mánadagur 30. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 TÍÐINDI
Nr. 144 - 30. juli 2007
Fyrrverandi lands-
stýrismaðurin
í fíggj armálum,
Bárð ur Nielsen,
metir ikki, at reyðu
búskaparlampurnar
lýsa. Sostatt er hann
ikki heilt samdur við
Magna Laksáfoss,
sum nú situr við fíggj -
armálum og met ir
búskapin gløða og
reyðu ávaringar lamp-
urnar lýsa
BÚSKAPUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fyrrverandi og núverandi
lands stýrismenn eru ikki
samdir um, hvussu búskap-
ur in hevur tað.
Magni Laksáfoss, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum,
segði í síðstu viku við Sosi-
al in, at búskapurin gløðir
og at reyðu lampurnar lýsa.
Hann mælti til at tálma her
og nú, og hansara boð vóru
at útseta Sandoyartunnilin
og at minka sjó manna frá-
dráttin.
Magni Laksáfoss metti
heilt einfalt, at tað var ein
spurningur
um,
hvussu
nógv virksemi kundi vera í
gongd í senn.
Bárður ikki samdur
Tað er ikki so langt síðani,
at Bárður Nielsen fór úr
sessinum sum lands stýris-
maður í fíggjarmálum, fyri
at taka við sum stjóri fyri
størstu byggiætlan í Før-
oyum, nevniliga Stórutjørn.
Bárður Nielsen eigur at
hava
eina
meting
um,
hvussu búskapurin er fyri,
tí hann hevur sitið í lands-
stýrissessinum fyri stuttum,
og hann er ikki heilt samdur
við Magna Laksáfoss.
- Eg eri ikki samdur við
Magna Laksáfoss í, at tað er
so álvarsligt, at reyðu lamp-
urnar lýsa. Men eg eri
samdur við honum í, at alt
koyrur sera skjótt í løtuni.
Tað sæst millum annað á, at
arbeiðsloysið er met lágt. Tað
er næstan óhoyrt, at tað kann
vera so lágt, sum hjá okkum,
sigur Bárður Nielsen.
Steðga
Sandoyartunnlinum
Magni Lak safoss mælti í
síðstu viku til at tálma bú -
skap inum og at gera hetta
við at steðga Sandoyar tunnl-
inum og minka sjómanna-
frádráttin.
- Vit hava ikki góðar
royndir av at gera so harðlig
til tøk, ella tálma ov harð liga,
sigur Bárður Nielsen, fyrr-
verandi landsstýris maður.
- Hinvegin hava vit í mong
ár roynt at tálma, legg ur
Bárður Nielsen aft urat.
Onki búskaparkrakk á
veg
At Bárður Nielsen setir
seg á odda fyri so stórari
privatari byggiætlan, sum
Stórutjørn, bendir ikki á, at
hann metir búskapin vera
ov heitan ella at hann metir
vanda vera á ferð.
- Tað er ikki uppgávan
hjá tí privata at tálma
bú skap inum, men at gera
íløgur. Tað almenna kann
tálma almennu útreiðsl un-
um, sigur Bárður Nielsen.
Men tú metir ikki, at eitt
búskaparkrakk er á veg, tá
tú setir teg á odda fyri so
stórari ætlan, ella hvussu?
- Nei, sjálvsagt ikki. Um
vit mettu, at búskapurin
gløddi, ella at eitt krakk var
á veg, so fóru vit als ikki
undir hetta, sigur Bárður
Nielsen.
Útlendsk arbeiðsmegi
Bárður Nielsen sær ikki
vandatekin, hóast ferð er á
búskapinum, og hann hevur
sínar metingar.
- Í mínari verð er ongin ivi
um, at vit eiga at lata upp fyri
útlendskari arbeiðs megi. Tað
eigur at ganga báð ar vegir,
og føroyingar arbeiða alla-
staðni og hava altíð gjørt tað.
Tað ber ikki til, at tað gongur
so illa at fáa útlendska
ar beiðs megi inn, meðan før-
oyingar
fáa
arbeiðsloyvi
utta n hóvasták alla aðrastaðni,
sigur Bárður Nielsen, og
gevur harvið sítt íkast til
kjakið um, hvørt útlendingar
skulu inn á føroyska arbeiðs-
markn aðin, tá føroyingar ikki
sjálv ir klára at nøkta eftir-
spurningin á arbeiðsmegi.
Í gongd í vár
Viðvíkjandi
Stórutjørn
sigur Bárður Nielsen, stjóri
fyri verkætlanini, sum óiv-
að er hin størsta í søgu Før-
oya, at teir nú arbeiða av
øllum alvi við tekningum
og loyvum.
- Í apríl komandi vár verð-
ur farið í gongd, sigur
Bárður Nielsen.
Búskapurin er ikki ov heitur
Jógvan
Hansen
nummar
eitt
Tað gongur strúk-
andi hjá Jógvani
Hansen í Íslandi
TÓNLEIKUR
dagfinn@sosialurin.fo
Síðani Jógvan Hansen
vann X Factor kappingina
í Íslandi, og fløga kom
út, hevur gingið strúkandi
hjá Jógvani.
Endurinnspælingin av
lagnum Rooftop gjørdist
beinanvegin nummar eitt
á listunum, og fløgan
gjørd ist skjótt nummar
eitt á sølulistanum yvir
mest seldu fløgur.
Tað er ein fegin Jógvan
Hansen, sum kann siga
úr Íslandi, at enn gongur
líka væl, og at fløgan enn
er væl dámd, og liggur
nummar eitt á listunum
yvir mest spældu og
mest
seldu
fløgur
í
Ís landi.
Jógvan Hansen fer á
pall á Summar festi val in-
um við manning úr X
Factor kappingini.
Stanley Samuelsen
hugtók um viku skift-
ið í Svøríki. Leiðin
gongur nú heim til
Føroya. Ein svii helt,
at guitarspælið hjá
Stanley mátti vera
“playback”
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Um vikuskiftið hevur Stan-
ley Samuelsen spælt tvær
konsertir í Svøríki. Í Dyrø í
Bohuslan fríggja kvøldið og
á Helsingborgfestivalinum
leygarkvøldið.
Gestirnir
voru hugtiknir av sanginum
og guitarspælinum og før-
oyska lagið Regn hugtók,
eins og Morgendagens lys,
sum er um eina gentu, sum
doyði í tsunamivanlukkuni
í 2004, og hendingin rørdi
sviar at hjartanum.
Fríggjakvøldið var ein
búgvin harri, ið spurdi, um
guitarspælið var spælt inn
áðrenn á fløgu, altso play-
back, tí so væl helt hann
ongan vera føran fyri at
spæla á palli.
Hæddina náddi Stanley,
tá hann sang sang eftir
Cornelis Vreeswijk; “Som-
liga går i trasiga skor..”. Tá
vóru svendku áhoyrararnir
veruliga við.
Eftir Stanley kom Per
Sorman á pall, ein av størstu
troubadourum í Svøríki, og
hann segði soleiðis um
gutarspælið hjá Stanley; ”
Vi har netop oplevet tre
guitar ister på scenen på
samme tid , men de to af
den var usynlige. Takk
Stanley du er fantastisk”.
Stanley er aktuellur á
Summarfestivalinum kom-
andi vikuskiftið.
Stanley hugtók í Svøríki
Stanley spældi í Svøríki
um vikuskiftið og hugtók
áhoyrararnar. Um nakrar
dagar fer hann á pall á
Summarfestivalinum
Mynd: M. Messmann
- Eg eri ikki samdur við
Magna Laksáfoss í, at tað er so
álvarsligt, at reyðu lampurnar
lýsa, sigur Bárður Nielsen,
fyrrverandi landsstýrismaður í
viðmerking til metingarnar hjá
sitandi landsstýrismanninum í
fíggjarmálum
Forsíðan á Sosialinum mikudagin, har Magni Laksáfoss
ávaraði um, at búskapurin gløðir
Øll vilja síggja Homer
Nýggi biograffilmurin um the Simpsons fekk eina
kanónbyrjan, tá hann varð frumsýndur um vikuskiftið.
The Simpsons Movie spældi nærum 400 milliónir krónur
inn longu fyrstu tveir dagarnar, og tað ger, at filmurin í
løtuni er best umtókti bio-filmurin í USA. Enn er tó
nakað upp til Spiderman 3, sum fyrsta vikuskiftið spældi
ikki minni enn 806,7 mió krónur inn.
Russar vilja hava Volvo
Oleg Deripaska, ið er ein av nýggju oligoarkunum í
Russlandi, sigst vera áhugaður í at keypa bæði Jagur, Land
Rover og Volvo bilasmiðjurnar. Ford, sum eigur tey trý
merkini, váttar, at samráðingar eru um eina møguliga sølu
av Jaguar og Land Rover. Men enn verður tó einki sagt um,
hvørt talan verður um eina yvirtøku av Volvo eisini.