mánadagur 30. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 144 - 30. juli 2007
tíðindi
Formaður Sambands
floksins, Kaj Leo
Johannesen, heldur,
at ólavsøkurøða løg
mans var væl avvigað,
og hann heldur ikki,
at røðan var merkt av,
at løgtingsval stundar
til
Ólavsøkurøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Eg haldi, at ólavsøkurøðan
var góð, og løgmaður nam
við nógv ymiskt viðurskifti
í samfelagnum. Røðan fevn-
di bæði um tað, sum er lagt
aftur um og mál, sum liggja
fyri framman. Røðan var
breið og semjusøkjandi.
Formaður Sambandsflok-
sins, Kaj Leo Johannesen,
heldur ikki, at tað lýsti av
røðuni, at løgtingsval stund-
ar til.
- Løgmaður segði einki,
sum kom óvart á meg og
okkum í Sambandsflokkin-
um. Í so máta kom einki
óvæntað fram í ljósmála –
og at kalla einki, sum vit
ikki vistu av frammanund-
an.
Valskipanin
Kaj Leo sigur, at tað einasta
óvæntaða í røðuni var, at
løgmaður skjeyt upp at hava
eina fólkaatkvøðu um val-
skipanina, nú aftur verður
tosað um at skipa Føroyar
sum eitt valdømi.
- Hetta er heilt vist ein
áhugaverdur tanki, sum eg
taki undir við. Eg kundi
hugsað mær, at ein slík
fólkaatkvøða verður seinni
í heyst. Hinvegin er tað ein
spurningur, nær ein møgulig
broytt valskipan verður sett
í gildi.
Formaður Sambandsfloks-
ins
vísir á, at seinastu tríggir
formenninir, sum Sambands-
flokkurin hevur havt síðan
1990, hava persónliga verið
fyri, at Føroyar verða skip-
aðar sum eitt valdømi.
- Men hetta hevur ikki
verið eitt floksmál. Kortini
meti eg, at meiriluti er í
Sambandsflokkinum fyri at
skipa Føroyar sum eitt val-
dømi, sigur Kaj Leo Johan-
nesen.
Ikki provokeraður
Hann heldur, at tað, sum
løgmaður segði um ríkis-
rættarligu støðuna, var væl
avvigað og – sum hann tek-
ur til – slett ikki provokeran-
di fyri Sambandsflokkin.
- Eg haldi, at løgmaður
nýtti tey røttu orðini, tá
hann greiddi frá hesum við-
urskiftum, sigur formað-
urin.
Spurdur, um Sambands-
flokkurin uttan trupulleikar
kann liva við teimum yvir-
tøkum, sum framdar eru í
hesum valskeiðnum, vísir
hann á, at flokkurin altíð vil
virka fyri tí, sum til eina og
hvørja tíð tænir fólkinum
best.
- Vit hava soleiðis ongar
trupulleikar av framdu yvir-
tøkunum, ei heldur yvirtøk-
uni av vinnufelagslóggáv-
uni, sum sambært samgon-
guskjalinum verður yvirtik-
in 1. januar 2008, sigur Kaj
Leo Johannesen.
Kendi seg ikki
provokeraðan
- Tankin um eina fólkaatkvøðu um nýggja valskipan er
áhugaverdur. Eg kundi hugsað mær, at ein slík fólkaatkvøða
verður seinni í heyst, sigur Kaj Leo Johannesen
Mynd: Jens Kr. Vang
Í røðu síni staðfesti
løgmaður tað, sum
komið er burtur úr
í hesum samgongu
skeiði. Hetta er tað,
sum vit kunnu vænta,
nú valskeiðið líður
móti endanum, sigur
formaður Fólkafloks
ins, Anfinn Kallsberg
Ólavsøkurøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Ólavsøkurøðan var ógvuli-
ga varislig. Hon var á ongan
hátt
bombastisk,
men
heldur konstanterandi. Tað
er rímiligt at gera status
uppundir endan av einum
valskeiði.
Tað heldur Anfinn Kalls-
berg, formaður Fólkafloks-
ins.
Startskotið
- Eg haldi ikki, at røðan
sum so var merkt av, at løg-
tingsval stundar til, og tað
var einki, sum skurraði
mær í oyrunum. Hinvegin
skulu vit hava í huga, at
hetta er røða løgmans.
Í ólavsøkurøðuni boðaði
løgmaður frá, at visjónsæt-
laninar ætlandi verða lagdar
fyri løgtingið til aðalorða-
skifti í heyst.
- Tað verður væntandi
her, at startskotið til koman-
di løgtingsval byrjar, heldur
Anfinn Kallsberg.
Vallógin
Formaður Fólkafloksins er
ikki samdur við løgmanni
um, at fólkaatkvøða um
eina nýggja valskipan eigur
at verða til heystar.
- Hetta er eitt mál, sum
hevur verið uppi og vent av
og á, og hetta er eisini eitt
mál, sum stór ósemja er
um, bæði í samgonguni og í
politisku flokkunum.
Anfinn Kallsberg heldur
slett ikki, at vallógin skal
broytast í løtuni.
Hann heldur tað snøgt
sagt vera burtur við at gera
slíkar broytingar so seint í
einum samgonguskeiði.
Løgtingið avger
- Men tá tíðin er búgvin,
havi eg mitt egna uppskot
um, hvussu hetta skal ger-
ast.
Formaður Fólkafloksins
vísir á,
tað í seinasta enda verður
løgtingið, sum kemur at
gera av, hvussu gongdin í
málinum verður – og um tal-
an verður um fólkaatkvøðu
um hetta mál ella ikki.
Ein varislig
ólavsøkurøða
- Stór ósemja er um broytingar í valllógini, bæði í samgonguni
og í politisku flokkunum sum heild. Eg haldi slett ikki, at
broytingar skulu fremjast í løtuni, sigur Anfinn Kallsberg,
formaður Fólkafloksins
Mynd: Jens Kr. Vang
Løgmaður um skattalættan
Ikki óvæntað fingu skattalættarnir hjá samgonguni drúgva og
hvassorðaða móttøku. Tað ber altíð til at finna skeivleikar og
okkurt, sum kundi verið øðrvísi frágingið í slíkum málum. Men
eitt aðalmál var at hækka loftið fyri, nær ymsu inntøkurnar vórðu
toppskattaðar. Áðrenn fyrsta skattalættan var hetta loft 185.000
kr. Hetta loft verður komandi árskifti 270.000 kr., og tá kunnu
eisini handverkarar og onnur fólk við miðalinntøku sleppa undan
toppskatti av seinast vunnu krónunum. Í løtuni arbeiðir
landsstýrið við einum nýggjum og áhugaverdum skattapolitiskum
uppskoti, ið minkar um misjavnan millum ymsu inntøkubólkarnar
og misjavnan millum øki í landinum.
...Um skúlan
Fólkaskúlin, okkara skúlapolitiski grundvøllur, skalv, tá
úrslitið av PISA-undankanningini kom undan kavi. Tað
hevði við sær, at stórt spurnartekin varð sett við dygdina
á okkara fólkaskúla. Uttan at leypa framav, varð støðan
eftirmett, og fleiri uppskot at betra um fólkaskúlan vórðu
orðað. Ein partur av teimum er longu settur í verk.
Millum annað verður tímatalið í byrjanarundirvísingini
næstu tvey skúlaárini økt við til samans 16 vikutímum.