fríggjadagur 27. juli 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 143 - 27. juli 2007
HÓPDRÁP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tíðliga á morgni fríggjadag 6.
juli 1870 var ein maður á veg til
arbeiðis tvørtur um eina brúgv
yvir ánna Chenango. Hann skeitti
niðan ánna og sá eitthvørt liggja
í vatninum, sum tóktist vera
blivið fast í einum steini. Tá
hann kannaði málið nærri sá
hann, at talan var um eitt lík.
Stutt seinni varð enn eitt lík
funnið longur niðri í ánni.
Tað var beinanvegin, at hetta
varð sett í samband við eitt
innbrot í einum handli, Halbert’s
at navni, í býarpartinum
Binghampton í New York.
Meðan fólk tustu til ástaðið,
var ein maður kvikliga á veg
burtur haðani. Nakrir ungir mans
hildu hetta vera løgið, hildu
aftaná og fangaðu eisini hendan
eitt sindur haltandi mannin og
tóku hann við á løgreglustovuna.
Í Halberts handlinum hevði ein
ungur maður, Frederick Merrick,
vart so fyri, at hann misti lívið, tá
hann varð skotin av einum av
innbrotsmonnunum. Ein annar
vaktarmaður, Gilbert Burrows,
slapp tó við lívinum, og kundi
staðfesta, at teir báðir menninir í
ánni vóru tveir av innbrotsmonn
unum.
Fangaði maðurin uppgav navn
sítt sum Charles Augustus, men
broytti hetta seinni til George
Williams. Løgreglan hevði tó
ongar orsøkir at varðhaldsfongsla
mannin, heldur ikki, tá eitt vitni
kendi hann aftur sum Edward
Rulloff, og mintist, at hann
einaferð hevði veri ákærdur fyri
at hava myrt konu og dóttir sína.
Næsta stigið hjá løgregluni var
at eyðmerkja báðar teir deyðu.
Annar teirra hevði uppi á sær ein
pappírslepa við navninum og
bústaðnum hjá William Thorn
ton, sakførara. Og har, helt
løgreglan, mátti vera eitt gott
stað at byrja. Men eisini í
handlinum funnu teir eitt par av
serliga framleiddum skóm, har
vinstri skógvur var formaður til
onkran við klumpfóti. Hendan
mátti Rulloff royna, og skógvurin
passaði »sum fótur í hosu«.
Hjá sakføraranum fingu teir
hartil navnið á øðrum av teimum
druknaðu, Billy Dexter.
Rulloff læs og studeraði nógv
og arbeiddi upp á eina vísinda
liga ritgerð, og í øðrum pappírum
heima hjá honum fann løgreglan
navnið á hinum innbrotsmanni
num, Albert Jarvis.
Men tá nú Rulloff var einasti á
lívi, var tað eyðvitað hann, ið
endaði fyri rættinum, og ákærin,
Peter Hopkins fyrireikaði seg væl
til hetta málið.
Lívsleiðin
John Edward Howard Rulloff
ynskti alt sítt lív at gerast kendur,
men ikki fyri tað, hann at enda
gjørdist kendur fyri. Hann var
framúr evnaríkur, og tá hann at
enda varð hongdur varð sagt, at
hann dugdi 28 mál og dialektir. Í
langar tíðir arbeiddi hann við
vísindaligu ritgerðini »Methods
in the Formation of Language«.
Hann royndi at senda handritið
til útgevarar, men hetta var til
fánýtis.
Hann lærdi seg sjálvan á fleiri
øðrum økjum eisini, eitt nú sum
lækni, íleggari og lærari. Hann
royndi seg enntá innan primitiva
formin fyri sálarfrøði, sum um
tað mundi varð nevnt phrenology.
Eisini førdi hann seg fram sum
philologist, ein nýggj frøði, har
lærdir menn granskaðu mál og
serliga upprunan hjá orðum og
hvussu hesi gingu aftur í ymsum
málum.
Men eingin tók hann nakrantíð
veruliga í álvara. Og tískil endaði
hann sum smábrotsmaður.
Sum ungur arbeiddi hann í
einum handli, men tá vørur javn
an hvurvu, endaði tað við fyrstu
fongsulsrevsing hjá Rulloff.
Leyslatin aftur, ferðaðist hann
runt og endaði hjá Will Schutt í
Dryden, New York, og í 1843
giftist hann systir Will, Harriet.
Men Rulloff var ógvuliga
svartsjúkkur og helt alla tíðina, at
kona hansara var ótrúgv. Hann
bukaði hana eisini javnan, men
hon segði einki. Sjálvt tá tey
fingu dóttrina, Priscilla, í 1845,
broyttist støðan ikki.
Í mai hetta árið gjørdust
Amelia, kona Will, og nýfødda
dótturin sjúk. Will visti, at
Rulloff kendi eitt sindur til
heilivág og bað hann um hjálp.
Rulloff hevði eitt horn í síðuni á
Will, men ansaði kortini tey
bæði. Í juni doyði so dótturin og
stutt eftir eisini Amelia. Sjálvt
um onkur hevði illgruna til
Rulloff, helt Will, at tey bæði
stutt sagt vóru ov veik at yvirliva
harða veturin.
Stutt eftir, bara einar tvær
vikur seinni, hvurvu Harriet og
dótturin Priscilla sporleyst.
Eingin sá í halaferðina á teimum
aftur, og Rulloff hevði gjøgnum
árini fleiri ymiskar frágreiðingar
um, hvat var hent.
Nógv ár seinni tóktist mest
sannlíkt, at Rulloff hevði dripið
konuna og dóttrina, lagt tey í
eina kistu og flutt tey burtur
onkunstaðni at jarða. Til at flyta
líkini burtur, lænti Rulloff ein
hestavogn frá einum av grannu
num.
Stutt eftir, at konan og dótturin
hvurvu, fór Rulloff út at ferðast,
og var burtur í rúma tíð. Síðani
kom hann aftur til New York sum
var einki hent. Men tá hevði ein
bróður Harriet sett leiting í verk,
og eftir at Rulloff greiddi frá, at
konan og dótturin vóru í Ohio,
noyddi hesin bróðurin hann at
gera ferðina hagar at síggja
Harriet.
Komin til Ohio, eydnaðist tað
Rulloff at sníkja seg burtur, og so
hendi ikki meiri júst tá. Men
myndugleikarnir vóru nú
sannførdir um, at alt ruggaði ikki
rætt, og teir fóru at fyrireika eitt
rættarmál móti Rulloff.
Hetta byrjaði tíðliga í 1846,
men eingi lík vóru at vísa á, og
tá er ein slík sak trupul at prógva,
sjálvt í dag. Men rætturin var
avgjørdur um, at Rulloff skuldi í
fongsul, so hann varð dømdur
fyri burturflyting av Harriet og
dóttrini, og fyri tað fekk hann
tíggju ár.
Royndu alt
Men sjálvt ikki tíggju ár handan
rimar broyttu Rulloff nakað, og
sær sjálvum vant nýtti hann
tíðina á besta hátt. Hann læs og
brævaskifti við lærdar menn.
Soleiðis gekk tíðin, men tann
dagin í 1856, sum hann skuldi
latast leysur, komu menn úr
Ithacabýarpartinum, har hann
hevði livað saman við konuni, og
førdu hann í fongsul har.
Ákærin, John Williams, ætlaði
at royna málið um morðið á
Harriet einaferð enn, men orsaka
av serliga »double jeopardy«*
reglinum, mátti hann sleppa hesi
ætlan. Fólkið var tó í øðini, so
Williams broytti ákæruna til
ístaðin at galda morðið á
Priscillu.
Myndugleikarnir stríddust alt
tað, teir kundu at savna prógv
saman ímóti Rulloff, og tá verjan
var vánalig, undraði tað ikki, at
hann bleiv dømdur sekur. Dóm
urin varð beinanvegin kærdur, og
dómararnir baksaðu við málinum
um, hvørt nakar kann dømast
fyri morð, tá einki lík finst.
Endin var kortini, at dómurin
varð staðfestur.
Hesa tíðina í fongslinum gjørdi
Rulloff seg væl við varastjóran í
fongslinum, konu hansara og
serliga unga sonin, Albert Jarvis.
Og tá Rulloff flýddi á vári 1857
var lítil ivi um, at onkur innan
múra hevði hjálpt honum at
sleppa burtur.
500 dollarar í sømdarløn vóru
beinanvegin lovaðar fyri hand
tøkuna av Rulloff. Hann framdi
ymisk rán her og har fyri at klára
seg, men gjørdi so tann feil, at
lata seg avmynda undir følskum
navni við tí úrslitið, at hann varð
afturkendur. Hann flýddi so aftur
til Ohio, men har hevði ein bóndi
lagt tvey og tvey saman, og fór
við nøkrum laksbrøðrum at leita
eftir honum.
Teir funnu hann eisini, og
hóast Rulloff royndi at sannføra
menninar um, at teir høvdu fatur
á tí skeiva, hugsaðu hesir sum so,
at tað var betur at taka ein
skeivan mann til sheriffin, enn at
lata tann rætta sleppa.
Myndugleikarnir løgdu nú ein
annan taktikk. Í staðin fyri at
royna at prógva morð uttan lík,
valdu teir heldur at rættarsøkja
hann fyri morðið á Ameliu, konu
Will Schutt. Hetta eftir at ákærar
aðrastaðni við hepni høvdu
grivið eitt lík upp aftur og síðani
prógvað, at viðkomandi varð
dripin við arsenik.
Líkið av Ameliu varð síðani
grivið upp aftur, men hóast royndir
vístu óvanliga stórar nøgdir av
kopari, kundi hetta ikki setast í
samband við morðroynd frá
Rulloff. Men samstundis bleiv
revsingin søgd í sambandi við
dómin, hann hevði fingið, áðrenn
hann flýddi, og tað var honging.
Hetta skapti tó aftur grundarlag
fyri kæru av revsingini.
Hetta endaði við, at dómurin
varð broyttur, og fyrst í 1859
mátti ákærin viðganga, at
neyðugt grundarlag var ikki fyri
at fáa Rulloff dømdan. Aftur ein
fríur maður, ætlaði Edward
Rulloff at finna sær arbeiði, men
nú kom Al Jarvis inn í myndina
og vildi hava hann at hjálpa sær
og sjúku móðir síni. Hetta førdi
aftur til gomlu lívsleið hansara,
og meðan hann sat ein tveyára
dóm undir øðrum navni, hitti
hann Billy Dexter, og tað bleiv
byrjanin til eina brotsliga trio.
Endiliga dømdur
Hetta gekk væl í nøkur ár, líka
inntil Al Jarvis fann uppá at ræna
handilin hjá Halberts. Aftur stóð
Rulloff ákærdur fyri morð, men
hesaferð var eitt lík inni í
myndini.
Rættarsakin byrjaði 4. januar
1871, og verjan gekk í fyrsta
umfari út upp á at skapa iva um,
hvørt hann yvirhøvur hevði verið
í New York um hetta mundið,
sum innbrotið fór fram, og í
øðrum lagi, at hann hevði verið
noyddur at skotið Merrick í
neyðverju, tí hesin hevði verið
frá sær sjálvum og legði á
Rulloff.
Hóast Rulloff fekk ein av
tátíðar bestu verjum, sum ein
bróður hansara rindaði fyri, so
var hesaferð einki at gera. John
Edward Rulloff varð funnin
sekur í morðinum á Frederick
Merrick og dømdur til deyða við
honging.
Men søgan endar ikki við tí.
Rulloff hevði dúgligt brævaskifti
við kendar, lærdar granskarar, og
meðan nakrir teirra hildu Rulloff
vera ein snýtara, so hildu aðrir, at
maðurin var genialur. Av hesum
uppstóð eitt kjak, hvørt Rulloff
átti at verið hongdur, ella
vísindin átti at nýtt hann sum
granskingarevni.
Ein nýggj teori tá, skapt av
einum italiumanni, gekk út upp
á, at ávísir útvøkstir á høvdinum,
ella óvanliga stórt høvd, vóru
frágreiðingin upp á kriminellan
hugsunnarhátt. Hesi fyribrigdi
hevði Rulloff, og tá hann hartil
hevði løgnar útvøkstir á vinstra
fóti, var hetta mett sum enn meiri
avgerandi fyri kriminellu lívsleið
hansara.
Endin var kortini, at Edward
Rulloff varð førdur til gálgan og
hongdur. Men ilt var at fáa lívið
av honum, tí hálsurin brotnaði
ikki, eins og roknað var við, so í
staðin fyri ein skjótan og ætlandi
pínuleysan deyða, fekk hesin
kanska fyrsti kendi hópdrápsmað
urin ein langan og pínufullan
deyða, tá hann kvaldist. Tað tók
tjúgu minuttir hjá honum at
doyggja.
Hann varð síðani jarðaður,
men vísindaliga lesandi gróvu
hann upp aftur og fluttu hann
burtur. Seinni vórðu leivdirnar
eftir Rullof sýndar fram á einum
savni, og dagin í dag ber til at
síggja heilan á John Edward
Howard Rulloff í einari krukku
við formalinupploysningi.
Eftirtíðin heldur, at Rulloff
hevði sjey morð á samvitskuni.
At enda eydnaðist bara at fáa
hann dømdan fyri eitt.
* double jeopardy er eini lógaráseting í USA
sum sigur, at tú kanst ikki ákærast aftur fyri
eitt lógarbrot, tú ert fríkendur fyri
Lærdi
drápsmaðurin
Edward Rulloff er ein av fyrstu kendu
hópdrápsmonnunum. Hann varð at enda
dømdur fyri eittans dráp, men lítil ivi er um, at
hann hevði mong onnur á sínari samvitsku – eitt
nú konu og dóttir sína. Menn vóru ikki á einum
máli um, hvørt hann skuldi hongjast ella gerast
til eitt granskingarevni
Krimi
John Edward
Howard Rullof.
Var dømdur
fyri morðið
á Frederick
Merrick, men
hevði helst seks
onnur morð á
samvitskuni
Soleiðis
ímynda
granskarar
sær, at
Rulloff tók
lívið av egnu
konu síni og
barni