mánadagur 30. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 144 - 30. juli 2007
Einki óvæntað úrslit
kom í teimum sjey
FM-róðrunum á
ólavsøku, og tí kundu
allir FM-vinnararnir
eisini rópa seg
ólavsøkuvinnarar, tá
síðsti kappróðurin á
árinum var komin at
enda
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Spenningurin hevur ikki
altíð verið so stórur í kapp
róðrarárinum, sum júst er
komið at enda. Undan ólav
søkuróðrinum vóru flestu
føroyameistararnir funnir,
og tí vóru helst nógv sum
hugsaðu, at her var einki at
koma at hyggja eftir.
Soleiðis er tó ikki við
ólavsøkuróðrinum, tí har
kann alt nevniliga henda.
Hetta er síðsti møguleikin
hjá øllum manningunum at
vísa, hvør dugur er í teim
um, og tí verður nógv lagt
fyri hjá øllum manningum.
Ólavsøkuróðurin
í
ár
lagaði seg tó soleiðis, at allir
FMvinnararnir eisini megn
aðu at vinna á ólavsøku, men
spenningurin var tó stórur í
fleiri av róðrunum.
Hvassi kom undan
hóttanini
5mannafør við gentum
løgdu fyri í ólavsøku kapp
róðrinum, men tað tóktist
heldur tungt hjá meistarun
um umborð á Hvassa fyrsta
partin av málinum. Tað var
nevniliga Drekin, sum fekk
bestu byrjanina, og kapping
in um fyrsta plássi var ser
liga hørð við Tambar.
Tá bátarnir komu inn um
molan, kom gongd á Hvassa.
Fyrst tóku bæði Hvassi og
Tambar Drekan, og í enda
spurtin vístu tær á Hvassa,
hví tær eru verdugir meistar
ar. Tær fóru nevniliga eisini
fram við Tambar, og so
vunnu tær bæði ólavsøkuna
og meistaraheitið í ár.
Jarnbardur
aftur ovast
Í næsta róðrinum settu kvinn
urnar umborð á Jarnbardi
trivaligt punktum fyri róðrar
árinum. Tær vunnu enn ein
tryggan sigur á ólavsøku, og
tí megnaðu tær sum fyrsta
manningin í ár at vinna allar
sínar róðrar.
Á ólavsøku var eingin
spenningur í róðrinum hjá
6mannaførum við kvinn
um, tí Jarnbardur var enn
einaferð
langt
fremst.
Úrslitini fyrr í ár og frá róðr
inum á ólavsøku staðfesta,
at eingin sum helst spenn
ingur hevur verið í kapping
ini hjá 6mannaførum við
kvinnum.
Sílið setti trumf á
Eftir sannførandi sigurin hjá
Jarnbardi var tíðin komin til
5mannaførini hjá kvinnum.
Undan
ólavsøkuróðrinum
var munurin frá Sílinum og
aftur til Ørnina 7 stig, og tí
var meistaraheitið í roynd
og veru avgjørt.
Sílið megnaði tó at fara
avstað við øllum, tá tær
settu trumf á á ólavsøku.
Sílið fekk góðan start, og
síðani stýrdu tær róðrinum
allan vegin á mál. Ørnin
royndi nakrar ferðir at bjóða
av, men har var einki at
gera, tí henda dagin var
Sílið bara sterkari. Í enda
spurtinum lótu tær heldur
ongan iva vera um úrslitið.
Sundabáturin
tók alt gullið
Sundabáturin sveik ikki trú
føstu stuðlarnar, sum alt
summar hava ferðast saman
við
6mannafarinum
úr
Norðdepli og Hvannasundi.
Sundabáturin vann nevni
liga á Ólavsøku og legði
harvið henda sigurin afturat
FM sigrinum, sum teir
longu
frammanundan
høvdu tryggjað sær.
Jarnbardur
legði
seg
annars beinanvegin á odda.
Fyrsta teinin framvið mol
anum fylgdust Jarnbardur
og Sundabáturin stavn um
stavn, men so glapp. Sunda
báturin legði seg á odda, og
í endaspurtinum var tað
bara ein spurningur um,
hvussu dyggur sigurin hjá
meistarunum fór at verða.
Kappingin
um
annað
plássið gjørdist sera spenn
andi, men her megnaði
Knørrur at halda tørn,
meðan Strálan mátti taka til
takkar við triðja plássinum.
Gull til Vestmanna
Einasti kappingin, sum ikki
var endaliga avgjørd undan
ólavsøkuni, var kappingin
hjá
5mannaførum
við
dreingjum, men har skuldi
Havfrúgvin bert hava tvey
stig fyri at tryggja sær FM.
Tað var tó Sílið, sum fekk
besta startin, og teir megn
aðu at halda Havfrúnni aft
an fyri seg at kalla allan
vegin. Eitt skifti var ein
bátslongd á muni, og tá bát
arnir fóru undir endaspurtin,
var Sílið enn á odda, men
so glapp.
Í endaspurtinum vístu
dreingirnir umborð á Hav
frúnni sera góðan vilja, og
á málinum vóru teir bert
skutin framman fyri Sílið,
sum sostatt mátti taka til
takkar við silvurkrúnunum
í bæði FM og á ólavsøkuni,
meðan Havfrúgvin vann
gull í báðum.
Heiðabáturin er
fantastiskur
Kappróðrarfelagið NSÍ er á
mannfólka síðuni einaráð
andi í størru bátunum.
Heiðabáturin hevði undan
ólavsøkuróðrinum vunnið
allar róðrarnar í stórum
stíli, hóast teir ikki hvørja
ferð hava verið fremstir
beinanvegin.
Í dag var tað eisini Argja
báturin, sum fekk bestu
byrjanina, men tað gekk
ikki long tíð, fyrrenn Heiða
báturin fór fram við teim
um, og so hugdu teir ongan
tíð aftur um bak. Teir bara
øktu um leiðsluna niður til
bæði Argjabátin og Árn
firðing, og at enda vunnu
teir ein trivaligan sigur. Við
sigrinum tryggjaðu teir sær
bæði sigur í FMkappingini
og í ólavsøkuróðrinum.
Mynstra av við
nógvum gulli
Enn eitt framúr avrik hjá
Eysturoyingi setti punktum
fyri ólavsøku kappróðurin
og harvið róðrarárið 2007.
Undan ólavsøku høvdu
fleiri av royndu rógvarunum
umborð á Eysturoyingi latið
skilt, at teir ikki fara at
halda fram, og í dag góvu
teir
sær
sjálvum
góða
avmynstringar
gávu.
Umframt FM gull og steyp
hava teir vunnið gull og
steyp á Ólavsøku.
Eysturoyingur var fremst
ur beinanvegin. Vestmenn
ingur, sum alt summar trú
fast hevur roynt at elt gula
bátin, var aftur hesa ferð
næstbestur. Eina løtu tóktist
tað sum um, at munurin
skuldi gerast meiri enn ein
bátslongd, men Vestmenn
ingur vildi ikki sleppa, og á
málinum var munurin ein
stór hálv bátslongd.
Havnarbáturin var eisini
við í róðrinum, men teir
endaðu langt aftan fyri
bæði Eysturoying og Vest
menning.
FM-vinnarar vunnu eisini á ólavsøku
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Heiðabáturin hevur verið púrasta einaráðandi hjá áttamannaførunum. Og eisini á ólavsøku vann guli báturin sín róður
Mynd: Álvur Haraldsen