mánadagur 30. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 144 - 30. juli 2007 ]
tað var tó alla tíð Sílið, sum
hevði munin. Til tíðir royndi
Ørnin at gera ein vørr, men
hvørja ferð svaraði Sílið
aftur. Síðstu 300 metrarnar
megnaði Sílið eisini at økja
avgerandi um munin, og at
enda var eingin ivi um, at
henda róðurin fór Sílið at
vinna. Á málinum vóru tær
knappa bátslongd framman
fyri Ørnina, meðan Ritan
fyri fyrstu ferð í ár endaði
millum tríggjar teir fremstu
bátarnar á einum triðja
plássi.
Við sigrinum tryggjaði Síl
ið sær bæði meistaraheitið
og sigur á heimasjógvi og
ólavsøku, og við hesum var
hann eisini einasti bátur hjá
Havanr Róðrarfelag, sum
megnaði
at
vinna
á
ólavsøku.
- Hatta var málið
Eftir flotta sigurin hjá kvinn
unum umborð á Sílinum
fingu vit orðið á Hildigunn
Niclassen. Hon segði, at nú
høvdu tær rokkið málinum.
Hetta er heilt fantastiskt.
Tað var málið hjá okkum at
vinna bæði meistaraheitið
og ólavsøkuróðurin, og við
sigrinum hava vit eisini
víst, at vit eru best, sigur
Hildigunn.
Kappingin hevur í alt ár
verið sera hørð, og tað hava
serliga verið Sílið og Ørnin,
sum hava kappast. Hildi
gunn sigur eisini, at tær
vistu, at tær fóru at fáa
harða kapping frá Ørnini.
Vit vistu, at tað fór at
vera hørð kapping í dag, og
tí skuldi alt til í dag. Vit
vistu tó, at vit høvdu klárað
hetta fyrr, og vit gjørdu okk
ara besta í dag, og tað var
gott nokk.
At enda legði ein sera feg
in Hildigunn afturat, at nú
skuldu tær bara út at feira
tey bæði gullheiðursmerk
ini, sum meistaraheitið og
ólavsøkuróðurin hava ført
við sær.
á heimasjógvi
ndi Hildigunn Niclasen hjá Sílinum eftir sigurin hjá 5-mannaførum við kvinnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Einasta kapping,
sum ikki var enda
liga avgjørd undan
ólavsøkuni, var
kappingin hjá 5
mannaførum við
dreingjum, men her
megnaðu dreing
irnar á Havfrúnni
við einum fram úr
endaspurti at vinna
bæði meistaraheitið
og ólavsøkuróðurin
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappingin hjá 5manna
førum við dreingjum hevur
verið rættiliga spennandi í
ár. Tað eru Havfrúgvin og
Sílið, sum hava vunnið all
ar róðrarnar í ár, men und
an ólavsøkuni var kapping
in um meistaraheitið mest
sum avgjørd. Havfrúgvin
skuldi bert hava tvey stig
fyri at tryggja sær meist
araheitið.
Undanfarnu
róðrarnir
hava eisini víst, at Sílið
hevur verið betri í hørðum
veðri við eitt sindur av mót
vindi, meðan Havfrúgvin
hevur vunnið róðrarnar í
góðveðir og í undanvindi,
og tí var tann mest spenn
andi spurningurin undan
róðrinum hjá 5mannafør
unum við dreingjum helst,
hvussu veðrið fór at vera á
tjóðardegi okkara.
Baldrut uttan
fyri molan
Veðrið var ikki so galið
henda dagin, men uttan
fyri molan var rættiliga
baldrut. Tað vísti seg eisini
skjótt, at tað var Sílið, sum
legði harðast út. Teir løgdu
seg nevniliga á odda alt
fyri eitt, og Havfrúgvin
tóktist ikki ordiliga at hótta
5mannafarið hjá Havnar
Róðrarfelag.
Sum tað leið inn ímóti
molanum, gjørdist munurin
bara størri og størri, og eitt
skifti var ein heil bátslongd
á muni millum Sílið og
Havfrúnna, og her var nógv,
sum bendi á, at Sílið fór at
vinna ólavsøkuróðurin.
Vendi innan
fyri molan
Men brádliga kom vend í.
Bátarnir komu inn um mol
an, og nú var veðrið brád
liga heilt gott á sjónum.
Tað gjørdist eisini beinan
vegin greitt, at nú gekk
betri hjá Havfrúnni, og
spakuliga byrjaðu teir at
eta meir og meir av leiðsl
uni hjá Sílinum.
Tað var tó alla tíðina Síl
ið, sum hevði munin, og tá
bátarnir fóru undir enda
spurtin, var ein hálv báts
longd á muni millum teir
báðar fremst bátarnar, men
hetta var ikki nokk hjá Síl
inum.
Havfrúgvin hevði nevni
liga ein øgiliga góðan enda
spurt henda dagin, og í
hvørjum taki tóku teir inn á
Sílið. Teir megnaðu eisini at
sleppa fram við hvíta havn
arbátinum, tá teir nærkaðust
málinum, og hesa leiðslu
helt Havfrúgvin inn á málið.
Við hesum vann Havfrúgvin
FM og ólavsøkuróðurin,
meðan Sílið mátti taka til
takkar við silvurheiðurs
merkjunum í bæði FM og á
ólavsøkuni.
- Heilt óluksáliga
gott
Eftir róðurin fingu vit
orðið á róðursmannin hjá
Havfrúnni, Rók Johanne
sen, og hann var sera glað
ur.
Hetta var heilt óluks
áliga gott. Tað besta man
kundi ynskja sær. Eg vil tó
ikki siga, at vit høvdu
væntað at vunnið róðurin í
dag, men vit høvdu heilt
víst vóna tað.
Vit spurdu hann síðani,
hvussu tað bar til, at tað
gekk so striltið hjá Hav
frúnni uttan fyri molan.
Har var eitt sindur av
havaldu uttan fyri molan,
og har eru teir á Sílinum
betri enn vit. Innan fyri
molan var veðrið tó nógv
betri, og alt var við okkum,
so tað var eingin trupul
leiki, segði Rókur at enda.
Havfrúgvin vann eisini
ólavsøkuna
Teir á Sílinum eru betri í hørðum veðri enn vit, og tí lógu teir eisini nógv betri fyri uttan fyri
molan. Tá vit komu inn um molan bleiv veðrið tó betri, og so var eingin trupulleiki, segði
Rókur Johannesen, róðursmaður á Havfrúnni, eftir róðurin
Mynd: Álvur Haraldsen
Heinze rósar Fergie
Hóast hann vil sleppa úr Manchester United til Liverpool,
so hevur Gabriel Heinze eisini stundir til at rósa venjara
sínum, Sir Alex Ferguson. – Hann dugir ótrúliga væl at
handfara spælarahópin. Hóast vit hava ein stóran hóp, har
allir ikki altíð kunnu spæla, so megnar hann at halda
øllum til. Liverpool hevur boðið Manchester United 6,8
mió pund fyri spælaran, men enn vil Ferguson tó ikki
selja.
Real vil hava Kaka
Hóast Real Madrid longu hevur styrkt hópin við
Christoph Metzelder, Jerzy Dudek og Javier Saviola, so
sigur venjarin, Bernd Schuster, at teir framvegis leita eftir
styrki. Ovast á listanum stendur brasilski Kaka, og
sambært sponskum miðlum hevur felagið boðið Milan
knappar 600 milliónir fyri spælaran. Eitt tilboð, sum
verjandi Champions League meistararnir ikki hava hug at
góðtaka.