mánadagur 30. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 30. juli 2007
13
viðmerkingar
Gerið Skálafjarðar
tunnilin áðrenn Sand
oytartunnilin Eitt
aftursvar til Sámal
Matras Kristiansen
Las í Sosialinum tann 27.
juli eina viðmerking fra
Sámal Matras Kristiansen
(SMK) at tað er alneyðugt
fyri Føroyar at raðfesta
Sandoyartunnilin áðrenn
Skálafjarðatunnilin. Hend
an grein av SMK gevur
eina sera einstáttaða mynd
av, hvussu vit skulu rad
festa hesar báðar samfelags
íløgur, og tí eigur hon at
fáa eitt kritiskt aftursvar.
Sandoyingar hava leingi
ynskt sær betri samband til
Tórshavn, fyrst við Gomlu
rætt og nýggjari havn i
Skopun, síðani við betri
landsvegi til Havnar og
nýggjari fergu til siglingina
um Skopunarfjørð. Hesar
íløgur hava ikki hjálpt stór
vegis um útlitini hja sand
oyingum, vit fáa at vita, at
Sandoyggin er eitt sam
felag í andaleypi, og nú
vilja teir so hava ein undir
sjóvartunnil um Skopunar
fjørð, mann vónar at tann
betra atkomuligheitin loys
ir allar trupulleikar, og
hesa ferð verður úrslitið
ikki sum tær gomlu
verkætlanirnar hesaferð
fer tað at rigga!
Sagt verður av SMK, at
hettar er:
”ein need to have
verkætlan, sum við 100%
vissu kan bjarga einum
avbyrgdum lokalsamfelagi,
ið í dag liggur í
andaleypi.”
Fyrst vil eg siga at ein
tunnil kann hjálpa Sand
oynni, men má eg finnast
at orðingini ”sum við
100% vissu kan bjarga”.
Betri atkomuligheit
(accessibility) kan geva
einum avbyrgdum sam
felagi eitt boost, men
tunnlar ganga báðar vegir,
og har eru samfelagskann
ingar, sum vísa á, at betri
atkomuligheit ikki altið
gagnar útjaðarasamfeløg
um. Tey kunnu eisini vera
fyri størri avfólking, tí
folkið flytur til meginøkið
at búgva og arbeiða, og
brúka bert útjaðaran sum
vikuskiftis og feriubústað.
Dømi um hetta finnast
eisini í føroyskum høpi.
Tað vil siga, at tað ikki er
100% vissa fyri at hendan
verkætlanin kan bjarga eitt
avbyrgt lokalsamfelag. At
framseta hetta er beinleiðis
misvísandi.
Næsta punktið eg má
finnast at er ideein hjá
SMK um at so ”verður
Sandoy - serliga Skopun -
knappliga tann mest upp-
lagda forstaðskommunan.”
At Skopun fer at klára
kappingina við teir partar
av Tórshavnar kommunu,
ið ligga langt uttanfyri
Tórshavn (Velbaðstað og
Kollafjørður) so væl, at
hon heldur verður tann
upplagda forstaðurin til
Tórshavn havi eg sera ilt at
síggja. Skopun liggur
umleið líka langt vekk úr
Havn sum Kollafjørður, og
longri burturi fra Tórshavn
enn Skálafjørðurin ger (í
beinari linju) (í veranði
løtu áðrenn tunnlar eru
komnir). Við at samanbera
báðar verkætlanir (tí Skála
fjarðartunnilin verður
gjørður einaferð) so er
Skopun ikki betri fyri enn
Runavík sum ein forstaðs
kommuna til Havnina.
Runavík hevur størri lendi
egnað til útstykking, fleiri
handlar og mentanarátøk
umframt nógv fleiri
arbeiðspláss. Tað einasta
Skopun kann kappast við
er prísur á grundstykkjum,
tvs. at Sandoyggin nokk
vinnur kappinina um, hvør
er betri egnaður sum ein
sovibýur, har fólkið brúkar
allan sín dag i Havn og
svevur í Skopun, til tey
kunnu finna sær eitt hús
ella eina íbúð í Havn sum
passar inn í teirra budget.
Hettar kemur aftur til tað
fyrsta punktið. Betri
atkomuligheit gevur ikki
altíð ein búskaparligan og
samfelagsligan vøkstur.
Har eru fleiri aðrir lokali
seringsfaktorar sum gera
seg galdandi, har í millum
er møguleikin fyri at fáa
arbeidi í lokalsamfelag
inum ein tann týdningar
miklasti fyri at folk veru
liga fara at búgva í lokal
samfelagnum (tvs. sum
”dagbefolkning” og ikki
bert sum ”natbefolkning”).
Triðja punktið har eg
haldi SMK fer skeivur er
øll ætlanin um, at ein
flogvøllur í Søltuvík skal
vera raison d’etre fyri ein
Sandoyrartunnil. Hetta er
at seta ynski um ein tunnil
til Sandoyar fram um
møguleikan fyri at Føroyar
kann gera seg galdandi í
alheimsgerðinini.
SMK viðgongur sjálvur
at: ”Eysturoy og Norð-
oyggjar eru búskaparligu
lokomotivini í føroyskum
búskapi.” Við at plasera
okkara nýggja flogvøll
millum 100 til 150 kilo
metrar frá orkuverkinum í
føroyska búskapinum (til
Skálafjarðartunnilin
kemur) er ikki optimalt.
Tað haldi eg, at flest fólk
serliga í Eysturoynni og
Norðoyggjum kunnu taka
undir við. Ein flogvøllur
hjálpir búskapinum mest,
tá hann er lagdur tætt upp
at tí búskaparliga sentri
num. Har eru fleiri dømi
um hettar, og størsta grund
in er, at annars krevur tað
stórar infrastrukturellar
íløgur fyri at styrka at
komuligheitinia. Norð
menn hava brúkt hundrað
tals milliónir fyri at fáa
teirra flogvøll á Garder
moen til at vera betri
knýttan at Oslo, tí hann
annars liggur ov langt
burtur og har er bert talan
um 50 kilometrar.
At enda skal sigast, at
um vit í Føroyum skulu
gera okkum ein nýggjan
flogvøll, so er neyðugt at
raðfesta, hví hetta skal
gerast. Ein tann týdningar
mesta grundgevingin eftir
mínari meting er, at vit
skulu geva øllum Føroyum
betri atkomuligheit við
útheimin. Hettar verður
ikki gjørt við at gera ein
nýggjan 1600 til 1800
metrar langan flogvøll.
Hetta gevur okkum ikki
atgongd til nógv størri
flogfør (bert Airbus A320
seriuna og Boeing 737NG
seriuna) og teir nýggju
møguleikarnar størri
flogfør hava við sær. Tað er
at samanbera við at gera
eina nýggja skipahavn til
Føroyar, sum ikki kann
taka imóti skipum størri
enn gamla Smyril. So er
betri at útbyggja tann gam
la vøllin í Vágunum og
taka til takkar við teimum
avmarkingum sum har við
koma, teir eru ikki nógv
øðrvísi enn ein 1600
metrar langur vøllur gevur
okkum. Fyri at betra um
atkomuviðurskiftini skulu
vit hugsa størri, ein vøllur
uppá 3000 metrar kann
taka imóti øllum sløgum
av flogførum, og letur
okkum gagnnýta teir møgu
leikar altjóða flogfrakt
vinnan hevur at bjóða. Í
øðrum Norðanlondum
finnur tú nógvar fruktir
sum vera sendar inn sum
flogfrakt fra stødum sum
Argentina og Brasilia.
Kostnaðurin roknaður sum
krónur per kilometrar/
vekt(kg) á viðgjørdum
fiskavørum er ikki ólíkur
kostnaðurin á fruktini fra
Suðuramerika, tvs. at vit
kunnu opna nýggjar
marknaðir, um vit fáa ein
vøll sum gevur okkum
atgongd til altjóða flog
fraktfeløgini, og tað kann
ikki realiserast við einum
1600 metrar vølli (sum
rapportin hjá Landsverk
sigur er maksimala longdin
í Søltuvík). Fyri at fáa
inspiratión til hvussu hesin
stóri vøllur skal gerast skal
bert hyggjast eftir vøllinum
á Madeira. Eitt oyggjaland
í Atlantshavi við bergum,
gróti og lítið av flatum
landi at byggja ein vøll á.
Við Ólavsøkukvøðu
L. Gilli Trónd er útbúgvin
Master of Science í Landa
frøði á Keypmannahavnar
Universitet við serkunn
leika í búskaparliga økis
menning, umframt Master
of Urban Management frá
Erasmus University Rotter
dam við serkunnleika í
flogvøllum, atkomuligheit
og búskaparligum vøkstri.
Skálafjørðin fyrst
L.GiLLi Trond
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum og ávísir
búskaparfrøðingar, ið eru
frammi, eiga at gera sítt
arbeiði betri og í størri
breidd, so tað tænir
samfelt føroyska
samfelagnum
Kanska eg seinastu dagar
nar í so ofta havi tikið
dømi út frá listafólkum.
Hóast tað, havi eg hug
einaferð enn at brúka hetta
dømi, sum er so sigandi.
Ofta hoyrast fólk siga, ið
liggja tætt upp at evnarík
um og hepnum listafólk
um, listamálarum, høv
undum, tónleikarum o.ø.,
sum hava givið okkum so
nógv, at tað tey duga, duga
tey væl, meðan tey í øðrum
førum ofta eru ópraktisk.
Soleiðis tykjast bæði
okkara landsstýrismaður í
fíggjarmálum og fleiri av
okkara búskaparfrøðingum.
Hesir hava dygga gjøgn
umførda bókliga útbúgv
ing, hava skil á tølum sum
nakar, men í heildini óprak
tiskir. Í teirra verð er 2 + 2
altíð 4. Eitt deytt tal. T.d. at
annað 2talið kann ikki
innihalda meiri enn hitt.
Hetta er bert eitt deytt
taltekn.
Føroyskur búskapur er
ikki bara rá tøl, men tølini
koma burtur úr tí, ið skapt
verður, so ymiskligt tað nú
er. Danski blokkstuðulin er
ikki bara eitt tal uppá 615
mió. krónur, og er stuðulin
burtur, so svøltar fólkið,
sum Sambandsflokkurin í
mong ár hevur billað Før
oyafólki inn. So einfaldur
er samfelagsbúskapur
einaferð ikki.
Ikki orsøk til at Sand
oyartunnilin bíðar
Samfelagið er samansett av
evnaríkum fólki á øllum
skapandi økjum og í øllum
geografiskum pørtum av
landinum.
Nú búskaparliga upp
hitingin økist, arbeiðsloys
ið er burtur og handverkar
in, serliga í høvuðsstaðnum
selur sína tænastu fyri hæg
ri prís, eru landsstýrismað
urin í fíggjarmálum og
ávísir búskaparfrøðingar
frammi og biðja politikarin
steðgað á, tí lampurnar
eru rodnaðar og vit ganga
út móti eggini. Íløgur úti
um landið mugu steðgast
er niðurstøðan!
Sandoyartunnlinum skal
útsetast til verri tíðir, fiski
mannafrádrátturin skal
burtur o.a.
Náttúrulógin og
høvuðsstaðaríløgur
Eg trúgvi neyvan, at
landsstýrismaðurin og
hesir ávísu búskaparfrøð
ingar eru so óvitandi og
kenna søguna so illa, at
“nátúrulógin, sum hon virk
ar í Føroyum” er teimum
so fremmand, at tá tíðirnar
eru góðar er høvuðsstaður
in altíð langt á odda í upp
hitingini, og tá tíðirnar
versnað, verða økini úti um
landið bæði í rakstri og
íløgum køvd, meðan al
menni raksturin og
íløguaktiviteturin í høvuðs
staðnum heldur fram ella í
versta føri stendur í stað.
Upphitingin í Føroyum í
dag er í høvuðsstaðnum,
meðan økini úti um í landi
num liva eitt nøkulunda
vanligt lív við tí upp og
niðurgangandi konjukturi
sum einaferð er.
Tí fari eg at heita bæði á
landsstýrismannin í fíggjar
málum Magna Laksáfoss
og hesar ávísu búskapar
frøðingar, sum eru frammi,
um at gera sítt arbeiði bet
ri, síggja meiri víðfevnda
heild, so tað samfelt tænir
føroyska samfelagnum og
ikki bara tí einsháttaða geo
grafiska øki teir nú eina
ferð sita í, meðan restin
spakuliga verður týnt.
Hongur ikki saman
løgtingsmaður
JóGvan við
KeLdu