir summarferiuna. - Eg billi mær ikki inn, at tey fullkomiliga hava slept tí meir naturalistiska. Men eg ivist ikki í, at hetta skeiðið hevur lagrað seg onkursvegna og gjørt tey meir opin sum málarar, sigur Archibald Black. Birger Møller aftar seg ikki við at siga sína erligu meining um málningarnar – tó altíð við ein boði uppá, hvussu tað kann gerast betur Archibald Black væntar, at tað verður munandi lættari at fáa næmingarnar, ið hava verið á skeiði hjá Birger Møller, at royna seg við abstraktari list í framtíðini E x p e r t · Te l 3 5 3 5 3 5 · w w w . e x p e r t . f o Summarfestivalurin 2007 Myndakapping í Sosialinum Tak ta bestu myndina á Summarfestivalinum 2007 har evnið er »Njót tónleikin við virðing fyri festivalinum« Í samstarvi við í SMS skipar fyri myndakapping, sum endar 8. august 2007 Treytin er: myndin skal verða minst 300 megapixel og bert ein mynd pr. t-post og innsendara. Send myndina til expert@sosialurin.fo Expert og Sosialurin seta trý fólk at velja tríggjar tær best innsendu myndirnar. Tey, sum senda inn, geva Sosialinum og Expert rætt til at almannakunngera allar myndir uttan samsýning til eigaran. S o s i a l u r i n · P o s t b o k s 7 6 · F O - 1 1 0 Tó r s h a v n Vinningar 1. Digimax i50 myndatól Samsung Digimax i50 digitalt myndatól við innbygdum MP3-spælara, tasku og 1 gb korti 2. Samsung 800 myndatól Digitalt myndatól við tasku og 1 gb korti 3. Samsung 530 myndatól Digitalt myndatól við tasku og 1 gb korti