Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 33 tíðindi Spøkilsi í Grundini Áhoyrarnir í Grund­ ini vóru tiknir á bóli av sera væleydnaðu konsertini hjá The Ghost G! Oddur á Lakjuni oddur82@gmail.com Rættiliga nógv fólk vóru komin saman, táið duoin The Ghost spældu í Grund­ ini. The Ghost spæla elek­ troniskan teldutónleik, sum Urbanus Olsen og Filip Mortensen framleiða á teldu. Hetta er sera væl gjørt, og tað svingaði væl. Filip er ein entertainari av fyrstu skuffu, og hann dugdi væl at fáa fólkini við uppá tað. Ta einu ferðina fór hann dansandi eftir garðinum og fekk øll at dansa við. Hann var ótrúliga sjarmerandi. Hann sang ikki reint allatíðina, men í tí stóra og heila er ein hann er góður sangari. Røddin liggur høgt allatíðina og er rættiliga egin. Næstsíðsti sangurin var eitt remix av sanginum “Dancing Around Hono­ lulu” hjá The Story Ends. Thor Simonsen hevur remixað, og hann kom sjálvur á pallin at rappa við í sanginum. Í síðsta sanginum “Some­ thing New” fór Urbanus í holtur við elgittaran, meðan Filip spældi kassagittar. Filip endaði við at siga “We will definetely come back to The Faroe Islands. Beautiful view!” Ljóðið var gott, og tjekk­ aði elektronikatónleikurin hjá The Ghost riggaði ótrú­ liga væl í Grundini. Aftaná tveir føroyskar Petrar, Petur Pólson og Petur Háberg, var tíðin komin til íslendsku útgávuna, Petur Bén G! Petur Háberg petur@sosialurin.fo Íslendski Petur Bén var millum tey nøvnini, sum eg hevði á listanum yvir spenn­ andi nøvn, ið máttu hoyrast. Fyri nøkrum mánaðum síðani hoyrdi eg hann á Norðurbryggjuni, har hann einsamallur bergtók áhoyr­ ararnar við sínum sangi og gittara. Av teimum báðum er tað serliga við gittaranum, at hann er í serflokki. Tí var tað sera spennandi at hoyra hann aftur á Spæliplássinum í kvøld við bólki. Saman við Peturi á palli var ein trummuspælari og ein bassspælari. Ofta er tað torført at fylla ljóðmyndina við bert trimum ljóðførum, men tað megnaði tríbólkurin til fulnar. Teir spældu gittargrund­ aðan popprokk, har Petur Bén var í fokus. Nakrir sangir vóru villir, meðan tað meiri stilla eisini slapp framat. Bæði sløgini eydn­ aðust sera væl. Kanska ser­ liga ‘White Tiger’ og ‘Some­ thing Radical’ fangaðu. Men eisini ‘Billie Jean’, ið er eitt lag hjá (fyrrverandi) poppkonginum Michael Jackson, megnaði Petur at spæla á hegnisligan hátt Fólk nutu framførsluna í góða veðrinum, og íslend­ ingurin lat okkum eisini vita, at hann var sera glaður fyri Føroyar og fyri at vera her. Ein stak góð framførsla, sum samstundis eisini livdi upp til mínar vónir. Spæliplássið var rættiliga fult, tá ið tungmálmsbólkurin SIC blásti alt um koll G! Petur Háberg petur@sosialurin.fo Meðan teir síðstu tónarnir vórðu spældir av The Ghost í Grundini, sum er eitt sindur burtur frá hinum báðum størru pallunum, sprændu SIC út sínar fyrstu, óndu tónar. Fjeppararnir stóðu fram­ mi við pallin og pikkaðu korn, meðan Mikkjal growl­ aði fyri lívinum. Stuttligt at síggja ein bólk, sum hevur eitt so heilstoypt image. Við svertu undir eygunum og myrkum klæðum spældu málmhøvdini, sum var hetta síðsta kvøldið nakrantíð. Eitt stórt flagg, har SIC stóð við stórum stavum, fjaldi allan bakveggin á pallinum. Riggaði væl. Eftir fadesuna í fjør, tá ið tekniskir trupulleikar full­ komiliga oyðiløgdu fram­ førsluna hjá SIC, var tað ein fragd at hoyra, hvussu gott ljóðið var í ár. Serligani hevur tað oftani verið tru­ puleikar við gittarljóðinum við tað, at alt rennur saman. Men hetta kvøldið var ljóði frálíkt. Ein hoyrdi sangin og øll ljóðførini væl, sum ikki hendir oftani, tá ið talan er um tungmálmstón­ leik. Sum ein vinmaður kallaði tað; væl skipaður larmur. Tredje gang er lykkens gang Væl skipaður larmur Sum eitt slag av upp­ hiting til Summar Festivalin, spældi Brandur Enni og bólk­ ur hansara í gjárkvøld­ ið í Miðlahúsinum Miðlahúsið Petur Háberg petur@sosialurin.fo Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var lagið gott á teimum á leið 30 áhoyrar­ unum, ið vóru komnir oman í Miðlahúsið at lurta eftir Brandi og hansara bólki. Meðan bólkurin stemm­ aði gittarar og fingu alt tað síðsta uppá pláss, varð kaffi drukkið og smákøkur etnar í køkini. Smátt um smátt sessaðust áhoyrararnir, og Brandur fór í gongd. Brandur hevur staðið framman fyri fólki nakrar ferðir eftir hondini, og tað sæst aftur. Brandur prátaði og livdi seg inn í fram­ førsluna, og dugdi sum heild sera væl at fáa fólki at kenna seg væl. At hjálpa sær hevur Brandur bæði kendar og ikki so kendar tónleikarar. Benjamin Petersen, ið spæl­ ir við Deja Vu, og Tróndur Enni, beiggja Brand, kenna flest øll, ið fylgja eitt sindur við innan føroyskan tónleik. Men hóast restin av bólki­ num ikki eru eins kend nøvn, so dugdu tey væl, og bólkurin spældi sum ein heild. Fiólspælið hjá Heiðr­ un Petersen riggaði serliga væl. Brandur spældi í lítlan tíma og endaði við einum lagið, har hann spældi einsa­ mallur við Heiðrun. Eitt pent lag við frálíkari útset­ ing. Eftir framførsluna var kaffi og smákøkur aftur á skránni, og onkur fjeppari fekk høvi at práta við Brand. Eitt hugnaligt og væleydnað kvøld. Hugnaligt kvøld saman við Brandi