mánadagur 30. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 144 - 30. juli 2007 ]
ingini aftan fyri Hvessing,
og hetta var eisini árið, tá
Jannie Dam Jacobsen og
Eivy Olsen fyri fyrstu ferð
vóru at finna umborð á
Jarnbardi.
Árið eftir, í 1997, vann
Jarnbardur aftur meistara
heitið, og síðani er tað
blivið til seks meistaraheitið
og eina ørgrynna av sigrum,
og øll hesi árini hava bæði
Jannie og Eivy verið við at
manna bátin við undantaki
av 1998, tá Eivy ikki var
við.
Jannie fekk sín
50. sigur
Tey, sum høvdu bíða spent
eftir
50.
sigrinum
hjá
Jannie, fingu tað, sum tey
komu eftir, tí Jarnbardur
vann sum áður sagt enn ein
sannførandi sigur á ólav
søku. Sostatt náddi Jannie
sum tann fyrsti rógvarin í
Føroyum yvirhøvur at vinna
50. stevnusigrar, og hetta
má metast at vera sera
flott.
Eftir róðurin funnu vit
fram til manningina umborð
á Jarnbardi, og har fingu vit
eisini orðið á Jannie sjálva,
og hon var ómetaliga glað
fyri teir sjey sigrarnar í ár
og FMheitið.
Hetta var bara super, og
tað kundi snøgt sagt ikki
verið betri, var tað fyrsta,
sum stolta róðurskvinnan
segði.
Hon helt tað eisini vera
nokk so serligt at vinna 50.
stevnuna.
Ja, hetta er ræðuliga
stuttligt at fáa at vita, at
man er mest vinnandi í Før
oyum.
Annars er vert at leggja
afturat, at Eivy Olsen, sum
byrjaði umborð á Jarnbardi
í 1996 saman við Jannie,
hevur vunnið 48 stevnusigr
ar, tí hon var ikki við á bát
inum í 1998, tá tær vunnu
tvær bygdastevnur.
Fleiri av monnunum
umborð á Eysturoy
ingi hava boða frá,
at teir gevast eftir
hetta kappingarárið,
og endin hjá teimum
kundi sostatt ikki
verið betri
KAPPRÒÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eysturoyingur hevur verið
eitt av fremstu 10manna
førunum nógvu tey síðstu
árini, og aftur í ár høvdu
teir vunnið sannførandi á
hvørjari stevnu undan ólav
søkuni.
Og
ólavsøkuróðurin
bleiv einki undantak í so
máta,
tí
Eysturoyingur
vann enn einaferð rættiliga
trygt, sjálvt um Vestmenn
ingur gjørdi alt fyri at
royna at trýsta teir umborð
á Eysturoyingi.
Fleiri
av
monnunum
umborð
á
Eysturoyingi
høvdu undan ólavsøkuni
boðað frá, at hetta gjørdist
teirra síðsti róður – í øllum
førum á hesum sinni – og tí
var spennandi at fylgja við,
um teir fóru at fáa væntaða
sigurin. Teir, sum ætla sær
at gevast, fingu sigurin,
sum teir sjálvandi høvdu
ynskt sær, og hetta gjørdist
sostatt endin hjá hesari
manningini á Eysturoyingi.
Fólk, sum fylgja væl við
Eysturoyingi, nýtast tó
ikki at vera bangin fyri
framtíðini hjá flaggskipin
um inni í Runavík, tí mann
ingin umborð á Heiðabát
inum hevur bæði væl og
virðiliga víst, at nógvir
góðir mans standa klárir at
taka við umborð á Eystur
oyingi.
Eftir síðsta róðurin á
árinum fingu vit orðið á
Livar Nysted, sum rør við
Eysturoyingi, og hann var
sera glaður um árið.
Hetta er veldugt. Eg
haldi, at hetta man vera
fyrsta ferðin leingi, at nak
að 10mannafar hevur vunn
ið allar róðrarnar í einum
ári.
Vestmenningurin hevur
tikið seg øgiliga nógv fram
síðstu róðrarnar, og róðurin
í dag var eisini rættiliga
spennandi og harður. Tað
er tó sera týdningarmikið
at vinna ólavsøkuróðurin,
og eg haldi, at vit róðu ein
sera góðan róður í dag, og
við hesum eydnaðist okk
um eisini at vinna ólav
søkuróðurin, segði Livar
Nysted at enda.
Við sigrinum á
ólavsøku vann
Heiðabáturin allar
sínar róðrar í ár,
og bátsformaðurin
var sum vera man
væl nøgdur. – Tað
kundi ikki gingið
betur, men tað kom
óvæntað á okkum, at
tað skuldi ganga so
væl
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heiðabáturin hevur verið í
einum flokki fyri seg hjá
8mannaførunum í ár, og
sum ein av trimum bátum
hevur Heiðabáturin megna
at vunnið allar sínar róðrar
hetta kappingarárið.
Gula 8mannafarið hjá
runavíkingum hevur ikki
bert vunnið allar sínar róðr
ar í ár. Teir hava nevniliga
vunnið rættiliga sannfør
andi á øllum stevnunum,
og tað er júst av hesi orsøk,
at teir ólavsøkuaftan stóðu
sum vinnarar í bæði FM
kappingini og av ólavsøku
róðrinum.
Eftir róðurin á ólavsøku
fingu vit orðið á Sámal
Einarsson, sum er bátsfor
maður umborð á Heiða
bátinum, og hann var sum
vera man fegin um góða
úrslitið í ár.
Tað kundi ikki gingið
betur, men tað kom tó
óvæntað á okkum, at tað
skuldi ganga so væl, sigur
Sámal.
Hann helt eisini, at mann
ingin umborð á Heiða
bátinum hevur dugað væl
at hildið høvdið kalt í
avgerandi løtum.
Vit hava havt góðar
royndir í at koma fram um
beinan vegin í ár, og tí
hava vit eisini dugað væl
at hildið høvdið kalt í
gjøgnum árið, tá vit eru
komnir fram um.
Hann helt ikki, at tað var
so lætt at rógva róðurin á
ólavsøkuni.
Tað var rættiliga ófanta
ligt at byrja við, og tað var
ringt hjá róðursmanninum
at siga okkum, hvussu
støðan var. Tá vit komu
inn um molan gjørdist tó
betri at rógva, og tá gekk
alt nógv betri hjá okkum.
At enda staðfesti Sámal
ein stórsmílandi bátsfor
maður, at hetta kundi ikki
verið betri.
Sjey gullheiðursmerki
og
eitt
meistaraheitið.
Hetta kundi ikki verið bet
ur hjá okkum.
Endaðu við enn
einum gullið
– Tað kundi ikki
gingið betur
fantastiskur
acobsen, tá hon við sigrinum á ólavsøku vann sína 50. FM-róður
Mynd; Álvur Haraldsen
Einki ólavsøkulag í Keflavík
Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen og liðfelagar hansara taptu ólav
søkuaftan 32, tá ið teir vitjaðu oddaliðið FH á Hafnafirði. Støðan í hálv
leikinum var 22, og fyritreytirnar hjá Keflavík tóktust vera góðar, tá ið
Sverrir Garðarsson á heimaliðnum longu í 34. minutti sá reyða kortið.Longu í
6. minutti legði Keflavík seg á odda. FH javnaði tveir minuttir seinni, og í 20.
minutti var FH á odda. Ellivu minuttir undan steðginum misti FH ein mann,
og tá ið Keflavík fýra minuttir undan steðginum javnaði til 22, tóktist tað
síggja bjart út hjá Símuni Samuelsen og liðfeløgunum. Men FH er ikki odda
lið fyri einki. Teir megnaðu at halda tætt í verjuni, og seytjan minuttir fyri
leiklok skoraðu teir sigursmálið. Næsti dysturin hjá Keflavík verður 9. august,
tá ið Breiðablik fer at vitja í Keflavík.
Meiri kapping til Súna
Súni Olsen stríðist fyri at vinna sær pláss á AaB miðvøllinum,
og nú verður kappingin uppaftur størri. Fríggjadagin keypti
AaB ein miðvallara spælara afturat. Talan er um 24 ára gamla
Benedict Vilakazi úr felagnum Orlando Pirates í Suðurafrika.
Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, sigur við heimasíðuna hjá
felagnum, at keypið ber við sær, at teir fáa uppaftur fleiri
streingir at spæla uppá. Nýggi spælarin hevur góðan bóltfør
leika, og hann hevur dygdir bæði í verjupartinum og fram
rættaða spælinum, sigur Lynge Jacobsen. Benedict Vilakazi
hevur spælt 30 landsdystir fyri Suðurafrika, og sáttmálaskeiðið
millum hann og AaB er fimm ár.