Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 144 - 30. juli 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Marianne Djurhuus ættað úr Tórshavn búsitandi á Hvítanesi, andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 26 juli 62 ára gomul. Bønarhald verður í Havnar Kirkju mánakvøldið klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju Týsdagin klokkan 13.00 Jarðarferðin hjá Pólu Ennistig, Klaksvík, verður úr Betesda týsdagin 31. juli klokkan 14.30. Tey, ið vilja minnast Pólu, kunnu lata Zarepta eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tað var ein rættuligur hvøkkur, sum mong fingu, tá ið tað frættist, at Jóhanna so knappliga var deyð bert 66 ára gomul. Vit vóru bæði búsitandi í miðbýn­ um og hittust tí javnan. Tað eru bert fáir dagar síðan, at vit hittust og fingu eitt prát um gamalt og nýtt, og nú var hon burtur! Vit kendust frá hennara tíð sum skrivari í Maskimnmeistarafelagnum og upprunaliga eisini hjá Føroya Skipara­ og Navigatørfelag. Tá høvdu vit javnan samskifti og sam­ starv. Vit blivu sera væl og høvdu mangt prátið saman, eisini um annað enn tað fakliga. Kann siga, at Jóhanna er eitt av teimum góðu minnunum frá tíðini í fiskimannafelagnum. Jóhanna fekk eina harða byrjan uppá lívið. Foreldur hennara vóru Sanna á Høvdanum og Jóan Karl Danielsen, á Fløtunum, bæði av Strondum. Jóan Karl var skipari á Stanley í Vági. Jóhanna var nærum nýføðingur, tá ið pápin doyði eins knappliga og Jóhanna nú doyði. Tað verður sagt, at tað var ein slík sorg í Vági, at fløggini fóru á hálva stong í bygdini, og reiðaríið sendi eitt flagg norður at leggja á kistuna. Sanna giftist ikki aftur. Hon brúkti alla sína tíð til at vísa dótrini umsorgan, og hesa umsorgan hevur Jóhanna borið víðari til síni egnu børn og síðan til teirra børn. Jóhanna hevði vissuliga eisini umsorgan fyri mammu síni, sum nú er 94 ára gomul og minnisveik. Betri ummæli ber illa til at fáa. Annars er søgan hjá Jóhonnu tann sama, sum hjá nógvum øðrum bygdargentum. Hon fór sum 14 ára gomul til Havnar, og eitt av hennara fyrstu arbeiðum var júst á fiski­ mannafelagnum í 1950­árunum, har hon hevði eitt gott eftirmæli. Jóhanna giftist og flutti til Eiðis nøkur ár, tá ið maðurin fekk arbeiði á loranstøðini. Frá hesi tíðini fekk Jóhanna eisini vinir, sum hon ikki gloymdi. Í Havn varð hon kend sum tann sera virkna kvinnan, sum spenti sera vítt. Eitt av hennara ítrívum var, at hon var radioamatørur. Her fekk hon samband við nógv fólk um allan heimin, og ein, sum hon einaferð hevði á linjuni, var sjálvur Hussein, táverandi kongur í Jordan! Hon var virkin í øðrum felagsskap­ um. Hon gekk á odda at stovna het­ lendskt­føroyskt vinarfelag, har hon eisini gjørdist formaður. Felagið skip­ aði millum annað fyri ferðum til Het­ lands, og hon eigur sín part av æruni fyri góða sambandinum millum bæði londini. Aftaná tíðina í Maskinmeistara­ felagum var hon skrivari Havnar Handverkarafelag, og her komu hennara drúgvu royndir frá fakfelags­ arbeiði til sín rætt. Tað kann skal eisini nevnast, at millum hennara uppgávur vóru eisini at vera samskipari fyri 1000 ára hald­ inum fyri kristnanini av Føroyum, sum var hildið í ár 2000. Tá arbeiddi hon eisini saman við Erlingi Olsen, fyrrverandi formanni í fólkatingin­ um, sum var formaður fyri tiltak­ inum. Jóhanna hevði nú lagt sítt fasta starv frá fær, og ætlaði at njóta sítt otium. Soleiðis skuldi ikki verða. Seinnu árini helt Jóhanna saman við mínum gamla skipsfelaga Johnny Øre úr Fuglafirði, og tað tyktist, sum at tað riggaði væl teirra millum. Men ikki fingu tey ta longu tíðina saman. Tað vóru vit annars mong sum høvdu unt teimum. Jóhanna átti børnini Kári, Heidi og Sanna. Ommubørnini eru sjey og langommubørnini tvey. Jóhanna hevði ein stóran og breið­ an vinarskara. Hetta sást ikki minst hendan dagin, hon fór til gravar, og kirkjan var fullsett. Vit eru mong, sum fara at minnast Jóhonnu við virðing og takksemi. ó. Til minnis um Jóhonnu Hansen Jóhanna saman við mammuni Sanna Dagurin 31. juli. Germanus, deyður í umleið 448. Føddur í Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja sínum valdur til biskup í Auxerre. Hann doyði í Ravenna í Italiu