Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 144 - 30. juli 2007 Málreinsarar eru í so skjótir at harta onnur málsliga. Tó var tað ikki fyri málreinsan, var føroyskt als ikki til sum mál. Hetta vóru nøkur av sjónarmiðunum, ið komu fram á kjakfundi í Miðlahúsinum fríggjadagin Nýggj bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Onkur var hvassari í sínum orðalagi, enn onnur í kjak­ inum, tá nýggja bókin »Føroya mál á manna munni« hjá André Niclasen varð løgd fram í Miðlahús­ inum fríggjadagin. Nýggja bókin er ein av fáu skipaðu royndunum at finnast at førda málpolitikkinum í Føroyum. Fótbóltsdystir á kvæðamáli Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær í Miðlahúsið, og nógv ymysk sjónarmið komu fram á fundinum. Niðurstøðan tóktist tó at vera, at málreinsarar skulu ikki hava loyvi at spilla málið og spælið fyri onnur, ið hava hug at taka til orðanna á føroyskum. Tá hetta kortini hendir, kemst tað av, at fyri málreinsarar er málið eitt ynskimál, sum teir við órætti hava tikið sær definitiónsrættin uppá, staðfesti Dan R. Petersen, limur í málfelagnum, ið var ein tann fyrsti at taka orðið. Dan R. Petersen, byrjaði annars við at takka útgevar­ arnum fyri, at teir høvdu torað at koma við eini so politiskt ókorrektari bók, sum »Føroya mál á manna munni.« Umframt at staðfesta, at bókin er fakliga væl grund­ að, fegnaðist Dan R. Peter­ sen um, at hon er eyðkend av einum flógvum humori, sum ikki er vanligur í bók­ um um málrøkt. ­ Málrøkt er vanliga drep­ andi keðiligur lesnaður, og málrøktarar eru ikki skemt­ arar, segði Dan Petersen, og legði afturat, at málreinsan botnar í undirlutakenslu, sum førir til happing av teimum, sum ikki málbera seg »rætt«. ­ Vanliga meta vit happing vera ein óskikk, men máls­ lig happing, sum tekur sjálvsálitið frá fólki, er eftir øllum at døma loyvd, segði Dan R. Petersen. Hann undraðist á, at mál­ reinsan stórt sæð bara hevur snúð seg um orð og bendingar – sera sjáldan um stíl. Í hesum viðfangi nevndi hann, at skulu vit akta málreinsarnar, so endar tað við, at fótbóltdystir verða útvarpaðir á kvæða­ máli. Hartil væntaði hann, at um føroyskir journalistar nú skulu út á Setrið til málsliga sandblásing, so verður úrslitið, at lesararnir fella frá og bløðini fara á heysin. Humor ella happing? Eftir framløguna hjá Dan R. Petersen, vóru mong, ið ynsktu at fáa orðið. Millum onnur var ein kvinna, sum vildi vita, hvussu humorin í bókini serliga kom til sjóndar. Onkur, ið hevði lisið bók­ ina vildi vera við, at stutt­ leikin í bókini stendst av, mátanum høvundurin happ­ ar málreinsarar. Regin Eikhólm, ið hevur lagt bókina til rættis saman við André Niclasen, helt ikki, tað var rætt at siga, at høvundurin happar nakran. ­ Heldur hartar hann sjálv­ uppgjørdar málreinsarar, ið eru farnir ov langt, segði Regin Eikhólm. Dan R. Petersen var samd­ ur í, at høvundurin ikki happar, men heldur nevnir stuttlig dømi, sum kunnu standast av klossutum mál­ smíði. Sum dømi nevndi hann, at brádliga skuldu vit ikki siga ’brúka’ longur men ’nýta’. Tað fekk André Niclasen at spyrja, um vit nú kunnu vænta at síggja eina lýsing, ið sigur. »Keyp eitt nýtt køliskáp – tað er bíligari!« Allir málreinsarar ikki eins Millum áhoyrararnar var tó onkur, ið gjørdi vart við, at ikki er rætt at skera allar málreinsarar yvir ein kamb. Havandi í huga, hvussu ússaligur málburðurin í fjøl­ miðlunum ofta er, helt hesiwn áhoyrarin tað vera neyðugt, at onkur talar at. Ein annar áhoyrari var skjótur at tríva í meir hóvliga tráðin, kjakið fekk hesa løtuna. Hann minti á, at orsøkin til at André Niclasen og onnur í dag kunnu illneistast inn á málsliga reglur, er, at tað einaferð vóru nøkur, ið royndu at bjarga okkara máli. Høvdu vit havt sama hugburð fyri 100 árum síð­ ani, at øll málreinsan var av tí ónda, høvdu vit ikki havt megnað at bjarga føroyska málinum. Málrøkt ella málslig happing - Hvussu ber tað til, at tað er loyvt at siga professari, meðan tað er bannað at siga kompressari?, spurdi Dan R. Petersen. Vit spyrja og spyrja, men fáa ongi svar, legði hann afturat Úr bókini: »Tann harðliga málreinsingin kann føra til sín mótsetning. Verulig røkt av føroyskum nú er ikki at lúka og sensurera og einsrætta, men at lata grógva og trívast og hjúkla um – og vegleiða, tá tørvur er. Tann puristiska einsrættingarkósin, sum nú verður stýrd, er ein ólukka fyri føroyska málrøkt. At røkja føroyskt er at bjarga tí undan at reinsast og bronglast og kvalast í tí íslendska korsettinum, sum nú verður rubbað um tað. Hugsa vit okkum, at studentarnir Hammershaimb, Jakobsen, Long og Matras í dag høvdu latið seg eksaminera á Fróskaparsetrinum, so dumpaðu teir kanska ikki. Teir høvdu ikki verið skýrdir sibbar og málsvíkar, men teir høvdu fingið nógvar reyðar strikur og hvøss og fordømandi eygnabrá frá teimum, sum nú hava átikið sær at stýra føroyskum.« André Niclasen, Føroya mál á manna munni – móðurmálið og málrøkt, s. 34-35, Læribókaforlagi, 2007 Fólk vóru skjót at ogna sær bókina, ið er ein av fáu skipaðu royndunum at finnast at førda málpolitikkinum í Føroyum