mánadagur 30. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 144 - 30. juli 2007
Sang-
skeið á
Summar
Festi-
valinum
Kristjana Stefánsdóttir,
sum er sanglærari, verður
við Jógvani Hansen á
Sumar Festivalinum
Kristjana Stefánsdóttir
hevur
vunnið
fleiri
altjóða prísir og er víða
gitin fyri sína sterku og
vøkru jazzrødd. Hon er
ein av kendastu tónlista
fólkum Íslands og hevur
eisini givið sínum lands
monnum góðar uppliv
ingar á palli og hollan
kunnleikan innan sang
venjing og sangteknik.
Ein av hennara nýggjastu
næmingum, er føroyingur
Jógvan
Hansen,
sum
vónar at sanghugaðir før
oyingar fara at nýta gylta
møguleikan at læra av
íslendska meistaranum.
Skeiðið verður hildið í
Atlantis í Klaksvík miku
dagin og hósdagin, báðar
dagarnar frá kl. 16 – 20
og frá mánadegnum verð
ur høvið at tekna seg til
skeiðið á heimasíðuni hjá
Summarfestivalinum.
12 pláss eru tøk, har
hvør einstaki næmingur
fær
persónliga
undirvísing
og
røttu
amboðini
at
menna
røddina og sangevnini.
Eisini er møguleiki at
fylgja skeiðinum, uttan
tó at vera beinleiðis
partur av hesum.
Trøllapætur og
tey eru sjálvandi
aftur við á Summar
Festivalinum. Og hesa
ferð er ommudiddan
eisini við
Summar
FeStivalur
Tíðindaskriv
Børnini
skulu
sjálvandi
eisini hava sítt, nú Summar
Festivalurin stendur fyri
framman. Gerðabøur verður
í hesum døgum broyttur til
Silvaland, og har verður
mangt og hvat hjá børnum
og barnsligum sálum at
stytta sær stundir við.
Eitt nú hevur ommudidd
hjá Trøllapæturi sagt frá, at
hon hevur hoyrt so nógv
gott um festivalin, og tí vil
hon eisini sleppa á pall
saman við hinum trøllunum.
Og sum skilst, so er hon í
minsta lagi líka garvill sum
systir sín, so tað fer neyvan
at ganga friðarliga fyri seg.
Angela og Hannebal
Visti tú, at Angela og Hanni
bal eru sum øll onnur børn
í Føroyum? Tey duga at
skapa sær, spæla klovn og
finna uppá alt møguligt.
Eftir ein alt ov langan steðg,
so eru tey aftur farin at und
irhalda og skipa fyri barna
tiltøkum.
Og
sjálvandi
verða Angela og Hannibal á
Silvapallinum fríggjadagin,
tá ið festin fyri teimum
minstu
festivalgestunum
verður. Og tað verður við
sangi, skemti og nógvum
ruðuleika, júst sum børnini
vilja hava tað.
Gykl og eldblásing
Hevur tú hoyrt um gyklarin
Ábjørn og eldblásarin Óla?
Á dú, á dú. Tað ljóðar
næstan vandamikið. Hugsa
tær um Ásbjørn fer at ganda
børnini burtur ella um Óli
fer at blása eld eftir øllum
børnunum,
sum
hava
gloymt at busta tenn ella
sum hava til óvana at renna
undan mammu síni. Men
tað er hvørki orsøk til at øtt
ast ella leiða nakran vaksn
an. Bæði gyklarin og eldb
lásarin eru góðir við børn,
hóast teir duga ymisk løgin
kynstur, sum ikki so nógvir
pápar duga at gera teimum
eftir.
Ballónferð
Hvussu lagt uppí himmalin
kunnu ballónirnar fara?
Ja, tað verður spennandi
at vita!
Aftaná sjálvt undirhaldið
fáa øll børnini fínar ballónir,
sum skulu sleppa langt uppí
luftina, soleiðis at øll síggja
at nú letur Silvalandið upp
og at Summarfestivalurin
er byrjaður.
Børnini fremst
Skulu tey minstu børnini
ikki hava fyrsta rætt og tey
allarbestu plássini?
Silvafestivalurin er allar
mest fyri børn sum duga at
ganga sjálvi og sum ikki
ganga í skúla.
Hetta hevur Silvi hugsað
um og tí verður skipað
soleiðis fyri, at einans
minni børn sleppa heilt nær
pallinum og at vaksin fólk
mugu gera seg pinkalítil,
um tey skulu inn um gyrð
ingina saman við børnum
undir skúlaaldri.
Men øll eru sjálvandi væl
komin til serligu konsertina
og undirhaldið hjá Silva.
Eisini skúlabørn og for
eldur. Og tað verður ikki
einans av pallinum at tingini
henda. Nei, klovnar, gyklar
ar, trøll og aðrir herlig dýr
og skapningar fara eisini at
heilsa uppá børnini og sita
ímillum áskoðarafjøldina.
Ommudiddan verður við
18.juli 2008 verða 100 ár,
síðan Joen Pauli Thomasen,
Palli í Tøðuni í Vági, varð
føddur. Í hesum sambandi
verður arbeitt við einum
minningarriti, sum ætlandi
kemur út næsta summar.
Palli í Tøðuni yrkti og
skrivaði nógv, báði í bundn
um og óbundnum máli
undir navninum Ipt. Megin
parturin av skrivaða tilfarin
um er til skjals, men alt er
ikki skipað enn.
Vegna stigtakararnir til
minningarritið heitir Arn
finnur Thomassen í Vági á
fólk, sum møguliga eiga
nakað av tilfari eftir Palla,
ella kanska eina mynd av
honum, um at seta seg í
samband við seg. Arfinnur
kann hittast á tlf 373043
ella arnftho@kallnet.fo
Palli í Tøðuni
100 ár
- Minningarrit
Eins og trøllini, so fara Angela
og Hannibal eisini at roksast
á pallinum, tá Summar
Festivalurin fer ígongd
Danskur ljóðserfrøðingur á
Summarfestivalinum 2007
Eddy Bøgh Brixen er ráðgevi innan elektroakustiska økið og hevur
veitt frálæru innan ljóð til eitt nú Rútmiska Konservatoriið, Danmarks
Radio, Det Kongelige Teater, Danska Filmskúlan og mong onnur virki
og feløg. Ljóðserfrøðingurin, sum í 1979 stovnaði fyritøkuna EBB
Consult heldur nógv skeið innan sína lærugrein og hevur skrivað fleiri
bøkur um ljóð og ljóðviðurskifti. Eddy Bøgh Brixen, sum mikukvøldið
1.august fer at hava fyrilestur í Atlantis í Klaksvík um stór
konsertannlegg, fer eisini at virka sum ljóðkonsulentur á
Summarfestivalinum í ár.
Nýggj super-trio
Ein trio uttan sín líka í føroyskum tónleiki. Frálíkir sangarar, framúr
sangskrivarar og sera dugnaligir á palli. Eyðun Nolsøe, Terji
Rasmussen og Kim Hansen hava funnið saman til eina heilt serliga og
eksklusiva framførslu á Summar Festivalinum. Teir fara at syngja og
spæla sínar bestu sangir, og tað eru sanniliga sangir, ið fólk kenna
aftur. Eyðun, Terji og Kim hava skrivað sangir sum 80’ini, Mítt Land,
Eros, Eg flýggi til tónleikin, Meistarin og nógvar, nógvar aðrar sangir.
Teir hava drúgvar royndir sum tónleikarar á palli, og sum trio verða
teir ikki tiknir. Komið og syngið við til nøkur av størstu hittunum í
føroyskum popptónleiki! Framførslan hjá Eyðun, Terji og Kim verður
á midnátt leygarkvøldið.