Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 143 - 27. juli 2007 VIT BJÓÐA Nýggjur orkupolitikkur skal fremjast, og nýggj elveitingarlóg er samtykt. Vit fara tí undir at arbeiða miðvíst við orkupolitiskum átøkum, soleiðis at vit kunnu økja um gagnnýtsluna av varandi orkukeldum og seta orkusparandi tiltøk í verk. Vit bjóða eitt nýtt starv á loyvis- og orkudeildini, har møguleiki verður at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við góðum eftirútbúgvin- garmøguleikum, og har tú í stóran mun sjálv/ur fær ávirkan á og ábyrgd fyri at menna starvsøkið. ÚTBÚGVING OG ROYNDIR Ynskiligt er, at tú hevur kandidatprógv frá hægri lærustovni umframt viðkomandi royndir. Tú skalt kunna arbeiða bæði við yvirskipaðum evnum og praktiskum málum og hava góð evni at samstarva og at samskifta málsliga og skrivliga - eisini á norðurlendskum og enskum máli. LØNAR- OG SETANARTREYTIR Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Jarðfeingi, á telefon 357000 ella við telduposti til sij@jardfeingi.fo. UMSÓKNIR Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi 15. august 2007. Adressan er: JARÐFEINGI, Brekkutún 1, Postboks 3059, 110 Tórshavn. JARÐFEINGI er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfeingi umfatandi hesar høvuðspartar: kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði. Høvuðsuppgávurnar á Jarðfeingi eru: a) Kolvetnismál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. b) Orkumál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan framleiðslu, flutning og veiting av orku. c) Jarðfrøðiligar og náttúrulandafrøðiligar uppgávur innan gransking, ráðgeving, savnsvirksemi og undirvísing. Áhugavert starv á Jarðfeingi Ert tú verkfrøðingur, og hevur tú áhuga fyri orkuviðurskiftum? JARÐFEINGI søkir eftir einum verkfrøðingi at byrja skjótast til ber. Arbeiðið á stovninum er føltáttað. Vit samstarva og samskifta við nógv viðskiftafólk, myndug- leikar og stovnar bæði her heima og uttanlands. FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE WWW.JARDFEINGI.FO K R E A . F O TEL 47 80 80 HEVUR TÚ HUG TIL SOSIALT ARBEIÐI? Almannastovan søkir eftir starvs- fólkum í føst og í tíðaravmarkaði størv. Størvini verða sett á deildini í Runavík og á deildunum í Havn, men møguleiki er fyri flyting. Uppgávurnar hjá Almannastovuni eru, við grundarlagi í sosiallóg- gávuni, at veita persónliga sosiala ráðgeving og vegleiðing, og alment og persónligt at upplýsa um rættindi og skyldur. Soleiðis er arbeiðs- og ábyrgdar- økið hjá Almannastovuni at ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur viðvíkjandi almannaspurningum, at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóg- gávuni og fíggjarligar veitingar. Hartil skal Almannastovan fáa til vega og greina hagtøl til politiska myndugleikan. Ert tú sosialráðgevi, námsfrøðing- ur, samfelagsfrøðingur ella hevur aðra sosiala ella samfelagsliga út- búgving, og hevur tú hug til sosialt arbeiði og vil verða við til at gera ein mun, so er tað tær vit vilja hava fatur á. Sum starvsfólk á Almannastovuni hevur tú ein týðandi leiklut yvirfyri borgarum, tá tað snýr seg um at skapa fíggjarliga og sosiala trygd, at fyribyrgja sosialum trupulleikum og at hjálpa, tá trupulleikar koma í. Vit kunnu bjóða eitt starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroytt- um avbjóðingum, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning. Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á telefon 353510. Umsóknir við avritum av prógvum og øðrum skulu sendast til: Almannastovan, Smyrilsvegur 20 Postboks 3096, 110 Tórshavn Freistin at søkja er fríggjadagin 10. august 2007 kl. 12.   SALE Summarútsølan byrjar mánadagin 30/7 kl. 13 DIMMALÆTTING 541200