Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 144 - 30. juli 2007 ...um familjupolitikk Tá tað snýr seg um sjúkradagar hjá børnum, fer landsstýrið at leggja fram lógaruppskot um at tryggja tímaløntum endurgjald fyri inntøkumiss í sambandi við fyrsta sjúkradag hjá barninum. Landsstýrið fer eisini at koma við uppskoti um at veita serligt barnaískoyti til stakar uppihaldarar. Bøtt er munandi um lestrarstuðulin. Barnsburðarfarloyvis skipan er sett í verk, og frá 1. august fáa lesandi 600 kr. meira um mánaðin í studningi fyri hvørt barnið. Harumframt er rentan av lánum í lestrartíðini minkað úr 4% í 2%. ...um olju Vit liva framvegis í vónini um eina oljuvinnu, sum nú aftur tykist nærkast. Og hóast tað framvegis bert eru vónir, so er eingin ivi um, at seinasti oljufundurin við føroyska markið gevur oljufeløgunum betri hug at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Skjótt verður farið at bora sætta leitibrunnin á landgrunninum. Avtala er eisini gjørd um sjeyndu leitiboringina, ið verður framd komandi tvey árini. Triðja útbjóðingarumfar verður í heyst. - Ólavsøkurøðan vísti, at sam­gongan er uppsteðgað. Hon hevur eingi m­ál yvirhøvur – og hevur slett eingi boð uppá, hvussu tey stó­ru m­álini og avbjó­ðing- arnar fyri fram­m­an skulu loysast, sigur form­aður Tjó­ðveld­is- floksins, Høgni Hoy- d­al Ólavsøkurøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Sitandi samgonga hevur eingi mál, og eg vónaði tískil, at løgmaður fór at skriva út nýval beinanvegin, soleiðis at vit kunnu fáa eina nýggja og neyðuga byrjan í føroyskum politik- ki. Tað sigur formaður Tjóð- veldisfloksins, Høgni Hoy- dal. - Løgmaður og sitandi samgonga hava einki upp á hjarta. Har er eingin loysn í ljósmála upp á tey mál, sum eru frammi, ei heldur upp á tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Høgni Hoydal vísir á, at løgmaður í røðu síni nam við eitt nú búskap, útlend- ingamál, fiskivinnulóggávu og kommunusamanlegging, men sambært løgmanni hev- ur samgongan eingi boð upp á hesi mál. - Samgongan hevur sum heild eingi boð upp á nakað sum helst – ei heldur upp á teir trupulleikar, sum sam- gonga sjálv hevur skapt, sig- ur formaður Tjóðveldis- floksins. Nýggj mál Hann sigur, at á tjóðskapar- økinum er einki at heinta, og her er samgongan púrasta uppsteðgað. - Sjálvandi fegnast vit um yvirtøkuna av kirkjuni, men tá tað er sagt, er so avgjørt neyðugt við eini nýggjari byrjan í føroyskum politikki, sum kann bera okkum longur fram á leið. Høgni Hoydal sigur, at nú er neyðugt at seta út í kortið av nýggjum, soleiðis at nakað veruligt kann spyrjast burtur úr í føroyskum politikki, samfelagnum at gagni. Einasta nýggja í røðu løg- mans var sambært formanni Tjóðveldisfloksins uppskot hansara um eina fólkaat- kvøðu til heystar um at ski- pa Føroyar sum eitt valdø- mi. - Eg ivist stórliga í, um hetta er tað rætta. Vit hava eina valskipan sum tryggjar minnilutum kring um landið eina umboðan. Høgni Hoydal heldur tað vera undarligt, um hetta sambært løgmanni er tað málið, ið krevur fólkaat- kvøðu fram um onnur mál. Samgongan uppsteðgað - Tað er so avgjørt neyðugt við eini nýggjari byrjan í føroyskum politikki, sum kann bera okkum longur fram á leið. Hendan samgongan er púrasta uppsteðgað, sigur formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal Mynd: Jens Kr. Vang Løgm­aður ynskir at send­a spurningin um­ Føroyar sum­ eitt vald­øm­i til fó­lkaat- kvøðu. Hann held­ur, at helst er skilabest at bíða til eftir valgið. - Hetta er ikki eitt m­ál at føra valstríð uppá, sigur hann við S­osi- alin Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang Liggur tað til løgmann, sleppur fólkið at gera av, um Føroyar skulu vera eitt valdømi. - Hetta er ein somikið grundleggjandi og prinsi- piellur spurningur, at rættast er at lata demokratiið tala, sigur løgmaður, sum eisini viðgongur, at fyri ein part av fólkinum er talan um ein ikki sørt kensluligan spurn- ing. Tað var í frágreiðing sín- ari á ólavsøku, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, gjør- di greitt, at hann er fyri ein- um valdømi, og at málið eigur at verða sent út til fólkaatkvøðu. Óegnað til valstríð Løgmaður sigur við Sosial- in, at rættast helst hevði ver- ið at bíða við einari tílíkari fólkaatkvøðu til eftir kom- andi valg, tí, sum hann sig- ur, so er hetta ikki eitt mál, sum skal skundast ígjøg- num. - Tíðin er nú somikið útliðin, at spurningurin er, um tað ikki er ov seint at skunda eina fólkaatkvøðu ígjøgnum nú undan valgin- um, tá hon eins væl kann bíða til seinni, sigur løgmað- ur. Harumframt sigur hann, at flokkarnir hava ikki fyri- reikað seg til eitt valstríð undir einum valdømi, og at tað heldur ikki hóskar seg at føra valstríð uppá. - Valstríðið hjá samgongu- ni skal snúgva seg um avrik- ini seinastu fýra árini, og annars stinga út í kortið ætlanir um leiðina framyvir, sigur hann. Løgmaður heldur eisini, at ein fólkaatkvøða av hes- um slag hevði egnað seg betur í byrjanini av einum valskeiði, so flokkarnir hava minst trý ár at fyrireika seg til eitt øðrvísi valstríð. - Men tað er bert Løgting- ið sum kann skriva út fólka- atkvøðu, so hetta hevur landsstýrið sum so onki við at gera, sigur hann. Meirilutin ræður Spurdur, um ikki vandi er fyri, at ein tílík fólkaatkvøða kemur undir tað, sum av og á verður rópt meirilutadikta- tur, av tí at meirilutin í land- inum, eisini kann hugsast at vera sami meiriluti, sum fær ágóðan av einum valdø- mi, sigur løgmaður: - Valskipanin verður í løt- uni bert regulerað í einari vanligari og einfaldari løg- tingslóg, og tí haldi eg tað vera tað mest demokratiska eisini at spyrja fólkið. Soleiðis forða vit fyri, at tað bert er eitt løgting, sum tekur hesa stóru avgerð, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur eisini, at spurn- ingurin um eitt valdømi er upplagdur at leggja út til fólkið at gera av, tí, sum hann tekur til, so er talan um ein einfaldan og greiðan spurning, sum er lættur at seta og at svara hjá fólki. Meldar greitt út Í frágreiðing sínari á ólavsø- ku gjørdi Jóannes Eidesga- ard, løgmaður, greitt, at hann er fyri einum valdømi. Higartil hevur hann ikki ver- ið virkin í orðaskiftinum um eitt valdømi, men í ólav- søkurøðuni kom støða hans- ara nú greitt til sjóndar. - Eg eri samdur við Edmund Joensen, løgtings- formann, og grundgevingum hansara fyri einum valdømi, sigur løgmaður. Og hann vísir á, at kommunurnar verða færri og størri, infra- kervið bindur saman nærum alt landið, og harumframt samsvarar tingmannabýtið ikki við atkvøðutalið sum er. - Eg meti tí, at landið eig- ur at verða skipað í eitt val- dømi, tó at eg væl skilji sjónarmiðini hjá teimum, ið ikki ynskja broytingar, segði løgmaður í røðuni. Kortini segði hann, at broyt- ingin við at skipa Føroyar sum eitt valdømi er so stór og umfatandi, at hon, eftir hansara tykki, eigur at verða løgd út til fólkaat- kvøðu, áðrenn tingið tekur endaliga støðu, sum hann málbar seg. Meiriluti í tinginum Nógv bendir á, at meirilutin í løgtinginum er fyri einum valdømi. Í spurnarumfari millum tingfólk, sum Sosi- alurin gjørdi longu í mai, vóru 16 tingfólk fyri og 11 vóru ímóti einum valdømi. Fýra høvdu ikki tikið støðu enn, og ein vildi ikki svara. Tí var greitt, at ein meiri- luti í tinginum er fyri einum valdømi. Fólkaatkvøða um eitt valdømi - Hetta er ein somikið grund- leggjandi og prinsipiellur spurningur, at rættast er at lata demokratiið tala, sigur løgmaður