mánadagur 30. juli 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 144 - 30. juli 2007 ]
Jarnbardur hevur
vundið burtur úr
hinum bátunum
hjá 6-mannaførum
við kvinnum í ár,
og í hvørjum róðri
hava tær verið
langt framman fyri.
Meistaraheitið í ár
er eisini tað 10. tey
seinastu 17 árini, og
harafturat megnaði
róðurskvinnan,
Jannie Dam Jacobsen,
at vinna sín róður
nummar 50 á
ólavsøku
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyrsta bátsmanningin, sum
kom ósigrað ígjøgnum júst
farna
kappingarár,
var
kvinnumanningin umborð
á 6-mannafarinum Jarn-
bardi, sum vann allar sínar
róðrar sera sannførandi.
Fyrstu róðrarnar á árinum
var risastórur munur niður
til næstu bátarnar, meðan
serliga Kollfirðingur royndi
at geva kvinnunum umborð
á Jarnbardi kapping næsta
stevnurnar.
Sjálvt
um
úrslitini hjá Kollfirðingi
blivu
betri
og
betri,
somegnaðu kvinnurnar á
Jarnbardi tó at skúgva alla
mótstøðu til viks á hvørjari
stevnu.
Á vestanstevnu fyri góð-
um tveimum vikum síðani
vann Jarnbardur enn ein
sannførandi sigur, og eftir
henda sigurin kom fram, at
Jannie Dam Jacobsen, sum
hevur verið róðurskvinna
umborð á Jarnbardi síðani
1996, vann sín FM-sigur
nummar 49, og tí bíðaðu
nógv í spenningi til ólavsøk-
una, tá sigur nummar 50
væntandi fór at koma.
Jarnbardur hevur
vunnið alt
Jarnbardur hevur eisini eina
glæsiliga søgu aftan fyri
seg. Í 1991 – árið eftir at
báturin bleiv bygdur – vann
Jarnbardur sítt fyrsta før-
oyameistaraheitið, og bæði
í 1992 og í 1993 endurtóku
tær bragdið. Uttan endiliga
at vita tað løgdu kvinnurnar,
sum tá róðu við Jarnbardi,
lunnar undir eina fantastiska
tíð hjá einum av mest vinn-
andi bátum í landinum.
Næstu
árini
megnaði
Jarnbardur ikki at liva upp
til tey trý meistaraheitini,
sum komu í hús fyrst í 90-
árunum, men árið 1996
gjørdist tó byrjanin til enn
eitt gott tíðarskeið hjá Jarn-
bardi. Hetta árið blivu tær
nummar tvey í FM-kapp-
Ólavsøkuaftan vann
róðurskvinnan á
Jarnbardi, Jannie
Dam Jacobsen, sín
50. stevnusigur, og
mamman var ógvu-
liga stolt av dóttrini.
– Ja, hetta er øgiliga
gott, og eg eri líka
stolt av henni hvørja
ferð
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað er eingin ivi um, at
nógvir rógvarar í landinum
munnu hava nógv sera flott
avrik og nógvar sigrar at
vísa aftur á, men ólavsøku-
aftan leygardagin megnaði
róðurskvinnan umborð á
Jarnbardi, Jannie Dam Jac-
obsen, sum tann fyrsta í før-
oyskari rógving at røkka 50
stevnusigrum, og hetta má
metast at vera eitt satt
bragd.
Jannie byrjaði at rógva
við Jarnbardi í 1996, og
líka síðani hevur hon verið
fastur fúsur umborð á Jarn-
bardi. Hetta hevur á hesi
12 árini ført sjey meistara-
heitið og 50 stevnusigrar
við sær.
Eftir róðurin á ólavsøku,
har Jarnbardur vann ein
sannførandi sigur, fingu v
it orðið á Jannie og mamm-
una, Shirley.
Jannie var sjálvandi sera
fegin um bæði sigurin á ólav-
søku og um FM-heitið, og
hon var eisini ógvuliga fegin
um at røkka 50 sigrum.
- Tað er ræðiliga stuttligt
at fáa at vita tað, at man er
mest vinnandi rógvari í
Føroyum. Eg visti faktiskt
ikki sjálv av hesum, fyrr-
enn eg hoyrdi tað frá ein-
um blaðmanni eftir vestan-
stevnuna, sigur Jannie.
Jannie var tó ikki tann
einasta, sum gleddist um
sigurin í ár og um teir 50
stevnusigrarnar.
Mamma
hennara, Shirley, var eisini
ógvuliga glað og stolt av
dóttrini.
- Eg eri øgiliga stolt av
dóttrini. Eg plagi at vera
við til hvørja einastu
stevnu, so eg eri eisini rætt-
iliga spent, sigur Shirley.
Hon sigur tó víðari, at
hon kanska ikki hevur við
heilt frá byrjan av, men eg
haldi tað vera ægiliga flott
at hon hevur vunnið 50
ferðir.
- Eg var kanska ikki við
til allar stevnurnar heilt
frá byrjan av, men tú hyggi
eg hvørja ferð. Eg haldi
eisini, at tað er ótrúliga
flott av henni, at hon hevur
klárað at vunnið 50 ferðir,
og tað skal ikki vera nakar
ivi um, at eg eri líka stolt
av henni hvørja ferð, sigur
mamman at enda.
Við sigrinum á ólavsøku
hevur Jannie rokkið einum
fantastiskum tali av sigr-
um, og tí verður spennandi
at síggja, um hon fer at
halda fram at rógva, ella
um hon ætlar at steðga við
teimum 50 sigrunum, sum
hon longu hevur tryggjað
sær.
Jarnbardur er f
Tað er ræðuliga stuttligt at fáa at vita, at man er mest vinnandi rógvarin í Føroyum, segði róðurskvinnan umborð á Jarnbardi, Jannie Dam Ja
Øgiliga
stolt av
dóttrini
HB-dreingir til Danmark
Í døgunum 31. juli til 6. august fer eitt smádreingjalið hjá
HB til Keypmannahavnar at luttaka í elitukappingini KB
Cup. Kappingin er fyri innboðin lið, og umframt HB taka
eitt nú KB, Brøndby, FC Midtjylland, OB Malmø FF lut.
HB-smádreingirnir skulu búgva hjá KB alla tíðina, og tíð
verður eisini til venjing.
Fótbóltsfrøi í Irak
Rættiliga óvæntað er Irak vorðið asiatiskur meistari í
fótbólti. Tað hendi í gjár, tá Irak og Saudiarabia spældu
finaluna í indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta. Úrslitið
varð 1-0 til Irak. Sigurin fekk fleiri túsund irakar út á
gøturnar í Bagdad at fagna landsliðnum, og hesa løtuna
gloymdu fólk bumbur og annan yvirgang, skriva
tíðindeastovurnar.