Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2007 37 tíðindi Stutt Sagt Vallóg ímóti Hamas Palestinski forsetin, Mah­ moud Abbas, umhugsar nú at broyta vallógina fyri at skerja ta politisku ávirkanina hjá teirri víð­ gongdu rørsluni Hamas. Á valinum í januar í fjør vann Hamas ein tepran sigur á Fatah­rørsluni hjá Abbas, men fekk kortini munandi betri umnoðan, tí rørslan vann í teimum flestu valdømunum. Eyg­ leiðarar ivast í, um Abbas hevur heimild til at broyta vallógina av sínum eintingum, men sjálvur sigur forsetin, at ta heimildina heldur hann seg hava. Styrkja vaktar- haldið Amerikanska Senatið hevur samtykt at játta góðar 16 mia. krónur, sum skulu brúkast til at bøta um eftirlitið á markinum ímóti grannalondunum Kanada og Meksiko. Tað er serliga markið ímóti Meksiko, sum skal hava betri eftirlit. Høvuðsenda­ málið við samtyktini er at forða fremmandafólki at koma um meksikanska markið til USA ólógliga, og hetta málið fekk so góða undirtøku í Sen­ atinum, at 89 senatorar atkvøddu fyri og bara ein ímóti. Kom við tveimum konum Í Danmark hava innflytar amyndugleikarnir fingið ein heldur óvanligan trupulleika, tí tað vísir seg, at ein av teimum iraksku tulkunum, sum eru komnir til Danmarkar, hevur tvær konur við sær. Maðurin er 41 ára gamal, og hann eigur tvey børn við teimum báðum kon­ unum, sum eru 32 og 34 ára gamlar. Í Danmark er tað ikki loyvt at hava meiri enn eina konu, so útlendingastýrið hevur nú lagt høvur í blot fyri at finna eina loysn. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Gerið okkurt, so vit kunnu verða latin leys. Vit eru øll sjúk og hava tað trupult (suðurkoreanskur gísli í Afghanistan) útlond ­ Vit eru í neyð. Hjálpið okkum at sleppa leys, segði suður­ koreanska kvinnan, sum er millum 22 gíslar hjá Taleban Tað var BBC, sum fekk telefonsamband við kvinnuna, sum situr gísli hjá Taleban í Afghanistan. ­ Bið tey gera okkurt fyri at fáa okkum leys. Vit eru øll sjúk og hava nógvar trupulleikar, segði kvinnan. Taleban hevur hótt við at beina fyri øll teimum 22 suðurkoreanunum, sum rørslan burturflutti í síðstu viku. Tann 23. gíslin, ein kristin prestur, varð funnin skotin fyrra­ morgunin. ­ Slíkt kann ongantíð rætt­ vísgerast, og vit fara ongantíð at fyrigeva teimum, ið framdu hesa ómenniskjaligu gterð, segði talsmaðurin hjá suðurkore­ onsku stjórnini í gjárkvøldið. Neyðarróp frá einum gísla Tvey fólk doyðu, tá ein royndarrakett sprongdist á einari royndarstøð í Kalifornia Vanlukkan var á Mojave Air and Space Port, har granskarar hjá fyritøkuni Scaled Composites vóru í ferð við at royna ein rakettmotor. Alt í einum sprongdist motorurin, og tveir av granskarunum lótu lív. Fleiri onnur fólk fingu skaða. Løgreglan í Kalifornia sigur við sjónvarpið CNN, at spreingingin var sera ógvuslig, og at stórir lutir vórðu slongdir langt burtur. Øll ferðsla fram við royndar­ støðini bleiv steðgað. Enn veit eingin, hví rakett­ motorurin sprongdist. Stórir lutir vórðu slongdir langt burtur frá vanlukkustaðnum Rakettin fór í luftina Russiski forsetin ætlar sær ikki at lata alt upp í hendurnar á øðrum, tá hann fer frá Næsta ár noyðist Vladimir Putin frá sum russiskur forseti, tí lógin loyvir honum ikki at sita meiri enn tvey valskeið á gangin. Men sambært blaðnum Gazeta merkir tað ikki, at Putin ætlar at lata alt valdið upp í hendurnar á øðrum. Putin hevur sagt, at hann ætlar sær framvegis at hava politiska ávirkan, eftir at hann er farin frá, skrivar Gazeta, sum sigur seg hava fingið at vita frá álítandi keldum í russisku umsit­ ingini, at Putin ætlar at geva skipa eitt trygdarráð. Sjálvur skal hann sita í ráðnum, sum skal hava stóra ávirkan. ­ Sambært keldu okkara skal trygdarráðið hava eftirlit við øllum teimum týdningarmestu ráðstovu­ num, eins og tað skal leggja eina politiska ætlan fyri landið, skrivar Gazeta. Putin fer frá næsta ár, men hann skal framvegis hava stóra ávirkan á russiskan politikk Putin skal framvegis hava ávirkan