mánadagur 30. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 144 - 30. juli 2007 ]
Kappingin hjá 5-
mannaførum við
kvinnum hevur verið
rættiliga hørð í ár, og
síðstu róðrarnar hava
serliga Sílið og Ørnin
kappast um fremsta
plássið. Á ólavsøku
var tað tó Sílið, sum
fór avstað við øllum.
– Nú hava vit víst,
at vit eru best, sigur
Hildigunn Niclasen
hjá Sílinum
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað hevur ikki verið lætt at
roknað út undan einum
róðri hjá 5-mannaførum við
kvinnum, hvør fór at vinna
hann, tí kappingin hevur
verið sera hørð í ár, og fleiri
manningar hava verið um
boðið til fremstu plássini.
Fyrsta róðurin á árinum
megnaðu
kvinnurnar
umborð á Sílinum at vinna,
men eftir hetta steðgaði eitt
sindur upp hjá teimum. Á
Sundalagsstevnu
vann
Frúgvin, og á Jóansøku
eydnaðist Ørnini at vinna
róðurin, og tí var sera nógv,
sum bendi á, eftir fyrstu
tríggjar róðrarnar, at kapp-
ingin hjá 5-mannaførum
við kvinnum fór at gerast
tann mest spennandi í ár.
Sjálvt um tað ikki gekk
so væl hjá Sílinum á Sunda-
lagsstevnu og á Jóansøku,
so vóru tað tó tær, sum
førdu í samlaðu FM-kapp-
ingini, tvey stig framman
fyri Frúnna á øðrum plássi
og fýra stig framman fyri
Fípuna Føgru og Ørnina á
triðja plássi.
Eftir Jóansøkuna avgjørdu
kvinnurnar umborð á Sílin-
um tó í roynd og veru FM-
kappingina, tá tær vunnu
sannførandi sigrar á bæði
Varmakeldu og á Fjarða-
stevnuni, men tað lá tó
alíkavæl í luftini, at sjálvt
um FM-kappingin var at
kalla avgjørd, so kundi alt
henda á teimum báðum
síðstu stevnunum.
Og á vestanstevnu var so
aftur ein nýggjur vinnari
funnin. Hesa ferð endaði
Ørnin aftur ovast, og so
vóru nógv sum fóru at tosa
um eina harða kapping mill-
um júst Sílið og Ørnina í
síðsta róðrinum á ólavsøku.
Sílið stríddi seg
til sigurs
Og tað vóru eisini júst hesir
báðir bátarnir, sum løgdu
harðast út á ólavsøku, men
Tvær gull til Sílið á
Málið hjá okkum var at vinna bæði meistaraheitið og ólavsøkuróðurin, og við sigrinum hava vit eisini víst, at vit eru best, segði ein stórsmílan
Sjálvt um Hvassi
hevði tryggjað sær
meistaraheitið hjá
5-mannaførum
við gentum undan
ólavsøkuróðrinum,
so hava fleiri av
róðrunum í ár verið
rættiliga spennandi,
og tí var ikki
óhugsandi, at onkur
av hinum bátunum
kundi hótta Hvassa
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Hvassi hevði longu tryggj-
að sær meistaraheitið hjá
5-mannaførum við gentum
undan róðrinum á ólav-
søku, men allíkavæl tóktist
spenningurin vera stórur
undan síðsta róðrinum í ár.
Fleiri av undanfarnu
róðrunum hava nevniliga
verið rættiliga spennandi,
og tí var eingin ivi um, at
bæði Drekin og Tambar
enn einaferð ætlaðu at
geva Hvassa ein skarpan
gang.
Tað sá eisini leingi út til,
at bæði Drekin og Tambar
kundu steðga Hvassa, men
í endaspurtinum settu gent-
urnar á Hvassa alt uppá
pláss, og vunnu sostatt
bæði ólavsøkuróðurin og
meistaraheitið.
Eftir róðurin fingu vit
orðið á Ingibjørg Reinert,
róðurskvinnu á Hvassa.
Hon var ovurfegin um sig-
urin á ólavsøku.
- Hetta følist ordiliga
deiligt at vinna FM og
ólavsøkuna. Fleiri siga, at
tað er øgiliga keðiligt ikki
at vinna ólavsøkuna, tá
man hevur vunnið FM, og
tí hevði tað nógv at siga
fyri okkum eisini at vinna
gull í síðsta róðurin, segði
Ingibjørg.
Tað gekk annars ikki so
væl hjá Hvassa í ólavsøku-
róðrinum, tí stóran part av
róðrinum vóru bæði Drek-
in og Tambar framman fyri
tær, men í endaspurtinum
megnaðu tær tó at kempa
seg upp á fyrsta plássið.
- Eg veit ikki heilt, hvat
hendi hjá okkum í dag. Eg
haldi, at vit róðu gott, men
alt riggaði bara ikki ordi-
liga sum tað skuldi. Vit
vistu tó, at vit høvdu ein
øgiliga góðan endaspurt,
sum kundi bjarga okkum,
og tað gjørdi hann eisini í
dag, segði ein stórsmílandi
Ingibjørg.
Gullið fór til
Sundalagið
Tað er øgiliga keðiligt ikki at vinna ólavsøkuna, tá man
hevur vunnið FM, og tí hevði tað nógv at siga fyri okkum
at vinna gull í síðsta róðrinum, sigur Ingibjørg Reinert,
róðurskvinna á Hvassa
Mynd: Álvur Haraldsen
HB vann steypadystin
HB vann 3-0, tá teir á Tórsvølli spældu ólavsøkudyst
móti grannunum úr B36. Fyri steðgin var talan fyri tað
nógva um ein undirhaldandi dyst, men tá bæði liðini
framdu nógvar útskiftingar, minkaðu intensiteturin
spakuliga. Málskjúttar hjá HB vóru Andrew av Fløtum,
sum skoraði tvær ferðir, og Páll M. Joensen. Eftir dystin
fekk HB steyp til ognar frá býráðnum.
AaB í UEFA-Cup
Eftir 1-1 javnleik á útivølli spældi AaB seg í gjár víðari í
UEFA-Cup kappingina. Tað stóð tó nógv á, og eftir lítlum
hálvum tíma legði Gent seg á odda. Danny Califf jevnaði
tó løtu seinni, og 10 minuttir fyri leiklok skoraði Andreas
Johansen málið, sum sendi AaB víðari. Hvørgin av
føroysku landsliðsspælarunum var á vøllinum fyri AaB.