Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 30. juli 2007 19 tíðindi siðvenju og nýbrot Onkur av ítróttarfólkunum hevði fingið sær nýtt hár til dagin. Nýggi presturin í Klaksvík, Magnus Brahè Jørgensen, helt fyrstsu ólavsøkuprædikuna í yvirtiknu føroysku kirkjuni. Gudstænastan fylgdi tó siðbundna leistinum, har millum annað Kingokórið úr Tjørnuvík sang Føroyski búnin er framvegis líka væl umtóktur. Bæði børn, foreldur og ommur og abbar vóru ílætin stásiliga tjóðarbúnan. Stórsta og mest siðbundna hátíðarløtan á Ólavsøku er uttan iva skrúðgongan millum kirkju og løgting. Henda fyrsta Ólavsøkan við yvirtiknari føroyskari kirkju var eisini tann seinasta við Hans Paula Joensen sum bispi. Stúgvandi fult av fólki var komið saman at hyggja eftir skrúðgonguni, at lurta eftir Ólavsøkukórinum og at hugna sær og práta við vinir og kenningar. Danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Harder, var saman við fylgi komin til Føroya at undirskriva samstarvsavtalu við føroyska landsstýrið. Her prátar hann við bisp uttan fyri løgtingi í góðveðrinum sunnumorgunin. Føroyski mannfólkabúnin var væl umboðaður í løgtinginum á Ólavsøku. Hetta er síðsta Ólavsøka hjá hesum løgtinginum og hesari samgonguni. Ársins ólavsøkuframsýning, Slóarblóð, fylgdi ikki siðvenjuni. Nýggir fyrireikarar høvdu avmarkað luttøkuna til listafólk millum 18 og 30 ár, og myndirnar á blóðreyðu veggunum ímyndaðu ikki siðbundna føroyska landslagi.