Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 144 - 30. juli 2007 Ringur túrur Ferðafólkini við norsku ferjuni ”Silvia Ana” fingu eina heldur baldruta ferð úr Hirtshals til Kristian­ sand fríggjadagin. Eftir ferðaætlanini eigur ferðin at taka hálvan triðja tíma, men tað vísti seg, at hon vardi fimm tímar. Orsøkin var, at tað var rættiliga frískur vindur av vestri, og tær seks metrar høgu aldurnar darvaðu skipinum, skriva norsk bløð. Tað skilst á bløðunum, at skipið rullaði illa, og at nógv ferðafólk høvdu ein ringan túr. Øll komu til tíðina Tá Norrøna leygardagin skuldi úr Hantsholm, gjørdist neyðugt at framskunda fráferðina. Hetta tí veðurlíkindini ikki vóru av teimum bestu. Um 1300 fólk skuldu fáa boð um framskundaðu frá­ ferðina, so tey á Smyril Line høvdu úr at gera við at fáa fatur á teimum, skuldu við. Sambært Útvarp­ inum, so gekk hetta tó upp á stás. Ikki minst tí bæði Útvarpið og Portalurin komu við áheitanum til fólk um at bera boðini víðari. Nógv fólk var komið saman í ólavsøkudag at hátíðarhalda, at Fólkakirkjan er yvirtikin FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í gjár, ólavsøkudag, yvirtók føroyska heimastýrið máls­ økið Fólkakirkjan og onnur trúarsamfeløg. Hetta varð hátíðarhildið í Norðurlanda­ húsinum, har fleiri útlend­ skir gestir tóku lut. Eitt nú taldust norðurlendskir bis­ kupar og formansskapurin í danska fólkatinginum mill­ um tey innbodnu. Tó varð einki umboð fyri danska kongshúsið til staðar. Á samkomuni í Norður­ landahúsinum skrivaðu Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður í mentamálum og danski kirkjumála­ ráðharrin, Bertel Haarder, undir eina avtalu um samstarv í framtíðini. Avtalan er um atgongd til at útbúgva og eftirútbúgva prestar og onnur starvsfólk á kirkjuøkinum, og um samstarv millum biskup­ arnar. Avtalan er gjørd á tann hátt, at Mentamálaráðið kann útvega sær ta ráð­ geving og hjálp frá danska Kirkjumálaráðnum, sum Mentamálaráðið hevur fyri neyðini. Endaliga verður við avtaluni gjørd ein sam­ starvsnevnd á høgum stigi, ið fer at tryggja og menna samstarvið. Fjølbroytt skrá Skráin var rættiliga umfat­ andi á hátíðarhaldinum. Millum røðararnar vóru Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, Bertel Haarder, kirkjumálaráðharri, og Jóg­ van á Lakjuni, landsstýris­ maður. Kór Glyvra kirkju undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð og Kingobólkurin úr Tjørnuvík sungu. Ein av limunum úr Kingobólki­ num, Jens Jensen greiddi eisini frá um kingosangin. Ólavur Jakobsen og Andrea Heindriksdóttir úr Aldu­ báruni spældu tvinni verk fyri guitar og tvørfloytu. Harafturat vóru tríggir stuttir fyrilestrar hildnir á hátíðarhaldinum. Jákup Reinert Hansen, sóknar­ prestur, røddi um føroyska málið og føroysku kirkjuna, og tað kom meira enn ta einu ferðina, at fólk flentu, tá prestur skemtiliga fortal­ di um orðaskiftið um føroyskt kirkjumál í goml­ um døgum. Jógvan Fríðriksson, sók­ narprestur, hevði fyrilestur um ta føroysku sjómans­ kirkjuna, og brúkti hann serliga tað maritima mynda­ mál at lýsa sítt evni. At enda fekk Hans Jacob Joensen, bispur, orðið, har hann greiddi frá um føroy­ skar bíbliutýðingar. M.a. umrøddi hann eitt av aðalmálunum við siðaskifti­ num um, at boðast skuldi á móðurmálinum. Í Føroyum varð tó ikki prædikað á móðurmálinum fyrr enn fleiri øldir seinni. Tó fingu vit heilar tvær týðingar av Bíbliuni. Eftir hátíðarhaldið varð døgurði á Føroya Tele fyri innbodnum. FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Yvirtøkan merkir ikki slit við ta donsku kirkjuna, stað­ festi danski kirkjumálaráð­ harrin á ólavsøku Bertel Haarder, kirkju­ málaráðharri, segði m.a. í røðu síni í Norðurlandahús­ inum, at yvirtøkan av kirkjuni ikki er eitt slit, men ein natúrlig gongd og byrjanin upp á at samstarva á ein nýggjan hátt. Hann rósti bæði teimum føroysku og donsku embætisfólkun­ um fyri fyrireikingarnar til yvirtøkuna, og lovaði, at danir fara at hjálpa føroy­ ingum við útbúgvingartil­ boðum, fundarvirksemi og serkunnleika til møguligar lærusakir, um slíkar skuldi komið fyri. Grundtvig fegnast Bertal Haarder skemtaði við at siga, at hann væntaði, at sjálvur Grundtvig sat uppi í himni og vælsignaði yvirtøk­ una, tí Grundtvig hevði longu í 1850’unum róð framundir, at føroyskt mál skuldi brúkast í kirkjuligum viðurskiftum. Kirkjumálaráðharrin vænt­ aði eisini, at I.C. Christenen vælsignaði yvirtøkuna úr himninum. Bertel Haarder vísiti á, at Christensen man eiga sín lut í í, at danska fólkakirkjan er skipað, sum hon er í dag, og í síni tíð fekk hann saman við føroysku fólkatingsmonnunum, Paturs­ son og Bærendsen, eitt kom­ promis um føroyskt kirkju­ mál. Hetta kundi Løgtingið annars ikki semjast um. Jóannes Eidesgaard metir, at kirkjan skal verða rúmlig og savnandi. Hann ivast tó í, um løgmaður skal hava sama leiklut í kirkjuni sum danski monarkurin FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo ­ Semjan millum politisku skipanina og kirkjuliga landslagið í Føroyum um ikki at fremja broytingar í sambandi við yvirtøkuna hevur helst verið orsøkin til, at almenna orðaskiftið um kirkjuna hevur verið tamt. Vit hava áður sæð, eitt nú á skúlaøkinum, at orðaskiftið gerst bæði livandi og viðkomandi, tá ið ábyrgdin fyri einum málsøki er okkara. Hetta segði løgmaður á hátíðarhaldinum í Norður­ landahúsinum. Hann segði seg vænta, at í komandi samgongum verður helst havt í huga, um avvarðandi landsstýris­ maður er limur í Fólka­ kirkjuni, hóast hetta sam­ bært stýrisskipanini ikki ber til at lógarfesta. Ikki sama leiklut sum drotningin Hinvegin segði Jóannes Eidesgaard seg ivast í, um tað er rætt, at tann grundlógartryggjaða støðan hjá danska monarkinum sum yvirhøvd í donsku kirkjuni skal flytast inn í føroyskt lógarsmíð. Hann vísti á, at kirkjan helst skal skipa síni viðurskifti sjálv. ­ Havandi í huga, at landsstýrismaðurin í menta­ málum – og í ávísan mun løgmaður – skulu umsita kirkjuligu lóggávuna í neyvum samráð við og hoyring av kirkjuligum pørtum, ivist eg í, um tað er rætt at flyta eitt søguliga treytað danskt grund­ lógarkrav um støðuna hjá monarkinum í eina nútíðar føroyska kirkjulóggávu. Hvørki landsstýrismaðurin ella løgmaður verða, og teir skulu heldur ikki verða, ein ovasti kirkjuligur leiðari, ið skal gera av trúar­ og læruspurningar, segði løgmaður. Fyri øll At enda segði løgmaður, at kirkjan í øldir hevur verið ein súla undir samfelagnum og eitt friðskjól, har føroyingar stillførir kundu rækja sítt trúarlív. ­ Fólkakirkjan hevur verið rúmlig og átt pláss fyri øllum. Tað er ta rúmligu fólkakirkjuna, ið vit nú hava flutt undir føroyskt málsræði. Mín vón er, at kirkjan framhaldandi fer at hava orku og dirvi at boða kristna boðskapin á ein livandi, viðkomandi og tíðarhóskandi hátt. Verður boðanarfrælsið nýtt til at spíska boðskapin, bjóða okkum av, eggja okkum til, seta spurnartekn við okkara sjálvgóðsku og regluliga minna okkum – kanska serliga okkum, ið sita í valdum umboði – á okkara skyldur mótvegis okkara medmenniskjum, fáa vit eina spennandi fólkakirkju, segði Jóannes Eidesgaard í sínari røðu. FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hans Jacob Joensen ávarar ímóti at løna kirkjutænarum í Føroyum. Hetta hevði helst ført við sær hægri kirkjuskatt. Umframt at røða um bíbliutýðingar, segði Hans Jacob Joensen, bispur, m.a. at hann hevur lagt dent í arbeiðinum við at gera nýggja føroyska bíbliutýðing, at hetta arbeiði skuldi vera ólønt. Hann vísti á, at hóast hann segði seg ivast í, um sjálvboðið arbeiði eisini fer at verða brúkt í føroysku kirkjuni í framtíðini, so segði hann seg vóna hetta. Í Danmark eru flest øll størv í kirkjuni lønt, meðan hetta í stóran mun er sjálvboðið í Føroyum. Bispur vísti á, at ein samanbering frá 1994 vísti, at stórur munur er á kirkjubúskapunum í Føroy­ um og Bornholm – tvey øki, ið annars eru lík í fólkatali. Á Bornholm eru umleið 20 kirkjur, meðan eini 60 kirkjur eru í Føroyum. Burtursæð frá prestalønum og kirkju­ garðsútreiðlsum, vórðu einar 12 milliónir krónur nýttar til kirkjuna á Bornholm í 1994, meðan kirkjan í Føroyum kostaði 700.000 krónur í sama tíðarskeiði. Hans Jacob Joensen vísti á, at tað lutfalsliga eru 3,5 ferðir so nógvar kirkjur í Føroyum enn í Danmark, og tí kann hugsast, at útreiðslurnar til lønir høvdu verið 3,5 ferðir so høgar, um alt kirkjutæanaraarbeiði var lønt í Føroyum. Hetta hevði ivaleyst viðført hægri kirkjuskatt, og hesum ávaraði bispur ímóti. Jógvan á Lakjuni og Bertel Haarder skrivaði undir samstarvsavtalu og tóku lógvatak í Norðurlandahúsinum Kirkjan yvirtikin Rúmlig kirkja Nýtt samstarv Sjálvboðin starvsfólk