fríggjadagur 27. juli 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 143 - 27. juli 2007 ]
36
Bæði kynini í sama bát
Sum nakað nýtt verður ein fjúrtandi róður
fyriskipaður á ólavsøku. Hesin er fyri øll, sum eru
fylt 15 ár, og kunnu bæði kvinnur og menn manna
sama bát. Róð verður við seksmannaførum frá
málinum undir Havnarskrivstovuni og út um eina
boyu, sum liggur nakað uttan fyri molan. Síðani
verður róð innaftur. Treytin fyri at taka lut er, at
rógvarar ikki skulu hava tikið lut í FM-kappingini í
ár, og kunnu í mesta lagi átta bátsmanningar taka
lut. Kappingin fer fram millum 8- og 10-
mannafarsróðurin.
Svein Rógvi verður
í Árnafirði
Árnafjarðar Róðrarfelag hevur á heimasíðu sínari
boðað frá, at Svein Rógvi Nielsen eisini verður
venjari hjá felagnum komandi róðrarár. Svein
Rógvi varð knýttur at ÁRF, tá tvær FM-stevnur
vóru farnar. Í báðum hesum var Árnfirðingur á
aftasta plássinum, men síðani eru úrslitini betrað
munandi. Og megnar Árnfirðingur á ólavsøku at
vinna seg framum Ørv, vinnur báturin bronsu í
FM-kappingini.
Í finaluni í 10.
árinum við
Eysturoyingi kunnu
føroyameistararnir
vinna 33. róðurin við
flaggskipinum hjá
róðrarfelagnum á
Skálafjørðinum, sum
á mannfólkasíðuni er
betri fyri enn nakað
annað
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tá ið 10-mannaførini eru
farin um málið undir Skipa-
felagnum ikki so seint
seinnapartin í morgin, verð-
ur punktum sett fyri róðrar-
árið 2007.
Longu undan síðsta start-
inum verður tosað um,
hvussu tað fer at verða næs-
ta ár. Uppundir Ólavsøku
hevur tað ofta verið at hoyrt
um rógvarar, sum ikki hava
ætlað sær at taka eitt tørn
afturat.
Men so hevur tað víst seg,
tá ið nakrar vikur eru far-
nar, at hugurin at venja og
kappast er kyknaður aftur.
Veruleikin í hesum hevur
við sær, at tað ikki altíð er
so lætt at fáa greiðar út-
meldingar. Rógvarnir eru
varnir at siga, um teir nú
fara at gevast ella ikki.
Tveir av óføru meistaru-
num umborð á Eysturoyingi
hava fyri stuttum her á
síðunum givið til kennar, at
teir ætla sær ikki at rógva
næsta ár. Nú sær tað út til,
at tað eru fleiri enn teir
báðir umborð á Eysturoy-
ingi, sum vit glæsiligu sig-
ursrøðini í ár siga kapp-
róðrinum farvæl – fyribils í
hvussu so er:
- Vit hava ikki tosað um
hetta. Men tað liggur í kort-
unum, at tað eru fleiri, sum
ætla sær at mynstra av. Vit
eru fleir, sum eru omanfyri
tredivu og dygst upp undir
tredivu. Hugurin at venja
og rógva er, sum hann altíð
hevur verið. Tað vísir seg
tó, at tá ið menn arbeiða við
at seta føtur undir egið
borð, so verður avlopstíðin
lítil.
Hetta sigur Sámal Han-
sen, sum man vera ein tann
best kendi innan kapp-
róðurin tey seinastu árini.
Hann hevur áður róð við
Eysturoyingi.
Nú
hevur
hann í nøkur ár hildið um
stýrisvølin, og so er hann
tann, sum tey seinnu árini
hevur smíðað flestu kapp-
róðrarbátarnar.
Hjá teimum, sum vilja
vera fremstir og bestir, fer
nógv tíð til kappróðurin:
- Vit venja hvønn dag. Í
ár hava vit verið hvønn dag
uttan sunnudag í bátinum.
Sunnudagarnar hava vit
vant í maskinunum. Aðrar
dagar hava vit umframt í
bátinum
viðhvørt
eisini
vant í maskinunum og við-
hvørt styrkisvant, greiðir
Sámal frá.
Ludvík Justinussen, sum
er ein av teimum, ið nú
ætlar at leggja árina, hevur
staðið fyri venjingunum.
Hetta hevur hann gjørt í
samráði við danska Eskild
Ebbesen. Eskild er fram-
vegis aktivur rógvari. Nú
stríðist hann við at kvali-
fisera seg til OL í Kina
næsta summar. So talan er
um rættan altjóða meistara-
rógvara, sum vegleiðir før-
oysku meistarunum.
Hetta er 10. árið, at Eystur-
oyingur, ið var ein av fyrstu
bátunum, sum Sámal smíð-
aði, er við í kappingini.
Um tað í morgin við sigri
eydnast at seta punktum
fyri fína árinum, so verður
tað 33. FM sigurin hjá
Eysturoyingi. Tey fyrstu
árini – 1998-2002 – vóru
seks FM róðrar á skránni.
Síðani 2003 hava sjey FM
róðrar verið á hvørjum ári.
Eysturoyingur vann allar
seks róðrarnar í 1998, og í
1999 endurtóku teir bragd-
ið. Í 2002 vunnu teir tveir
róðrar, í 2003 tríggjar, í
2005 vunnu teir seks ferðir
(allar róðrarnar uttan á
Norðoyastevnu, tá ið teir
vóru næstfyrstir), í fjør
vunnu teir tríggjar ferðir,
og í morgin eru teir á
Eysturoyingi favorittar at
vinna fyri sjeyndu ferð í ár.
Eingin hevur verið við at
vunnið allar 32 sigrarnar.
Men um tað í morgin eyd-
nast at vinna, so fara Ludvík
Justinussen og Tóroddur
Vang at mynstra av Eystur-
oyingi við 31 gullmedaljum.
Tað er met. Teir báðir vóru
ikki við í 2002. Sámal
Hansen var ikki við í 2002,
og hann var ikki við í fjør.
Tað vil siga, at bátasmiðurin
og stýrimaðurin fer at eiga
28 gullkrónur sum minni
um gylta skeiðið við Eystur-
oyingi – um tað fer at
eydnast at vinna í morgin.
Kvígur tú fyri framtíðini
hjá Eysturoyingi spyrja vit
Sámal Hansen, sum svarar,
at hann er bjartskygdur:
- Heiðabáturin hevur stað-
ið seg framúr væl í ár. Tað
er upplagt, at teir fara at
hjálpa teimum, sum verða
eftir umborð hjá okkum.
Tjaldurs dreingirnir royndu
seg fyrstu ferð í fjør. Teir
hava havt stóra framgongd,
og tað kann væl hugsast, at
onkrir teirra hava hug og
evni at halda fram. Og so
eru tað aðrir, sum hava
hildið frí í ár, og sum kanska
fara at fáa hug og umstøður
at taka eitt tørn afturat
næsta ár, heldur Sámal
Hansen.
Fleiri mynstra av flaggskipinum
Hjá fleiri av verandi manningini á Eysturoyingi verður ólavsøkuróðurin helst tann seinasti við flaggskipinum av Glyvrum
Vánirnar verða ikki
roknaðar at vera
góðar fyri, at nýggj
met fara at verða sett
í ólavsøkuróðrinum
hesa ferð
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
3.52.00. Sambært hagtals
yvirlitinum á heimasíðuni
rogving.fo er 901,3 metra
teinurin av Argjahøvda og
inn undir Skipafelagið eina
ferð rógvin í so góðari tíð.
Tað var á Ólavsøku í 1992,
tá ið 10-mannafarið Skála-
báturin setti hetta metið.
Tað verður ikki roknað
við, at 15 ára gamla ólav-
søkumetið hjá Skálabáti-
num ella ólavsøkumet í
nakrari av hinum bátastødd-
unum verður tikið í morgin.
- Eitt er venjingarstøðan
hjá rógvarunum. Um tað
bara var hon, sum var avger-
andi, so kundi okkurt metið
verið sett hesa ferð. Men
streymur, ætt og vindstyrki
hevur nógv at siga. Um
hann er undan, eru fyri-
treytirnar bestar fyri góðum
tíðum. Veðurmaðurin sigur
frá høgætt. Róðrarlíkindini
verða ivaleyst góð, men tað
verður ímóti, og harvið
verður neyvan talan um
nakað met, verður sagt av
teimum, sum hava skil fyri
veðrið og kappróðri.
Í Havnar Róðrarfelag hava
teir áður sagt, at besta ættin
til kappróður á Ólavsøku er
vestan. Tá er góð lívd at
leggja
bátarnar
undir
Argjahøvda, og tá rógva
teim undan. Tá ið Skálabátur-
in setti metið í 1992 var hann
vestan, og tað var frískur
vindur. Uttan at taka nakað
frá óføru skálamonnunum,
so sigur tað seg sjálvt, at
veðrið var í parti við teimum
fyri fimtan árum síðani.
Onkra ferðina hevur verið
um reppið, at metið hevur
verið
tikið.
Næstbestu
tíðina eigur Havnarbáturin,
sum á Ólavsøku í 2001
vann við 3.52.03.
Sambært hagtalsyvirliti-
num var besta vinnaratíðin
hjá Eysturoyingi, sum í ár
og fleiri av seinastu tíggju
árunum hevur verið stinna-
stur, í 1988, tá ið teir vunnu
við 4.02.60.
Ikki altíð so neyvt
Tá ið tosað verður um
mettíðir í kappróðri, so
undirstrika teir serkønu, at
tað ikki skal leggjast so
nógv í tíðirnar, sum tað eitt
nú verður gjørt í svimjing,
renning og súkkling.
Róðrartíðirnar eru eisini
skrásettar frá tí tíðini, tá ið
tað bara var leysur startur.
Tá kom tað meiri enn so
fyri, at bátarnir vóru farnir
nakað inn um startmálið, tá
ið skotið geltið.
Á Ólavsøku hevur tað ver-
ið fastur startur síðani 1979.
Í fjør varð nýggjur fastur
startur lagdur, og hann
verður eisini nýttur í ár.
At tað í so mong ár hevur
verið fastur startur átti at
borið við sær, at kappróðrar-
tíðirnar á Ólavsøku áttu at
verið neyvari, enn tær
kanska hava verið á øðrum
stevnum.
Kappróðrarhugað kenna
skrásettu tíðirnar, og tey,
sum ganga høgt uppí hetta,
hava so ofta kannað tíðirnar.
Tað gera tey við stoppuri at
lurta eftir upptøkum frá
Útvarpinum.
Metini halda frí í morgin