fríggjadagur 27. juli 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2007
35
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg eri langt, langt niðri. Og eg skilji
framvegis ikki, tað sum er hent
Michael Rasmussen
Jannie á
veg móti 50
Róðursmaðurin
og bátsformaðurin
á Jarnbardi hava
vunnið fleiri
gullkrónur enn
nakar annar
rógvari nakrantíð
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tað er møguleiki fyri
fleiri metum í Knørra
felagnum um ella kan
ska rættari sagt, tá ið
Jarnbardur við kvinnu
manning fer at vinna á
Ólavsøku.
Jarnbardur við kvin
numanning hevur longu
fyrr í summar tryggjað
sær 10. FM heiti.
Um Jarbardur vinnur
í morgin, so verður tað
50. ferðin, at stýrimað
urin Jannie Dam Jacob
sen fer at vinna ein FM
kappróður.
Henni
á
baki er bátsformaðurin
Eivy Olsen. Hon hevur
í morgin møguleika at
fáa gull um hálsin fyri
48. ferð.
Talan er um eina
standandi avrik, sum
eingin annar rógvari
nakrantíð hevur verið í
nánd av.
Jannie, 26 ár, og
Eivy, 29 ár, róðu fyrstu
ferð við Jarnbardi í
1996. Tað árið vunnu
tær ongan róður. Tá var
Hvessingur bestur, og
Jarnbardur var nummar
tvey í øllum róðrunum.
Árið eftir tryggjaðu tær
sær FM á Ólavsøku.
Jannie
hevur
stýrt
Jarnbardi
øll
árini
síðani. Eivy var ikki
við í 1998, tá ið báturin
vann tveir róðrar.
Eru sigrarnir fram
vegis søtir?
Summir sigrar hava
sjálvandi verið minnis
ríkari enn aðrir. Eitt nú
ólavsøkusigurin í 1997,
tá ið vit tryggjaðu okk
um FM. Eitt tað størsta
vónbrotið var í 1998, tá
ið vit taptu á Ólavsøku
og harvið ikki vunnu
FM, sigur Jannie Dam
Jacobsen.
Umhugsa tit at gev
ast?
Eg havi altíð sagt,
at tá ið tað ikki verður
spennandi og stuttligt
at rógva, so fari eg at
gevast. Eg haldi tað
framvegis vera hugaligt
og stuttligt at rógva
saman við góðum báts
feløgum.
Sámal Hansen
skal smíða bátin
til Knørrafelagið,
ið hevur funnið
manning til bátin,
sum teir ætla skal
eita Ormurin Langi
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í ár hevur Eysturoyingur
verið púra suverenur. Hann
hevur onga kapping fingið
frá bátum í høvuðsstaðnum.
Í hvussu so er trý 10
mannafør hava tað mesta av
sumrinum staðið í neystum
í høvuðsstaðnum – Havnar
báturin, sum onkra ferðina
hevur verið at sæð, Hoyvík
ingur og Nólsoyingur.
Men tað er væl hugsandi,
at í hvussu so er ein bátur í
høvuðsstaðnum næsta ár
fer at geva óføru kapp
rógvarunum á Skálafjørð
inum kapping.
Róðrarfelagið
Knørrur
hevur avrátt við Sámal
Hansen, bátasmið, at hann
skal smíða felagnum eitt
10mannafar. Sámal fer í
holtur við bátin nakað eftir
Ólavsøku, og ætlanin er, at
báturin skal verða liðugur
eina ferð í vetur.
Sjúrður Gullbein, for
maður í Róðrarfelagnum
Knørri sigur, at tað eru
eldsálir í felagnum og
nevndini, sum hava ábyrgd
av ætlanini, og at tað er
heilt víst, at nýggja 10
mannafarið fer at verða
mannað næsta ár:
Í fjør høvdu vit framúr
manning umborð á 8
mannafarinum Knørri. Tað
er longu greitt, at fleiri av
hesum monnunum fara at
verða bulurin í nýggju
manningini á 10manna
farinum. Vit hava samband
við aðrar góðar menn eisini,
og tað er um tað lagið, at
báturin longu er mannaður,
sigur formaðurin í Knørra
felagnum.
Hoyvíkingur og
Ormurin Langi
Á fínu heimasíðuni hjá
Róðrarfelagnum
Knørri,
rk.fo, verður greitt frá,
hvussu ætlanin um nýggja
10mannafarið kom í lag.
Har verður sagt, at tey í
Knørrafelagnum tosaðu við
hoyvíkingar um at fáa Hoy
víking at umboða felagið:
Síðsta summar vóru sam
ráðingarnar lidnar, og hoy
víkingar vildu lata okkum
bátin ókeypis við teirri
treyt, at hann æt Hoyvíking
ur, men skuldi annars vera
ogn okkara og bera øll eyð
kenni hjá Róðrarfelagnum
Knørri, verður sagt á heima
síðuni, sum heldur fram:
Fólk vóru tó ikki á einum
máli um, hvørt hetta var
rætta
leiðin
at
ganga.
Summi hildu tað vera skila
gott at fáa Hoyvíkina aftur
at sær, tí hon er fólkarík og
kann geva felagnum nógvar
rógvarar í framtíðini onnur
hildu hinvegin, at Róðrar
felagið Knørrur fór at missa
sín samleika og gjørdist eitt
hoyvíksfelag heldur enn eitt
felag fyri øll. Afturvendandi
spurningurin
var,
hvørt
Róðrarfelagið Knørrur ogn
aði sær Hoyvíking, ella um
hoyvíkingar ognaðu sær eitt
siðvant róðrarfelag.
Hetta var ein rættiliga
prinsipiellur
spurningur,
sum viðvíkti hjartanum í
felagnum, og 26. august
varð kallað til eykaaðal
fundar um málið. Til henda
fundin kom inn uppskot frá
Peturi í Gong og Magnusi
Gaard um heldur at keypa
nýtt tíggjumannafar, sum
skuldi eita Ormurin Langi.
Tá ið atkvøtt varð, var
stórur meiriluti fyri hesum
uppskoti, og málið um Hoy
víking fall. Soleiðis endaði
málið, og uppskotssetararnir
arbeiða nú við at útvega
felagnum nýggja farið.
Soleiðis verður sagt á rk.
fo, og nú er ætlanin vorðin
so mikið ítøkilig, at kjølurin
til Ormin Langa verður
strektur seinni í summar
ella tíðliga í heyst.
Stórur vøkstur
Róðrarfelagið Knørrur hev
ur verið í ógvusligum vøk
stri seinastu árini. 8manna
farið Knørrur og 6manna
farið Jarnbardur hava leingi
verið einastu bátarnir hjá
felagnum. Nú eru tvey 5
mannafør komin afturat. Í
fjør var tað Jallurin, og í ár
er tað Tambar.
Vit høvdu 23 rógvarar í
fleiri ár. Nú eru vit 55, so
tað kann ikki sigast annað,
enn at talan hevur verið um
stóran vøkstur, sigur Sjúrð
ur Gullbein, formaður í
Róðrarfelagnum Knørri.
Higartil hevur tað serliga
verið á kvinnusíðuni, at
Knørrur hevur gjørt um
seg. Við 10mannafarinum
vóna teir, at mannligi profil
urin fer at verða styrktur.
Í felagnum eru fleiri elds
álir. Tað hevur verið arbeitt
við at fáa til vega nýtt
neyst.
Tíverri mugu vit bara
staðfesta, at í tí er einki nýtt
at frætta í løtuni, sigur
Sjúrður Gullbein, sum fegn
ast um eldsálirnar, sum eru
við til at skapa lív og trivna
í felagnum, hóast karmarnir
ikki eru, sum tey vilja og
vóna, at teir eina ferð fara
at verða.
Høvuðsstaðurin fær
nýtt 10-mannafar
Knørrur hevur higar til verið størsta farið hjá kappróðrarfelagnum, Knørrur, men nú er so ætlanin, at felagið skal hava nýtt 10-mannafar
savnsmynd