fríggjadagur 27. juli 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 143 - 27. juli 2007
ÚTBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hon stóð í tvey døgn út í eitt og
gjørdi sítt sveinastykki, sum var
11 ymisk brúðarblómutyssi.
Men tað, at binda blómu
tyssini, var bert ein partur av
samlaða tiltakinum, hon skipaði
fyri, í sambandi við sveina
stykkið. Alt gekk upp í eina
hægri eind við hesi sera ótradi
tionellu mótaframsýningini.
Stóran ómak og nógva tíð
hevði hon lagt í hetta tiltakið í
vakstrarhúsinum í Sandavági,
sum var seinnapartin í gjár. Seks
snøggar ungar kvinnur í hvør
sínum brúðarkjóla sýndu tey
ellivu brúðarblómutyssini fram.
Veit ikki, um hesar vóru vanar at
ganga modell, men tað tóktist,
sum var hetta ein heilt
náttúrligur partur av teirra lívi.
Av teimum ellivu blómutyssu
num vóru tey fimm »traditio
nell«, sum Óluva á Lofti nevnir
tað. Tá verður hugsað um tey
vanligu blómutyssini við rósum
og øðrum blómum. Seks vóru
»ótraditionell«, altso óvanlig, og
millum hesi vóru tyssi av reyð
og grøntara og okkurt við púra
vanligum grasi. Ógvuliga
óvanligt, men eisini ógvuliga
vakurt.
Kjólarnir vóru eisini ymiskir.
Tveir teirra designaðir av
føroyingum, annar av Borgny
Patursson og hin av systir Óluvu,
Maluni á Lofti, sum er útlærd
sum klædnadesignari.
Fall aftur á blómurnar
Tað er synd at siga, at blómur
hava verið Óluvu fremmandar.
Fyri skjótt 33 árum síðani
byrjaði pápi hennara, Kári á
Lofti, eitt vakstrarhús í
Sandavági. Hann hevði gingið á
landbúnaðarskúla í Noregi, og
heimaftur komin fór hann undir
at framleiða grønmeti í vakstrar
húsinum, serliga tomatir og
agurkur.
Men kappingin var ógvuliga
stór frá innfluttu vørunum, og
hann byrjai tí alt meiri at leggja
seg á blómurnar. Og at enda
gavst hann heilt við grønmeti.
Tú kann siga, at vit øll trý
systkinini eru vaksin upp við
blómum. Vakstrarhúsið er skjótt
33 ára gamalt, og elsta systurin
er 31. Hon fór at læra til
klædnadesignara, og eg ætlaði
mær sama vegin. Man kann siga,
at blómur hingu mær langt út av
hálsinum, so eg ætlaði at gera
sum stórasysti og verða okkurt
innan klæðir, sigur Óluva á
Lofti.
Hon fór tí í læru í klædna
handlinum 17, og har varð hon
útbúgvin í 2003.
Men eg veit ikki. Eg fall
aftur á blómurnar, og í 2005,
beint eftir at eg hevði átt
dóttrina, byrjaði eg so smátt at
hjálpa til í vakstrarhúsinum, og
fór so tíðliga í 2006 í læru sum
blómudekoratør, sigur Óluva á
Lofti.
Spennandi
Av tí at hon framman undan var
útbúgvin í klædnahandli, fekk
hon lærutíðina skorna niður.
Vanliga tekur útbúgvingin trý ár
og átjan vikur, men hjá Óluvu
tók hon hálvtannað ár.
Tað gekk fyri seg soleiðis, at
eg var niðri í Danmark í skúla
fjúrtan dagar at gangin. Har
lærdi eg so eitt ávíst øki hvørja
ferð, og tá eg so kom heim aftur,
skuldi eg venja meg innan hetta
økið. Eg var tilsamans niðri í
skúla átta ferðir, sigur Óluva á
Lofti.
Nú hevur hon so gjørt sítt
sveinastykkki, og 12. september
skal hon so til Danmarkar at
verja hetta.
Tá hon byrjaði at hjálpa til í
vakstrarhúsinum fekk hon
rættiligan áhuga fyri blómubind
ing, nú er hon púra bitin av tí.
Hetta er eitt ógvuliga spenn
andi starvsøki. Fólk verða alt
meiri tilvita um, hvat tey vilja
hava. Ein brúður vil ikki longur
bara hava eitt blómutyssi, hon er
ógvuliga tilvitað um, hvat tað er,
hon vil hava, og tað setur krøv
til blómubindaran. Tí er eisini
neyðugt at hava útbúgving innan
økið, sigur Óluva á Lofti.
Hon sigur eisini, at tað vindur
alt meiri upp á seg, at dreingir
keypa blómutyssi til genturnar.
Valentines Day verður meiri
og meiri vanligur her heima hjá
okkum, og hann er vorðin ein
rættiligur søludagur hjá okkum,
sigur Óluva.
At enda kann til stuttleikar
nevnast, at tey um 50 fólkini, ið
vóru til framsýningina, fingu
hvør sítt spurnarblað, har tey
millum annað vóru spurd um,
hvørt brúðarblómutyssi teimum
líkaði best. Og best umtókt voru
tey trý, sum vóru gjørd úr
ávikavist grøntara, reyðtara og
vanligum grasi og eustomum.
Hetta seinasta stóð í einum
veðrahorni.
Mótasýningar eru rættiliga
vanligar, men tú setur tær sjáldan
í samband við blómutyssi – og als
ikki við tara og gras. Men tað var
júst ein slík mótasýning, ið var
í vakstrarhúsinum í Sandavági
seinnapartin í gjár, har Óluva á Lofti
sýndi fram brúðarblómutyssi, hon
hevði gjørt sum sveinastykki til
útbúgving sína sum blómudekoratør
Tær seks, sum gingu modell, eru frá vinstru: Inga Maria Mikkelsen, Natasha Barbara Olsen, Mona Wang,
Kamma Wang, Trina Gaard og Elsa Berg. Mona og Kamma eru tvíburðar
Óluva á Lofti
við einum av
serføroysku
blómutyssunum
Mona Wang í
føroyskum klæðum
Blómutyssi úr tara og g