Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 144 - 30. juli 2007 Fimm tey seinastu árini hevur verið ein vøkstur at sæð í grønlendsku toskastovnunum, og hóast hetta skapar eina ávísa optimismu, ávara fiskifrøðingar ímóti at gleða seg ov tíðliga. Fiskiskapurin er framvegis á so lágum støði, at tað bert er á hædd við vánaligastu árini síðani 1924, skrivar Grønlandsposten STOVNSRØKT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Alt meðan fiskifrøðingar um okkara leiðir bara gremja seg um minkandi toskastovnar, er støðan hin beint øvugta í Grønlandi. Har eru stovnarnir í vøkstri í løtuni, og hava verið tað í eini fimm ár nú. Tað staðfesta fiskifrøðing­ arnir Holger Hovgård, Helle Siegstad og Anja Retzel, ið øll starvast við Grønlands Naturinstitut. Síðani byrjanina av 90­ árunum hevur toskur næst­ an ikki verið til við grøn­ lendsku strendurnar og í grønlendskum sjógvi yvir­ høvur. Men seinastu um fimm árini hevur ein støð­ ugur vøkstur verið at stað­ fest í fiskiskapinum innan­ skers, eins og ein vøkstur kann staðfestast í gýtingar­ stovninum av stórum toski í Eysturgrønlandi. Hartil vísa kanningar eisini ein lutfals­ liga stóran 2003 árgang av toski uttanskers, og hetta er fyrsti stóri árgangur síðani miðskeiðis í 1980­unum. Fiskifrøðingarnir vísa kortini á, at í søguligum samanhangi eru stovnarnir framvegis ógvuliga smáir. Søgan hjá toskafiski­ skapinum við Grønland er í stuttum henda: Handilsligur fiskiskapur eftir toski byrjaði umleið 1910, og næstu tjúgu árini breiddu fiskakeyparar seg heilt frá Kappanum og norð­ ur í Diskovíkina. Veruliga frambrotið kom tó í 1924, tá norðmenn funnu stórar toskatorvur á bankunum í Vesturgrønlandi, og fiski­ skapurin vaks skjótt upp í 100 túsund tons um árið fram til seinna verðaldar­ bardaga. Eftir kríggið tók fiski­ skapurin seg so veruliga upp, og bestu árini – 1950 til 1967 – varð fiskað meiri enn 400 túsund tons av toski við Grønland. Men síðani minkaði veiðan mun­ andi, frá 430 túsund tonsum í 1967 niður í 114 túsund tons í 1970. Minkingin helt fram, og fiskiskapurin varð grundaður á einstakar góðar árgangir. Seinasti munandi árgangurin var í 1984, og hesin varð fiskaður seinast í 80­árunum. Frá 1986 fram til 2002 vóru árgangirnir ógvuliga smáir og uttanskers fiski­ skapurin steðgaði heilt, meðan innanskers bert varð veitt minni enn túsund tons í árunum 1998 til 2000. Ikki síðan áðrenn 1924 hev­ ur fiskiskapurin verið so lítil av toski. Tríggjar stovnar Tá tosað verður um toska­ fiskiskap undir Grønlandi, er talan um tríggjar ymiskar stovnar. Tann fyrsti er grøn­ lendski bankastovnurin, sum søguliga er hin mest týðandi. Hann gýtir uttarliga á bankunum í Eystur­ og Suðurgrønlandi. Rogn og sil reka við streyminum í fýra til seks mánaðir, áðrenn yngulin tekur botn á bank­ unum í Vesturgrønlandi. Hesin parturin av stovninum bleiv næstan oyddur, men sæst nú aftur á bankunum í Eysturgrønlandi. Næsti stovnurin er íslendskur og gýtur í ein útsynning úr Íslandi, og rogn og sil fara við streym­ inum til økini norðanfyri Ísland, har yngulin tekur botn. Ein partur fer tó við Irmingarhavsstreyminum móti Grønlandi, har hann tekur botn í ein landsynning og ein útsynning úr Grøn­ landi. Summi ár er talan um munandi mongdir. Uttan­ skers fiskiskapurin í 1970­ unum og ’80­unum var grundaður á íslendska stovn­ in. Verandi góði 2003­ árgangurin verður mettur at vera íslendskur. Innanskers grønlendsku stovnarnir eru triði parturin, sum serliga finst í firðunum millum Paamiut og Sisi­ miut. Talan er um fleiri smærri stovnar, sum í høv­ uðsheitinum gýta langt inni í firðunum, eitt nú við Kapi­ sillit í Nuuk­fjørðinum og í Ikertoq, sunnanfyri Sisi­ miut. Í fiskiskapinum hava hesir stovnar minstan týdn­ ing, tó at veiðan vaks úr minni enn túsund tonsum 2000 til sjeytúsundfimm­ hundrað tons í 2006. Toskurin ferðast tó mill­ um økini uttanskers og innanskers, tað vísa merkingar av toski. Hesar vísa eisini, at ein stórur part­ ur av íslendska stovninum ferðast aftur til havøkið við Ísland, tá teir sjálvir eru kynsbúnir. ICES varið Tað er sostatt eingin ivi um, at stovnurin av toski við Grønland er størri í dag enn hann var í 90­unum, og tað umfatar allar tríggjar stovn­ arnar. Men sæð í søguligum viðfangi eru stovnarnir tó framvegis smáir. Seinastu útrokningarnar hjá ICES, sum eru frá mai í ár, meta støddina á stovnin­ um at vera tað minstu yvir­ høvur, mett við stovnarnar í tíðarskeiðinum 1924 til 1991. Tilmælið hjá ICES frá juni í ár fyri toskafiskiskapin er framvegis, at eingin bein­ leiðis toskafiskiskapur verð­ ur, fyri at geva stovninum bestu umstøður at vaksa aftur. Vart verður gjørt við, at eingin uttanskers fiski­ skapur hevur verið seinastu fimtan árini, eins og væl av stórum gýtandi toski finst á avmarkaðum økjum norðan fyri 63° N. ICES mælit tí til, at friðað økið norðan fyri 63° N. Hesum tekur Grønlands Naturinstitut undir við, sam­ stundis sum mælt verður til, at halda vakið eyga við gongdini. GN ávarar annars móti ov stórari optimismu og sig­ ur, at enn er eingin orsøk til at gera óumhugsaðar íløgur í hvørki fiskifartoy ella framleiðslutól á landi. Grønlendski toskastovnurin í vøkstri Stakk sonin Ein 65­ára gomul kvinna og 39­ára gamli sonur hennara vaknaðu við kaldan dreym, tá onkur breyt inn í íbúð teirra í Bellahøj í Keypmannahavn náttina til mánadag. Maðurin varð álopin av eitt ár yngri beiggja sínum við einum gassa, og mamman gjørdist so skelkað, at hon fór út í køkin eftir einum knívi og stakk yngra son sín í bringuna. Knívurin rakti bringubeinið, og sonurin fekk tí ikki álvarsligt mein, men báðir synirnir máttu á sjúkrahúsið og mamman mátti fáa sálarhjálp. Løgreglan ætlaði at ákæra mammuna fyri drápsroynd, men slepti hesi ætlan. Hinvegin verður sonurin, sum breyt inn, ákærdur. Manan endaði við deyða Tað gekk harðliga fyri seg, tá ein abbi manaði illar andar úr trý ára gomlu abbadóttur síni í statinum Arizona í USA. 49­ára gamli Ronald Marquez hevði víðgirt seg í kamari sínum og tók kvælaratak á lítlu gentuna til tess at reka illar andar úr henni. Mamma gentuna og ein systir hennara vóru eisini í kamarin­ um, tá løgreglan kom á staðið, og tær sungu átrúnaðarligar sangir, meðan mananin fór fram. Løgreglan mátti nýta streympistól fyri at fáa mannin at sleppa abbadótrini, og hand­ tøkan endaði við, at maðurin doyði og lív fekst ikki í hann aftur á sjúkrahúsinum. Hóast toskastovnarnir seinastu fimm árini hava verið í vøkstri, eru teir ikki enn komnir uppá minsta støðið samanborið við tíðarskeiðið frá 1924 til 1967, tá fiskiskapurin var uppá tað mesta